Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2008 5 Í Tjóðveldinum eru tey so altráð eftir at sleppa í samgongu, at tey enntá hava bjóðað Jørgen Niclasen sessin sum løgmaður fyri at lokka hann at sleppa ætlanini at fara í samgongu við javnaðarflokkin og Sambandsflokkin Samgongu­ Samráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Síðani løgtingsvalið leygar­ dagin, hava tey Tjóðveldi­ num ikki dult fyri, at flokk­ urin ógvuliga fegin vil sleppa í eina samgongu. Serliga vísa tey til tað góða valúrslitið, sum flokk­ urin hevði við eini fram­ gongd upp á 1,6% og er størsti flokkur. Tjóðveldið tulkar valúr­ slitið soleiðis, at føroyingar vilja hava broytingar, og ta støðuna hevur flokkurin brúkt í royndunum at skipa samgongu. Á Gamla Apoteki í morg­ un vistu vælvitandi keldur í Fólkaflokkinum at siga fyri púra vist, at Tjóðveldi hevur bjóðað Jørgen Niclasen, for­ manni Fólkafloksins, sessin sum løgmaður fyri at lokka Fólkaflokkin at koma í sam­ gongu við Tjóðveldi og so­ statt at sleppa samráðing­ unum við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Sjálvur hevur Jørgen Niclasen ongar viðmerking­ ar til tað, men hann stað­ festir, at sessurin sum løg­ maður hevur ikki fremstu raðfesting hjá honum, tí tað, hann nógv heldur vil, er at fáa so nógvan fólka­ flokspolitikk sum gjørligt við í eitt samgonguskjal og fyribils eru samráðingar við Javnaðarflokkin og Sam­ bandsflokkin. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum, sigur, at hesum er onki hald í. ­ Sjálvandi ganga nógvar søgur í eini slíkari støðu, men vit hava als ikki tosað um valdsbýtið í eini møgu­ ligari samgongu. Vit hava bara tosað um politisk mál, segði hann bæði við Sosial­ in og í tíðindunum á Rás 2 klokkan 12 í dag. Høgni Hoydal staðfestir, at Tjóðveldi fær ikki annað enn sitið og bíða og annars, verða til reiðar, skuldi sam­ ráðingarnar um ABC sam­ gonguna kollsiglt og boð verða eftir Tjóðveldinum. Annars heldur hann, at eitt úrslit av valinum er, at ein stórur meiriluti av veljar­ unum vil hava fullveldi, og tí heldur hann, at ein sam­ gonga ímillum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Sjálvstýris­ flokkin avgjørt átti at verið ein møguleiki. Bjóða Jørgen Niclasen at verða løgmaður Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins