týsdagur 22. januar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 15 - 22. januar 2008
Stutt Sagt
Fimm her-
menn fullu
Vápnaðir islamistar søktu í
nátt at einari legu hjá pak
istanska stjórnarherinum,
og tá álopið hasaði av, lógu
fimm stjórnarhermenn eft
irá, og sjey aðrir vóru særd
ir. Herleiðslan sigur, at leg
an er í útnyrðingspartinum
av landinum og stutt frá
afghanska markinum. Har
hava pakistanskir hermenn
verið í hørðum bardøgum
við víðgongdar islamistar
tær seinastu vikurnar, og
báðir partar hava mist fólk.
Stjórnarherurin hevur hert
átøkini við afghanska mark
ið og leitar eftir manninum,
sum eftir øllum at døma
gav boð um at myrða Bena
zir Bhutto.
Illar flog-
ternur
Felagið hjá flogternum í
Teilandi er sera misnøgt
við, at ein sjónvarpsstøð
sendir eina røð, har flog
ternur klandrast um flog
skipararnar. Í gjár vóru
umboð fyri flogternurnar
hjá Thai Airways á skriv
stovuni hjá sjónvarpsstøð
ini við einum formligum
mótmæli. Leiðslan í Thai
Airways heldur lítið um
sendirøðina, tí eftir felags
ins tykki er arbeiðið hjá
flogternunum meiri álvars
samt enn tað, sum sendirøð
in gevur hyggjarunum eina
fatan av. Thai Airways og
eitt annað teilendskt flogfel
ag, Bangkok Airlines, ætla
nú at senda stjórnini eitt
bræv við áheitan um at
biðja sjónvarpsstøðina taka
sendirøðina av skránni.
Koyra diplo-
mat til hús
Myndugleikarnir í Letlandi
hava givið einum russiskum
diplomati boð um, at hann
er óynsktur í landinum, og
at hann tí eigur at fara aftur
til Russlands sum skjótast.
Sagt verður, at dioplomatur
in hevur fingist við virk
semi, sum ikki er sambari
ligt við hansara støðu sum
diplomatur. Hetta orðalagið
verður vanliga brúkt, tá
diplomatar verða lagdir
undir njódning. Uttanríkis
ráðið í Riga sigur, at diplo
maturin er vístur av landin
um orsakað av upplýsing
um, sum trygdartænastan
hevur útvegað um hann.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Tað dugir ikki, at stjórnin kann koma í minniluta.
Hendir hetta aftur, mugu vit hava eitt snarval
(Henriette Kjær)
útlond
Fyrrverandi liberiski
uppreistrarleiðarin
Milton Blahyi
viðgongur, at hann
og menn hansara
ofraðu børn undir
borgarakrígnum
Í dag er tann 37 ára gamli
Milton Blahyi kristin trú
boðari, men í heimlandinum
er hann kendur sum „Tann
nakni
ørvitisgeneralurin“
frá borgarakrígnum, tí hann
var altíð nakin, tá hann var
í bardaga. Nú viðgongur
hann, at hann var við til at
ofra fólk, tí tað kundi
tryggja honum og monnum
hansara sigur.
Sambært BBC hevur Mil
ton Blahyi greitt frá, at
hann var fleiri ferðir við til
at ofra fólk fyri at vinna
borgarakríggið. Tað hendi
eisini meiri enn so, at teir
ofraðu børn, og at teir tóku
hjartað úr teimum og ótu
tað, sigur hann.
Tað hevur leingi ljóðað,
at summir bólkar í liberiska
borgarakrígnum
ofraðu
fólk, men sambært BBc er
hetta fyrstu ferð, at nakar
alment váttar, at tað var so.
Undir avhoyringum hevur
fyrrverandi
generalurin
greitt frá, at menn hansara
beindu fyri umleið 20.000
fólk undir borgarakrígnum.
Í dag er Milton Blahyi
kristin trúboðari, og hann
hevur fingið sær navnið
Jósef. Hann sigur við BBC,
at hann iðrar seg um illgerð
irnar og at hann hevur biðið
síni offur um fyrigeving.
Liberiskur generalur viðgongur
óhugnalig mannaoffur
Ferð eftir ferð noyðist
Barrack Obama at
greiða frá, at hann
er ein góður kristin
amerikanari
Eg bleiv tikin í eið, meðan
eg hevði hondina liggjandi
á Bíbliuni. Eg havi verið
limur í teirri somu kristnu
kirkjuni í meiri enn 20 ár,
segði Barrack Obama á velj
arafundi í South Carolina
sunudagin.
Tað er ikki fyrstu ferð, at
hann noyðist at vátta sína
kristnu trúgv alment. Í sein
astuni hava nógvir amerik
anarar fingið eitt teldubræv,
har sagt verður, at Barrack
Obama er muslimur, og at
hann tískil kann vera ein
yvirgangsmaður í amerik
onskum klæðum. Í teldu
brævinum stendur eisini, at
hann legði hondina á Kor
anina, tá hann bleiv tikin í
eið sum senatorur.
Í amerikonsku suðurstat
unum hevur trúarspurning
urin hjá teimum einstøku
valevnunum stóran týdning,
og tí hevur Barrack Obama
gjørt nógv burturúr at mana
leysaøgurnar í jørðina.
Upprunin til leysasøgur
nar um hansara muslimsku
fortíð er, at bæði pápi og
fosturpápi hansara vóru
muslimar, at hann hevur
gingið í skúla í tí muslimska
Indonesia, og so eitur hann
Hussein til millumnavn.
Tað skal tó sigast, at í Indon
esia gekk hann í einum kat
ólskum skúla.
Noyðist at vátta sína trúgv
aftur og aftur
Barrack Obama noyðist at sanna, at í USA kann tað vera
óheppið at hava muslimskan pápa og at eita Hussein til
millumnavn
Milton Blahyi. Í dag er
hann kristin trúboðaði
og biður um fyrigeving
fyri sínar illgerðir
(Mynd: Polfoto)