Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2008 15 viðmerkingar Bíblian innblást av Gudi – ikki mannaorð um Gud Sjeyndi partur. Í tíð Sámuels, sum vit lósu um í seinasta parti, kravdu ísraelsmenn kong. Hetta var ein stór synd, men Harrin eftirlíkaði teimum tó teirra ynski, og soleiðis byrjaði kongatíðin. Fyrsti kongur var , sum kunnugt Saul, sonur Kis. Síðani varð Dávid, sonur Ísai, kongur. Dávid var profetur og yndisligi sangari Ísraels. Tað er serliga í tveimum sálmum, vit síggja, at hann profeterar um Kristus, sum koma skuldi. Hann profeterar um hin líðandi Messisas. Tað var beint tvørtur ímóti, tí sum jødarnir væntaðu, teir væntaðu Messias sum kong, og tað gera teir enn tann dag í dag. Teir flestu jødar góðtaka ikki Jesus sum Messias enn, men tað vilja teir gera einaferð. Sálmarnir, sum eg hugsi um eru 22. og 69. Hygg t.d. 22. sálmur versini 1-2, 7-9 og 19. 1 Til songmeistaran. Eftir hind morgunroðans. Sálmur. Eftir Dávid. 2 Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær? Langt burtur er frelsa Mín, tóat Eg rópi um hjálp. 7 Men Eg eri maðkur og ikki maður, menniskjum til spott og vanvirdur av fólki; 8 øll, ið síggja Meg, háða Meg, gálva, rista við høvdinum og siga: 9 ”Kasta tað á HARRAN! Hann frelsi Hann, Hann bjargi Honum, táið Hann hevur slíkan tokka til Hansara 19 Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut. Og sálmur 69 versini 2-3 7, 10 og 22. 2 Frels Meg, Gud! Tí vøtnini eru komin Mær líka at sálini. 3 Eg eri sokkin niður í botnleyst díki, sum einki fótafesti er í; Eg eri komin í hini djúpu vøtn, og bylgjurnar leggja yvir Meg 7 Lat ikki tey, ið bíða eftir Tær, verða til skammar av Mær, Harri, HARRI Gud herskaranna, lat ikki tey, ið søkja Teg, Gud Ísraels, verða til spott av Mær 10 Tí eldhugi fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp, og spott teirra, ið spotta Teg, er fallið á Meg 22 Teir góvu Mær gall, og táið Eg var tystur, góvu teir Mær edik at drekka. Hetta skrivaði Dávid umleið 1000 ár fyri Kristi føðing. Hvørt barn skilir, at var maðurin ikki innblástur av Gudi, kundi hann ikki skrivað soleiðis. Nei, nei, bíblian er ikki mannaorð um Gud. Tá ið fólk, sum vita hvat stendur har, ja enntá hava lært til at vera sálarhirðar hjá øðrum, pástanda, at hon er mannaorð, ja hvat skal man siga til slíkt, man má bara undrast. Tey, sum halda at bíblian er mannaorð og siga, at sumt má sorterast frá, hava kanska, áðrenn tey vita av, sorterað alt vekk, ella hava tey kanska longu gjørt tað. Lat meg enda hendan partin við einari søgu. Tað var ein maður, sum vildi hava ein tænara sín at lesa úr bíbliuni fyri sær. Men hann var ein av hesum, ið ikki vildi góðtaka alt, sum stendur har, so tá tænarin kom til okkurt, sum harranum ikki dámdi, segði hann:” Strika hatta út Hans!” So ein dagin, ið Hans skuldi til at lesa, var tað so leingi, áðrenn hann byrjaði, so harrin ótolnaist og segði: ”Hví lesur tú ikki Hans!” ”Jú tygum, tað gongst mær so illa at finna nakað, tað er tað mesta strikað út.” Framhald. Heini O.Heinesen, løgtings- maður, sigur at hann hevði einki ímóti at blíva fiski- málaráharri í tí nýggja landsstýrinum. Eg haldi, sum ein inkar- neraður sambandsmaður, at tað er nógv fyri, at ein gamal tjóðveldismaður, sum hvørki dugir danskt ella enskt, skal rokna við at fáa ein landsstýrissess, og fara út í heim at forhandla um fiskiveiðiavtalur, hvar í alt fyrigongur á enskum, og hava Tolkar við sær. Nei, latið okkum fáa ein gløggan sambandsmann, sum kennur tað enska málið, ein mann sum Jóhan Dahl, sum hevur virkað í Onglandi í fleiri ár innan fyri fiskivinnu eins væl og í Føroyum. Teir flestu landstýris- mennirnir, sum hava verið uttanlands, hava staðið sum neyt og hava hava ikki kent kent málið í tí landi, teir hava vitjað. Við vón um ein tryggan framburð til alt Føroya fólk. Áður var tað soleiðis aftan á eitt val, at antin Javnaðar- , Fólka-, Sambands- ella Tjóðveldisflokkurin gjørd- ust størsti flokkur og fingu høvi at samráðast við teir ymsu flokkarnar um at skipa samgongu. Møgu- leikarnir vendu ymsar vegir, og ein ávís útskifting fór fram, ella kanska rættari, sum veljari kendi tú tað, sum at møguleikar vóru fyri at ”tín” flokkur hevði ein teoretiskan