týsdagur 22. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2008
13
Tvøroyri
2008
Tvøroyri
2004
Vágur
2008
Vágur
2004
Fólkaflokkurin
24,2 %
11,9 %
23,9 %
16,5 %
Javnaðarflokkurin
41,9 %
50,2 %
20,3 %
31,0 %
L
øgtingsvalið er farið
afturum, og nývaldu
politikararnir kunnu nú leggja
fortíðina afturum seg og hyggja
frameftir. Men tað er eisini
áhugavert at hyggja eitt sindur
longur fram enn tilstundandi
valskeið Hóast broytingarnar
ikki vóru markantar í ting
mannabýtinum millum flokkar,
so er innahýsis tingmannabýtið
avgerandi broytt, og tað kann
fáa stórar avleiðingar í longdini.
Fyri tað fyrsta mugu flokk
arnir spyrja seg sjálvar, hví í
allari víðu verð teir stilla upp so
nógv valevni, tá allar forsøgnir
vísa, at tveir triðingar av
valevnunum als ongan hag
frøðiligan møguleika hava at
koma inn á ting. Serliga løgið
er tað, tí tey flestu av hesum
kjansaleysu valevnum bein
leiðis eru við til at stjala
atkvøður frá øðrum lokalum
valevnum, soleiðis at tað verður
truplari hjá realistisku valevnu
num at røkka eitt nóg høgt tal
av atkvøðum.
S
ambandsflokkurin er eitt
dømi um, at til ber at missa
atkvøður vegna vantandi
strategiska planlegging. Sam
bandsflokkurin hevði ikki
megnað at funnið ein sterkan
kandidat til Føroya triðstørsta
valstað, Runavík. Í staðin fyri
vórðu veljararnir spjaddir út á
fleiri veik valevni. At runavík
ingar ikki hava sæð perspektiv í
at velja eitt veikt lokalt sam
bandsvalevni, ið ongan kjans
hevði, hevur sannlíkt verið við
til at skumpa veljarar yvir til
Bill Justinusen í Miðflokkinum,
ið var stóru sigursharrin í
Runavík.
Tjóðveldi – Høvuðsstaðar
flokkurin
Tað hevur leingi verið kent, at
Tjóðveldi stendur sterkast í
høvuðsstaðnum. Og hesaferð
vildi lagnan tað soleiðis, at
ikki færri enn 6 av 8 tjóðveldis
tinglimum koma úr Havn –
Tórbjørn Jacobsen býr jú eisini
í Havn. Um Tjóðveldi hinvegin
kemur í samgongu og fær
umboð í landsstýrið, eru tað tó
bygdafólk, ið koma inn sum
eykafólk: Páll á Reynatúgvu,
Heidi Petersen og Olga
Biskopstø.
Um til dømis topptinglimir
Tjóðveldsins Høgni Hoydal,
Annita á Fríðriksmørk og Bjørt
Samuelsen enda sum lands
stýrismenn, vil tað knappliga
vera ein yvirvág av bygdafólki í
flokkinum. Um hinvegin Tjóð
veldi ikki kemur í samgongu,
so kann núverandi støða vísa
seg at gerast hættislig. Tað er jú
fyrst og fremst flokkurin á
tingi, ið myndar ein flokk
úteftir. Og veljarin kann skjótt
fáa ta fatan, at flokkurin hugsar
ov nógv um Havnina og minni
um restina av landinum.
Sæð út frá sama sjónarmiði
kann tað eisini vera ein trupul
leiki, um Tjóðveldi velur at seta
sínar topptinglimir í eitt lands
stýri. Landsstýrismenn eru jú
teir best profileraðu politikar
arnir av øllum, og harvið vil ein
slík strategi vísa seg at styrkja
flokkin uppaftur meiri í høvuðs
staðnum, meðan tað verður
samsvarandi trupulari hjá lokal
feløgunum at stilla upp valevni,
ið kunnu bjóða havnarfólkunum
av.
Fólkaflokkurin
Útjaðaraflokkurin
Umvent Tjóðveldi hevur hin
stóri loysingarflokkurin, Fólka
flokkurin, víst seg at kunna
víðariføra sína søguligu styrki
kring um í landinum. Tá
Føroyar gjørdust eitt valdømi,
var metingin hjá undirritaða, at
smáu flokkarnir fóru at vinna
fram, og at hesin vøkstur ser
liga fór at stava frá eini mink
ing hjá Fólkaflokkinum. Hetta
tí at konservativi Miðflokkurin
og liberali Sjálvstýrisflokkurin
hugsjónarliga liggja hvør síni
megin liberalkonservativa
Fólkaflokkin. Fólkaflokkurin
berjist sostatt á tveimum her
mótum samstundis móti sínum
smærru borgarligu kappingar
neytum.
Veljarakanningar stóðu leingi
til at vátta hesa meting, men
sum so mangan áður megnaði
Fólkaflokkurin at svinga seg
upp úr aftur vánaligu veljara
kanningunum og fáa eitt
hampiligt val.
S
erliga í Klaksvík, í Havn og
ymsastaðni í Eysturoynni
vístu smáu flokkarnir seg at eta
burturav Fólkaflokkinum. Men
Fólkaflokkurin megnaði
umvent at fáa tað innaftur frá
Javnaðarflokkinum í Suðuroy,
sum hann misti í norðaru
landspørtunum. (sí talvu)
Eftir við svartaperi situr
sostatt Javnaðarflokkurin við
einum mistum tinglimi.
