Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 15 - 22. januar 2008 tíðindi Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hóast árini vóru mong og heilsan ikki hevur verið góð, nógvu seinastu árini, so kom tað dátt við at frætta, at Torkil var farin. Torkil var sonur Ingiborg og Poul Johannes Beder í Vági. Hann var borin í heim 27. februar 1924 og var næstelstur av fimm systkj­um. Eftir lokna skúla­ gongd fór Torkil at lesa guðfrøði og gj­ørdist prestur í Ónagerði í 1954, har hann starvaðist til hann fekk prestastarv í Fugla­ firði í 1956. Torkil giftist við Ingu Midj­ord, eisini úr Vági, og fingu tey fýra børn: Páll, Tordis, Heina og Johan. Meðan Torkil las í Keyp­ mannahavn, arbeiddi Inga fyri at vinna til dagsins uppihald. Í Fuglafirði hava tey bæði trivist væl. Torkil tók sær væl av uppgávunum í sambandi við prestaembæti og røkti hann eisini granna­ bygdirnar. Hann var væl dámdur, bæði sum prestur og menniskj­a. Tá barnaheimið hj­á Tork­ ili varð selt, keyptu Inga og hann húsini. Kanska høvdu tey eina ætlan um at flyta suður aftur á ellisár­ um, men tá bæði Tordis og Heini settu búgv í Fugla­ firði og Johan á Kambsdali, so var ikki løgi, at tey bygdu sær hús í bygdini og seldu suðuri á Smillabø. Meðan Torkil var virkin prestur, og familj­an búði í prestagarðinum, vóru vit tríggj­ar systrar í uppvøkstri. Fyri okkum var tað av størstu upplivingum at ferð­ ast norður til Fuglafj­arðar. Altíð vóru vit og foreldur okkara væl móttikin, og fingu vit børn nógvar góð­ ar løtur saman við systkina­ børnum okkara. Sandurin, svimj­ihylurin, prestagarð­ urin og umhvørvið har, vóru eitt satt paradís fyri okkum børn. Í prestagarð­ inum samlaðust nógv børn úr grannalagnum, og har leiktu vit frá morgni til myrkurs. Inga mostir syrgdi fyri øllum. Var og er enn sera ófør í øllum. Torkil var ein góðlyntur og blíður maður. Hann var ikki dømandi. Hann var eis­ ini sera skemtingarsamur og altíð í góðum lag. Larm­ andi látur hansara var so smittandi. Torkil var áhug­ aður í føroyskari list, ser­ liga í myndlistini, og greiddi hann ofta frá henni. Eisini dámdi honum væl tónleik og sang og tað mátti vera í prestagarðinum, at vit fyrstu ferð hoyrdu og góvu okkum far um klass­ iskan tónleik. Torkil og Inga mostir vóru so góð við okkum børn. Ikki sørt, at vit vórðu forkelaðar, tá vit vitj­aðu. Um ein okkara ikki dámdi okkurt, j­a, so hevði Inga skj­ótt gj­ørt okkurt annað. Torkili dámdi væl góðgæti, og blikkið á ovastu hill inni í spískamar­ inum, goymdi mangt gott, ið hann hevði keypt frá Øregaard. Tá Torkil tók blikkið niður, var dagur í viku, og tað var tað so at siga hvønn dag. Tá Ingiborg, mamma hansara var á lívi, vitj­aði hann og familj­an ofta suð­ ur. Altíð var hann inni á gólvinum hj­á okkum, og hvørj­a ferð hevði hann okkurt við til okkara. Tá vit vóru smágentur, hevði Torkil ein lítlan bil, ein fólkavogn. Mangan fóru vit túrar í grannabygd­ irnar og sera spennandi var at síggj­a rynkusteinarnar í Oyndarfirði, vassa í Sandá á Selatrað og at spæla í mølini í Elduvík. Onkuntíð, tá vit fóru túr, vóru vit so nógv í tali, at onkur okkara mátti sita