møguleika. Um eg havi skilt tað rætt, er broytta manna- gongdin nú, at løgmaður, sum nú situr, í veruleik- anum kann verða sitandi til sín deyðadag eins og ein Castro, bert ”breiða samgongan” er aftanfyri – tí sum ÚF nevndi í kvøld: Løgmaður hevur buktina og báðar endar”. Kenslan, ið mangur veljari man sita við nú er, at tað er heilt burturvið at fara á val, um tú ikki velur úrvalsliðið ABC – sam- gongan er jú soooo breið, hjá teimum er ongin orsøk at sleppa valdinum. Onkus- vegna kennist tað óhugna- liga ódemokratiskt, men kanska eg havi misskilt tað heila!! Er okkurt misskilt? Fuglafjørður Jógvan Mart­ in Joensen richard danielsen randi vang Havi lurtað eftir Degi og Viku í kvøld ABC-samgongan hevur enn greiðan matematiskan meiriluta – gamaní. MEN tað eru nógvir mátar at samanseta bókstavir uppá, og at leggja saman prosentstig og harvið fáa ymsar samgongur við mate- matiskum meiriluta aftanfyri seg. Øll vita vit, at veljarar eru sjálvstøðug menniskju við ymsum meiningum. Hesar kunnu ikki bólkast í flokkar, sum veruliga umboða allar tær marg- faldu meiningarnar sum fólk hava. Tó gera vit júst hetta í politikki, tí annars gerst samstarv millum mongu fólkavaldu umboðini at kalla ógjørligt. Ein matematiskur meiri- luti, sum í hesum føri ABC-flokkarnir hava fing- ið, inniheldur tí eisini eina sera fjølbroytta mongd av meiningum. Og alt eftir hvat ein velur at fokusera uppá, so kunnu hesir flokk- ar síggja meira ella minni líkir út: tveir (A+B) eru borgarligir, tveir (B+C) eru sambands-/samríkisflokkar, osfr. Og serliga um hugt verður eftir smálutum, so kann ein finna eina ørgrynni av eins, men eisini sera ymiskum sjónarmiðum. Anfinn Kallsberg stóð, sum øllum kunnugt, á odda fyri Fullveldissamgonguni í 6 ár, og flokkur hansara er jú eisini ein fullveldis- flokkur. Helena Dam á Neystabø var tað valevnið á javnaðar- listanum, sum fekk trið- flestar atkvøður, og nógv flestar millum javnaðar- kvinnur. Hesi bæði, Anfinn og Helena, vóru millum teir tríggjar floksformenninar, sum leiddu Fullveldissam- gonguna í 1998-2002 saman við formanni Tjóðveldisins. Sostatt er ikki so lítið av fullveldishugagum fólki millum topparnar í ABC- samgonguni. Eitt boð hevði verið umleið helvtin – kanska eitt vet minni. Men hetta er altso um Fólkaflokkurin, Helena og sikkurt nógv onnur javnaðarfólk ikki hava broytt meining og vent fullveldishugsjónini bakið. Øll andstøðan er fyri fullveldi, tó aftur treytað av at hesir tríggir flokkar, sum jú vóru í fullveldissam- gongu saman í 2002-4, ikki hava broytt meining. Um vit hyggja at prosent- unum hjá teimum flokkum, sum í 1998 skipaðu seg í samgongu, sameindir um fullveldi sum evsta mál í føroyskum politikki, síggja vit, at hesir í dag hava ein meiriluta uppá 50,6% móti 48,8 (Miðnámsflokkurin er av góðum grundum ikki taldur við her). Í tingsess- um hava teir eisini meirilutan: 17 sessir. Og taka vit so Miðflokk- in við uppí eina fullveldis- samgongu, eins og teir jú vóru í 2002-4, so hevur ein tílík fullveldissamgonga heili 59 % og 20 tingsessir aftanfyri seg – móti teim- um 40,4%’unum og 13 sessunum hjá Sambandi- num og Javnaðarflokki- num. Og, sum sagt, hevur hesin seinni flokkur eisini fullveldishugaði fólk í sínum tingbólki, og, sera týðandi, í sínum veljaraskara. Fullveldissamgongan slitnaði ikki vegna politikk, men vegna persónar, og faktiskt hava teir 4 full- veldisflokkarnir havt meirilutan líka síðani 1998 – í 10 ár nú. (Ja eisini við valið í 2004.) Men meirilutin hevur aldrin verið størri fyri føroyskum tjóðarfrælsi – fullveldi – enn júst nú! Ikki í 1998 og heldur ikki tann 14. septembur í 1946! Heili 59% og haraftrat ‘nøkur’ javnaðarfólk – fyri ikki at taka munnin ov fullan – eru í dag fyri einum Føroyum sum fullveldisríki. Hetta segði fólkið leygardagin gjøgnum sína atkvøðu og sínar flokkar. Spurningarnir eru so: Hava flokkarnir enn somu greiðu støðu sum í 1998 og 2002? Og: Lurta flokkarnir eftir sínum veljarum? Og boðini til valdu politikarnar er nú sum altíð í einum folkaræði: FREMJIÐ FÓLKSINS VILJA! Greiður meiriluti er fyri fullveldi. Hetta søgdu atkvøðurnar tann 19. januar. Fremjið fólksins vilja! Fullveldið hevur 59% aftanfyri seg lesandi og demokratur gunnar isfeld