týsdagur 22. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2008
17
Andlát og jarðarferðir
Áki Karbech Mouritsen, úr Tórshavn, búsitandi
í Roskilde, andaðist hósdagin, 63 ára gamal. Jarð
arferðin verður úr Sct. Jørgensbjerg kirkju í
Roskilde mikudagin klokkan 12.
Rita Bech úr Lopra andaðist í heiminum sunnu
dagin, 66 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Hákun Echolm Tórshavn, andaðist á Landssjúkra
húsinum leygardagin 66 ára gamal. Bønarhald
verður í Landssjúkrahúskapellinum týskvøldið
kl.18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
Andrias Reinert Samuelsen í Tórshavn andaðist
sunnudagin, 57 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum
heim í Ebenezer týsdagin klokkan 16. Jarðarferðin
verður úr Ebenezer mikudagin klokkan 14. Tey, ið
vilja minnast Andrias kunnu lata Kristnastovu eina
gávu. Konta í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Sosialurin 20. januar 1983
Í blaðnum er eisini ein stuttlig grein um Petur í Gong,
býráðslim í Havn, sum umboðaði Tórshavnar býráð, tá
Keypmannahavn kundi hátíðarhalda sín 800 ára føðingardag.
Eftirnavnið »í Gong« gjørdi, at hann kom at búgva millum
kinesisku gestirnar á ein hotelli í Keypmannahavn.
Sosialurin fyri 25 árum síðan:
Hildu eftirnavnið
vera kinesiskt
Dagurin
23. januar. Emerentius. Navnið er komið skeivt fyri;
tað skal vera Emerentiana, deyð umleið ár 300 (í goml
um álmanakkum Emerent). Hon var vinkona við Agnas
(sum varð tikin av døgum umleið ár 300) og var steinað
til deyða, tá ið hon fylgdi vinkonuni og harðliga hevði
at teimum, sum píndu og drupu hana.
Her er ein av myndunum frá stóru real
skúlaframsýningini, sum Jórunn Dánj
alsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúl
anum í Havn í summar. Her er 2.c í
Realskúlanum í 1964.
Aftarta rað f.v.: Karsten Simonsen,
Steingrím Samuelsen, Brenda Thom
sen, Trygvi Simonsen, Anna Katrina
Næs Joensen (Dukki), Jógvan við
Ánna, lærari, Hergerð Krosstein,
Bette Johansen, Peddy Davidsen, Birg
ir Mortensen, Rannvá Lindarstein og
Maria Mortensen
Fremst f.v.: Bogi Mikkelsen, Berg
ur Djurhuus og Ólavur Michelsen
Myndaeigari: Peddy Davidsen
Realskúlaflokkur í 1964
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi
Fannhard Skoradal
Norðragøta
varð sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Takk til starvsfólkið á B7 og onkologiska ambu
latoriinum fyri, at tit tóku tykkum so væl av okkum.
Takk til tykkum, sum vitjaðu. Takk fyri umsorgan
og forbøn. Takk til Niels Jacob Nielsen, John
Petersen, Torleif Johannesen og Martin Restorff
Jacobsen fyri góð og troystarrík orð.
Takk til kirkjutænarar, organistar, sangarar
og gravarar.
Vit takka eisini hjartaliga fyri ta stóru umsorgan
og kærleika, ið vit kendu frá familju, vinum
og bygdarfólki.
Takk til tykkum, sum bakaðu og góvu til ervið.
Eisini ein stór tøkk til tykkum, sum tóku
tykkum av ervinum.
Takk til øll tykkum mongu, sum fylgdu.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og
uppringingar.
Familjunnar vegna
Sølva, May-Britt, Anton, Jan, Sólfríð og Harda
Petur í Gong var ein kend
býarmynd í Havn, bæði
sum byggimeistari og sum
býráðslimur, har uttanflokka
listin hjá honum í mong ár
var størsti listin í býráðnum.
Petur í Gong andaðist 15. mai
2003, 79 ára gamal.
nøvn