í viðførisrúmin­ um, sum var inni í bilinum. Torkil hevði eisini bát og dámdi honum óføra væl at sleppa í fj­ørðin. Torkil var framúr góður frásøgumaður, og hugtók hann bæði vaksin og børn. Um kvøldarnar, tá vit børn vóru løgst, segði hann ofta frá ymiskum tilburðum, bæði slíkum hann sj­álvur hevði upplivað og somu­ leiðis frá gomlum døgum. Ofta sníktu vit okkum niður av loftinum at lurta. Spennandi, og ikki sj­áldan óhugnaligir tilburðir. Trup­ ult var tá at sovna, og tað hendi meira enn eina ferð, at onkur endaði í songini hj­á foreldrunum. Nú Torkil andaðist, høvdu Inga og hann búð í húsum teirra á Bj­arnavegi í 18 ár. Altíð var hugnaligt at koma inn á gólvið. Ein kendi seg so væl saman við teimum báðum. Blíð og fyrikomandi ­ ein umfevnandi hiti, ið vit framhaldandi kenna. Tað kennist tómt, nú Torkil er farin. Hann fylti nógv, hóast hann ikki var ein dominerandi maður. Saknurin er stórur, ser­ liga hj­á tykkum Ingu, Páll, Tordis, Heina og Johan og familj­um tykkara. Tó, tit kunnu gleðast um ta tíð, ið tykkum varð lutað at vera saman við honum. Tit eiga nógv góð minnir um ein góðan mann, pápa, ver­ pápa, abba og langabba. Vit systrar eru takksamar fyri allar tær góðu løtur, vit hava havt hj­á tykkum og eru minnini frá barna­ og ungdómsdøgum okkara ein virðismikil skattur, sum vit fj­álga um og minn­ ast við takksemi. Friður verið við minnin­ um um Torkil og Harrin styrki tykkum í komandi tíð. Kirstin, Tonnie og Karin Minningarorð um Torkil Beder Vinnarin av j­óladráttinum á Loppan.fo er funnin. Fríggj­adagin 28. desember varð 42“ flatskermurin burturlutaður í j­óladráttin­ um á Loppan.fo. Millum allar skrásettu brúkararnar var tað Vivi J.J. Myllhamar úr Sandavági, ið gj­ørdist hepni vinnarin. Dagin eftir handaði Benny Brockie, stj­óri í sp/ f Drainsoft, vinningin til eina ovurfegna Vivi í Ex­pert í SMS. Spurd um vinningin svaraði hon, at skermurin kom heilt væl við, tí hon bert átti eitt lítið sj­ónvarp í íbúðini, har hon býr. Loppan.fo varð alment tikin í nýtslu 11. desember í fj­ør, og manningin hj­á sp/f Drainsoft, ið eigur og rekur uppboðssøluna, eru sera væl nøgdir við undir­ tøkuna, ið heimasíðan hev­ ur fingið. Sp/f Drainsoft hevur síðan 1997 forritað og ment kt­loysnir, har­ ímillum forrit, spøl og heimasíðuloysnir fyri virk­ ir. Vivi gjørdist hepni vinnarin Vivi J.J. Myllhamar úr Sandavági gjørdist hepni vinnarin av 42“ flatskerminum Donsku kunstnarahj­únini Hj­ørdis og Jørgen Bayn skulu eftir ætlan hava eina málningaframsýning í Smiðj­uni í Lítluvík summar. Hj­ørdis og Jørgen Bayn hava ferðast nógv kring heimin og fingið íblástur til sínar málningar. Í fj­ør vóru tey í Føroyum fyri fyrstu ferð og kunnaðu seg um landið, samstundis sum tey bíløgdu sær Smiðj­una í Lítluvík til eina framsýning. Eftir ætlan skulu tey verða í einar 2­3 vikur í Føroyum í summar. Hj­únini búgva í Humle­ bæk, har tey hava sítt egna atelier. Framsýningin í Smiðj­uni verður í døgunum 20. til 27. august. Kunstnarahjún í Smiðjuna í summar Donsku kunstnarahjúnini Hjørdis og Jørgen Bayn skulu hava eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík summar