Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2008 ABC-flokkarnir fóru fyrr í dag undir realitetssamráðingar. Fleiri stórmál eru at loysa hjá kom- andi samgongu, og á fleiri økjum standa flokkarnir rættiliga langt frá hvørjum øðrum. Ríkisrættarligi spurningurin kann gerast tann gordiski knúturin, tí Fólka- flokkurin hevur meldað sera markant út á hesum økinum, meðan spurningurin um fiskiloyvi eisini kann blíva ein torfør- ur tvídráttur at loysa Samgongu­ Samráðingar Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Higartil hevur løgmaður Jóannes Eidesgaard verið sera bjartskygdur um komandi samgongusam­ ráðingarnar millum Javn­ aðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Sam­ ráðingarnar eru farnar av bakkastokki, men spurn­ ingurin er, hvørjar tær stóru avbjóðingarnar hjá Jóannesi Eidesgaard fara at vera. Viðmerkjarin Jóanes N. Dalsgaard segði við Sosial­ in í gjár, at eitt framhaldandi ABC­samstarv í løtuni var besti møguleikin hjá løgmanni at halda fram sum samgonguleiðari. Hinvegin ávaraði Gestur Hovgaard Javnaðarflokkin um, at flokkurin skal ansa sær við at fara í samgongu við tveir borgarligar flokkar enn eitt valskeið. Fiskivinnupolitikkur í buktini Eitt sentralt tema í val­ stríðnum var spurningurin um fiskiloyvini. Í hesum málinum eru Javnaðar­ flokkurin og Fólkaflokkurin sera ósamdir um, hvussu tilfeingi í havinum skal umsitast. ­ Javnaðarflokkurin var ikki spakmæltur í málinum um fiskiloyvini undir val­ stríðnum. Javnaðarflokk­ urin hartaði Fólkaflokkin, og løgmaður ávaraði ímóti yvirkapitaliseringini í fiskivinnuni. Javnaðar­ flokkurin sendi tí eitt greitt signal um, at hann dróg somu línu sum Tjóðveldi í spurninginum um fiski­ dagabanka ella tilfeingis­ búð, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur. Hetta verður óivað eitt stórmál, sum verður torført at loysa, um Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin skulu halda fram í samgongu, tí Fólkaflokkurin hevur ikki viljað vitað av nakrari skipan, har fiskimenn skulu keypa loyvi frá landinum. ­ Tann dagin, tá útróðrarmaðurin í Klaksvík skal suður á Vaglið í Havn at keypa sær ein dag á Norðhavinum, tá spælir Fólkaflokkurin ikki við meira, segði Jørgen Nicla­ sen í greiðum vendingum á veljarafundi í Klaksvík. Jógvan Mørkøre vísir á, at Sambandsflokkurin hinvegin ikki hevur meldað líka harðliga út sum Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin. Sambandið fegnaðist um, at “ognar­ rætturin varð staðfestur” í farna valskeiði, men formaðurin er bert komin við lunkaðum útmeldingum, sum ger tað lættari hjá Sambandsflokkinum er gera semju í hesum málinum. Sosialurin skilir, at aðrir limir í tingbólki Sambands­ floksins hava sterkari meiningar í spurninginum um fiskiloyvini og vilja hava okkurt slag av uppboðssølu. Fólkaflokkurin lagt á sjálvstýrisbógvin Útmeldingarnar hjá Fólka­ flokkinum undir valstríðnum bóru brá av, at Fólkaflokkurin hevði í kvittanum at snara meira inn á sjálvstýriskós enn undanfarna ABC­ samgonga kann borga fyri. Hetta letur dyrnar upp fyri einum møguligum samstarvi við sjálvstýrisvongin í løgtinginum. ­ Fólkaflokkurin hevur seinastu árini skift ímillum høgrapolitikk við skatta­ lættum og sjálvstýrispolitikk við lækking av blokk­ stuðlinum og yvirtøkum. Í hesum valstríðnum legði Jørgen Niclasen dent á at avgreiða allar 21 yvirtøkurnar av málsøkjum áðrenn 2015 og síðani at skipa fyri fólkaatkvøðu, sigur Jógvan Mørkøre. Hetta kann gerast ein gordiskur knútur hjá Jóannesi Eidesgaard at loysa. ­ Vit hava hómað nøkur liberal element í Sam­ bandsflokkinum, og flokk­ urin hevur verið við til at fremja yvirtøkur, men vit kunnu ikki rokna við, at flokkurin fer at strekkja seg serliga langt á hesum økinum, sigur Jógvan Mørkøre. Hann vísir á, at Javn­ aðarflokkurin hevur vinglað eitt sindur aftur og fram í hesum spurninginum. ­ Signalini hjá Javnaðar­ flokkinum hava verið ógreið, og Jóannes Eides­ gaard hevur t.d. eftirlýst einum frymli, sum man kann niðurlaga blokkin eftir, men málið er síðani tagt burtur aftur. Hetta vísir eisini, at flokkurin hevur ymsar vengur í hesum málinum, sigur Jógvan Mørkøre. Javnaðarflokkurin kann møguliga semjast við hinar báðar flokkarnar hvør sær í ríkisrættarliga spurning­ inum, men óvist er, um bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin rúmast í somu samgongu, ella hvussu nógv teir skulu mýkjast fyri at finna felags stev. Í hesum førinum situr Javnaðarflokkurin við lyklinum. Javnaðarflokkurin og skattalættar Innanfloks hevur Jóannes Eidesgaard upplivað nakað av mótgongd í sambandi við skattalættarnar, sum undanfarna samgonga hevur framt, og tí skal Javnaðarflokkurin finna eina javnvág millum tað sosialpolitiska og tey liberalu krøvini hjá Fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin legði í valstríðnum ikki so stóran dent á skattalættar í inn­ tøkuskattinum, men vildi hinvegin lækka parta­ felagsskattin og førdi seg fram sum garanturin fyri, at skatturin undir ongum umstøðum skuldi hækka. Spurningurin er so, hvussu Fólkaflokkurin fer at prioritera undir hesum samráðingunum. Verða sjálvstýrismál raðfest framum liberalan skatta­ politikk, ella mugu ambitiøsu ætlanirnar um yvirtøkur dvína fyri einum lægri partafelagsskatti? Útvatnað samgonguskjal Jógvan Mørkøre vísir á, at flokkarnir eisini kunnu parkera stórmálini fyri síðani at navigera sum best ber til ígjøgnum komandi valskeið. ­ Seinasta samgonguskjal var rættiliga útvatnað og hevði ikki nógv kjøt á. Hetta var ein máti at innkapsla tær stóru ósemjurnar, soleiðis at tær ikki órógvaðu samstarvið, sigur Jógvan Mørkøre. Spurningurin er, um ABC­flokkarnir kunnu gera eitt samgonguskjal uttan konkret at seta orð á, hvussu fleiri stórmál skulu loysast, t.d. spurningurin um fiskiloyvi, ríkisrættarliga støðan og sambandið við ES ella EFTA. Jóannes fær seg í øllum førum royndan sum samráðingarleiðara kom­ andi dagarnar. Løgmaður í tungari aldu: Torførar samráðingar fyri framman Jóannes Eidesgaard fær seg nú veruliga royndan, tí fleiri gordiskir knútar eru at hóma undir komandi samgongusamráðingum. Ein av stóru spurningunum er, hvussu Fólkaflokkurin fer at prioritera síni hjartamál Boys in a Band í studio í London Boys in a Band eru í løtuni í London, har teir taka sína fyrstu fløgu upp. Teir skulu vera í studio í tríggjar vikur saman við mæta produsaranum Ken Thomas, sum millum mangt annað hevur gjørt Sigur Rós, Dave Gahan (Depeche Mode) og Suede. Hann hevur eisini fyrr arbeitt við nøvnum sum David Bowie, The Sugarcubes, Queen og Ringo Starr. Fløgan hjá Boys in a Band saman við Ken Thomas kemur væntandi út í Apríl. Áðrenn fløgan kemur út skulu Boys in a Band spæla á nøkrum av heimsis størstu showcase tónleika festivalum. Eftir at teir júst eru afturkomnir av Eurosonic í Hollandi, skulu teir í februar víðari til festivalin by:Larm í Norra. Síðani skulu teir í mars til Canadian Music Week í Canada og heimsins stórsta showcase festival, SXSW, í USA. Á myndini sæst Ken Thomas, sum skal produsera fløguna hjá Boys in a Band