Sí talvu
Fólkaflokkurin stendur sum
heild styrktur eftir valið. Suður
oyggin – søguliga veiki liðurin
hjá Fólkaflokkinum – er tikin,
og tað við lít. Størsti valslúkur
floksins er nú úr Suðuroy.
Flokkurin varðveitir tveir mans
í háborgini Norðoyggjum og
varðveitir ein í Eysturoy og ein
í Vágunum. Haruframt stendur
Heðin Zachariassen úr Sunda
lagnum til at koma inn, um
flokkurin fær landsstýrismenn.
Harumframt hevur flokkurin
tveir tinglimir úr høvuðsstað
num, so sum heild hevur
Fólkaflokkurin strategiskt sæð
fingið eitt rimmar val.
Javnaðarflokkurin
mist Norðurføroyar
Javnaðarflokkurin hevur søgu
liga verið ein suðuroyarflokkur.
Her hevur flokkurin søguliga
fingið tveir tinglimir. Men nú
er einans Jóannes Eidesgaard
eftir. Bæði Nita Næs og Mikkj
al Sørensen vórðu ov stutt, iva
leyst tí at løgmaður í hesum
føri var ein ov stór atkvøðu
magnet.
Nakað norðanfyri hevði
Javnaðarflokkurin tó eina sukse
søgu í einum annars miserabl
um vali. Gerhard Lognberg, ið
leingi hevur verið hartaður fyri
ikki at hóska inn í Javnaðar
flokkin, vísti seg at gerast
“vinnarin millum tapararnar”.
Gerhard er eitt gott dømi um, at
tað lokala ikki nýtist fáa minni
at siga við einum valdømi, men
beinleiðis kann gerast ein styrki
hjá einum valevni.
Javnaðarflokkurin stríðist
eisini við nakrar av somu
trupulleikunum, ið Tjóðveldi
dregst við. Helvtin av tinglim
um Javnaðarfloksin eru úr
høvuðsstaðnum: Helena Dam á
Neystabø, John Johannesen og
Katrin Dahl Jacobsen.
Harumframt verjir Hans Pauli
Strøm borg í Vestmanna, sum
eftir øllum at døma er á veg at
gerast ein partur av Tórshavnar
kommunu. Hans Pauli Strøm
fær eisini flestu atkvøður sínar í
høvuðsstaðnum, so hóast hann
býr í Vestmanna, er hann í
grundini eisini ein (hálvur)
høvuðsstaðarpolitikari. Harvið
er Javnaðarflokkurin eins og
Tjóðveldi domineraður av
høvuðsstaðnum.
Tað, ið serliga má níva hjá
Javnaðarflokkinum eru fades
urnar í norðara parti av landi
num. Hvørki í Eysturoy ella í
Norðoyggjum kláraði flokkurin
at verja borg, og í Vágunum
megnaði hann heldur ikki at
vinna ein tinglim. Men Andrias
Petersen (Eysturoy), Eyðgunn
Samuelsen (Norðoyggjar) og
Kristoffur Gaardlykke (Vágar)
standa klár at koma á ting, um
flokkurin kennir sær tørv á at
styrkja seg í hesum økjunum.
Smáu flokkarnir
sigursharrar
Smáu flokkarnir vóru stóru
vinnararnir á valinum 2008. Í
2004 fingu smáu flokkarnir
umleið 3.122 atkvøður og
tríggjar tinglimir. Í 2008 fingu
smáu flokkarnir umleið 5.067
atkvøður og fimm tinglimir.
Atkvøðutalið og tingmannatalið
hjá stóru flokkunum eru hin
vegin tóðnað í mun til í 2004.
Ein av orsøkunum til at smáu
flokkarnir hava tikið seg fram,
er at bygnaðarliga haftið við
valdømunum ikki longur er til.
Smáu flokkarnir eru ei longur
tvingaðir til at vera lokalir, men
kunnu nú reelt fáa atkvøður úr
øllum landinum. Smáu flokk
arnir hava tikið seg fram í
nógvum týðandi valstøðum, har
teir annars ikki hava fingið
nakrar serligar atkvøður – til
dømis í Vági, á Tvøroyri, í
Sandavági, í Vestmanna og í
Kollafirði.
Spurningurin er so, um smáu
flokkarnir fara at megna ein
uppaftur størri vøkstur í fram
tíðini, nú stóru flokkarnir ikki
hava tryggjaðan framíhjárætt
gjøgnum valdømini. Nú er tað í
hvussu er ikki longur tann
lokala styrkin, ið er altavger
andi fyri valúrslitini, men
heldur hvussu væl flokkarnir
megna at tillaga seg til nýggj
rák í samfelagnum. Her kunnu
teir smáu flokkarnir vísa seg at
vera kvikari at umstilla seg enn
stóru flokkarnir. Vit hava jú
týðiliga sæð hvussu skjótt tað
var hjá Sjálvstýrisflokkinum at
útskifta konservativa profilin
við ein meiri liberalan profil og
hvussu skjótt tað var hjá
Miðflokkinum at flyta meiri
fokus yvir á sosial tema heldur
enn einans at byggja á moralsk
tema. Í báðum førum hevur tað
borið stóran ávøkstur.
Fyrimunurin hjá smáu
flokkunum kann júst verða, at
teir í størri mun enn stóru
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli
Aftur um løgtingsvalið
Næstu ferð
Hósdagin 24. januar: Hanus Kamban,
rithøvundur: Post Festum. Akkilleus-
hælurin hjá farnu samgonu – ein læra
fyri framtíðina?
tíðargreinin
Sámal Matras
Kristiansen
Framhald á næstu síðu
Tíðargreinin