týsdagur 22. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Somaliland í Afrika hevur
upplivað tað illa gitnu
heilaflýggjanina. Men
nú er landið í ferð við
venda tað til vinning, við
at útisetar koma heim
við frískum hugsanum
til gangs og menning fyri
heimlandið
Peter Krogh Andersen
Jakob Sorgenfri Kjær
Hareisa Somaliland
Politiken
Illustratión: Ted Barker
Á sølutorgunum í høvuðsstað
num í Somalilandi tosa fólk
enskt, danskt og onnur evropeisk
mál umframt somaliska móður
máli. Landið er fult av fólki, sum
hava lívsroyndir úr Norður
evropa, Miðeystri og Norður
amerika, og tað kemur meira enn
so fyri, at tú kanst tosa við ein
lokalan á donskum, svenskum
ella norskum,
Útisetar eru komnir aftur til
Somaliland sum er eitt sjálv
stýrandi øki í norðara parti av
Somalia at ferðast ella seta
búgv, og við í viðførinum hava
tey góðar útbúgvingar og
arbeiðsroyndir. Vitan, sum hevur
avgerandi týdning fyri lítla
afrikanska statin.
Og tað er ikki bara Somaliland,
sum hevur gleði av at fólk flyta
heimaftur, hetta hendir í øllum
menningarlondum. Nauja Kleist,
granskari í migratión (flyting)
við DIIS – Dansk Institut for
International Studier, sigur tað
soleiðis.
Fyrr tosaði mann bara um
»brain drain«, heilaflýggjan frá
menningarlondunum. Hetta er
framvegis en veruleiki, men í
dag ber eisini til at tosa um
»brain gain«, ein heilavinning.
Fólki brenna ikki brýr, tá ið tey
flyta uttanlands, men senda bæði
pengar og nýggj hugskot heim
aftur, sigur Nauja Kleist.
Útlendska elitan
Streymurin av vitan ferðast ígjøg
num telefon og internet, tá ið
útisetar halda sambandið við líka
við vinir og familju, og táið tey
so venda aftur, økist mongdin av
nýggjum hugskotum og
mannagongdum.
Hetta bæði sæst og merkist í
Somalilandi. Privatskúlar verða
bygdir fyri kapital og hugsanir
uttanifrá, heimafturfluttir útisetar
eiga meginpartin av nýbygdu
húsunum í høvðusstaðnum
Hargeisa, og í parlamentinum er
ein fjórðapartur av tinglimunum
fyrrverandi útisetar.
Sum heild eru somalisku
útisetarnir ein týdningarmikil
liður í uppbyggingini av landi
num. Hetta leggur landsins
ráðleggingarráðharri eisini herslu
á. Hann er sjálvur komin heim
eftir fleiri ár uttanlands, sum
millum annað stjóri fyri Altjóða
Arbeiðarastovninum hjá ST.
Útisetar hava ótrúliga stóran
týdning fyri landsins menning , tí
tey geva okkum bæði pengar og
vitan, sigur hann.
Tey seinastu 20 árini hevur
Somalia annars mist bæði blóð
og vitan. Langt borgarakríggj
førdi við sær, at 80 prosent av
fólkinum við útbúgving flýddu
úr eysturafrikanska landinum.
Fólk flýggja framvegis frá
krígnum í sunnara parti av
Somalia, men í Somalilandi
hevur verið friður síðani 1997,
og flóttar og útisetar eru í ferð
við at venda aftur. Kortini lýður
landið framvegis av vitanartroti.
Og fyri at fáa kvalifiseraðu
fólkini at venda heimaftur, eru
málrættað tiltøk sett í verk.
Menningarstovnurin hjá ST,
UNDP, stendur fyri einum av
hesum tiltøkum, har landsins
universitet og ráð kunnu venda
sær til UNDP við starvslýsing
um, og síðan finnur ST stovnurin
rætta profilin millum somaliarar
í vesturheiminum, og starvsfólk
ið fær síðani løn frá ST fyri at
búgva og arbeiða í Somalilandi í
upp til eitt ár. Endamálið er, at
útisetarnir koma heim og upp
læra tey lokalu.
Útisetin skal ikki bara gera
sítt arbeiðið, men geva sína
vitan og kunnleika víðari til tey,
sum hann arbeiðir saman við. Tá
ið hann so fer aftur til sítt vestur
lendska lív, liggur ein partur av
hansara vitan eftir í landinum,
sigur Ali Ibrahim, projektleiðari
fyri UNDP í Hargeisa.
Men fyri at fáa enn størri menn
iskjaligan kapital aftur til landið,
má staturin eisini gera sítt.
Grundleggjandi liviumstøður
mugu betrast, leggur projekt
leiðarin í UNDP herslu á.
Ein persónur í Danmark er
vanur við ljós, wc og marglæti.
Heimafturkomin má hann liva
uttan ravmagn og vatn, so
sjálvandi leingist hann aftur til
Danmarkar. Tí má infrakervið
vera í lagi, sigur Ali Ibrahim.
Ráðharrin í Ráðlegging, Ali
Abbayare vil fegin gera íløgur í
betri liviumstøður fyri tey, sum
flyta aftur, men hann hevur ikki
pengarnar.
Landið við sínum 3,5 millión
um íbúgvum hevur eina fíggjar
lóg á 150 milliónir krónur.
Samstundis stúrir ráðharrin fyri,
at somaliskir útisetar missa tøttu
bondini til heimlandið. Tá ið tað
hendur, steðgar innflutningurin
av vitan og kapitali, metir hann.
Annað ættarlið fer at tilpassa
seg vertslandið, og tey fara fyrst
og fremst at hugsa um seg sjálvi.
Jakob.sorgenfri@pol.dk
Umsett: Dorit Hansen
Samstarv við POLITIKEN
Sosialurin samstarvar við Politiken um at brúka greinar og myndir úr danska
blaðnum. Hetta samstarv er eitt gott høvi at vísa á altjóða rák og kjak, og
dagsins grein er ein liður í hesum.
Heilaflýggjan gevur nýggja vitan
Nr. 15 - 22. januar 2008
… Aftur um løgtingsvalið
Tíðargreinin
flokkarnir sleppa leysir frá
lokaltankagongdini og heldur
fáa atkvøður úr landinum sum
heild.
Tillaging neyðug
Tað verður neyðugt hjá flokku
num at læra seg hvussu teir
skulu vera samanhangandi
landsflokkar. Valið hesaferð bar
brá av, at summir flokkar dugdu
væl at spjaða síni valevni kring
um í landinum, meðan aðrir
flokkar hava latið standa til og
hava harvið miðsavnað sín
tingbólk í høvuðsstaðnum.
Men tað geografiska fer
framhaldandi at hava týðning
millum veljarar nógv ár
framyvir. Arvurin eftir
valdømunum verður ikki so
skjótur at broyta sum vallógin.
Flokkarnir verða noyddir at
hugsa miðvíst um ikki einans at
appellera til nøkur hugsjónarlig
segment, men eisini til nøkur
geografisk segment. Góðar og
aktuellar meiningar kunnu vera
mikið góðar, men tað vil ikki
altíð vera nóg mikið. Tí noyðast
flokkarnir støðugt at analysera
hvar tað er neyðugt at styrkja
flokkin. Hvar mugu lokalfeløg
ini styrkjast? Hvussu verður
funnið fram til lokal valevni, ið
kunnu røkka eitt sindur
breiðari? Hvussu breitt skulu
valevnini appellera fyri ikki at
taka frá øðrum í flokkinum? Og
hvussu stórt geografiskt
yvirlapp kunnu valevnini loyva
sær at hava, áðrenn tey byrja at
eta ov nógv av hvørjum øðrum?