týsdagur 22. januar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 15 - 22. januar 2008
tíðindi
Allar fyrst gott nýggjar
øll somul!
2. januar 2008
Í dag eru – 24 stig og lot av eystri.
Ja, tað fer beint í mergin. Árið
byrjaði við at vísa tenn við kulda.
Søgur siga, at ísurin liggur nakað
uttanfyri her hjá okkum í Sisimiut.
Onkrir flakar eru ógvuliga harðir
at hava við at gera. Akamalik kom
inn higar í morgun at landa. Teir
hava fulla last. Sum eg skilji er í
lagi vid kvalitetinum av rækjunum.
Teir skulla sigla einaferð í morgin
um middagin, um alt gongur eftir
ætlan. Teir skuldu byrja at landa
kl 0700 í morgun, men tað bleiv
av ongun, har var onkur missiljing
av R A Line.
3. januar
Í dag er – 18 stig og eitt lot av
eystri. Akamalik loysti seinna
partin nýggjan túr. Teir skulla
eftir ætlan til Nuuk at landa næstu
ferð 27. januar. Nanok Trawl kom
inn at landa í kvøld. Teir hava bert
roynt síðani 1. jóladag og hava
gott 260 tons inni. Slagið er í lagi
verður sagt. Bátarnir, sum eru her
um leiðir, royna í tí nærmasta
holinum, sum teir kalla tad ýti.
Leygarkvøldið kom Lómur inn
eftir kørum og aðrari útgerð. Teir
loystu sunnudagin aftur á fyrsta
túri í 2008.
6. januar
Í dag er illfýsið og kalt um 18
stig. Eg minnist ein mann, sum
plagdi at siga, tá ið veðrið ikki var
til vildar, at tað er gott, at húsini
eru opin innan, og soleiðis er
støðan her í dag. Frætt er frá
canadiska trolaranum Atlantic
Enretprise, at teir høvdu haft
nidur í – 19 stig og vind uppí 55
sek. Men í dag vóru 16 stig. Í
gjár fingu teir 56 tons niður av
rækjum. Inusuk hevur akkurát
kastað. Ocean Prawns er á veg út
til
fiskiskap.
Saputi
og
Newfoundland Pioner eru úti.
Norten Ospray og Newfoundland
Links liggja á 54 30 N og fiska
svartkalva. Men í gjár lógu teir
bakk báðir.
7. januar
Í dag eru – 16 stig vid ælaveðri.
Polar Amaroq landar í Nuuk í
morgun. Steffen C. kom inn her
at landa í morgun og at skifta
fólk. Teir hava verið stutt úti
síðani seinastu landing. Teir hava
um 280 tons inni av rækjum.
Orsakað av ringum sýni kom
tann nýggja manningin ikki fram
í dag. Teir vóru annars sigliklárir
kl 1900 í kvøld.
8. januar
Í dag er – 18 stig, stilli og eitt lot
av eystri úti á. Ja, Várharra, hann
hevur givið okkum ís aftur sum í
gomlum døgum. Og kulda hava
vit eisini havt um næturnar. Í nátt
hevur hann lovað niður í – 3035
stig. Síðan skal frostið minkað til
gott 20 stig restina av vikuni.
Fyrrverandi
trolarin
Ludvig
skuldi vera her til landingartíð í
morgun kl 0700. Hann var ikki
komin kl 1700. Hann hevur veri
uppi í Diskobuktini og roynt. At
síggja á ískortinum so er landfast
líka frá 66 stig norður á 68 stig.
Men tað er ísfrítt upp til
Haruoynna. Eg havi tosað vid
skiparan á Polar Natarnaq, Janus
Samulsen úr Fuglafirði. Hann
segði, at hjá teimun var roynandi
enn. Teir eru inni í Aasiat vid
fullari last av sekkjarækjum,
knapt 200 tons. Teir skullu loysa
aftur í kvøld. Eg síggi ísin við
mínum egnu eygum frá mínum
húsum. Tað eru fleiri ár síðani,
tað er hent. Ísurin liggur innanfyri
Qraasitoyggjarnar, sum liggja
uttanfyri Sisimiut. Steffen C loysti
seinnapartin. Teir høvdu nógvar
trupulleikar við ísi. Seinast eg
hoyrdi, gekk ógvuliga striltið at
koma suður eftir, har allur
rækjuflotin liggur. Teir liggja fyri
tíðina útfyri Nuuk og royna. Sum
støðan er fyri tídina við ísi, verður
ikki nógv lossing her í Sisimiut.
Nataarnaq noyddist inn til Nuuk í
dag. Teir skuldu annars inn í
morgin. Tað hevur verið eitt óført
ár hjá teimun. Teir tríggir bestu
trolararnir hjá Royal Greenland
avreiddu fyri 108, 105 og 102
mill. kr í fjør. Óført.
10. januar
Í dag er stilli og – 15 stig. Regina
C kom inn til Nuuk at landa í
morgun.
Skjótt
broytist
við
ísinum. Dagin eftir, sum hetta
varð fest niður á pappír, er allur
ísur farin til havs. Tað bleiv nakað
av vindi um náttina. Steffan C
koyrdi
norður
yvir
aftur
í
rækjukassan sum vit kalla út fyri
Kangatsiaq. Í gjár var Annunguaq
II inni og legði upp tað sindri,
sum hann hevdi. Hann fór nýggjan
túr í dag, og Lómur kom inn í
morgun við umleið 50 tonsum.
Umstøðunar hava ikki verið til
vildar hjá bátunum. Lómur loysti
aftur seinnapartin nýggjan túr.
Nanoq
Trawl
hevur
fingið
navnabroyting og eitur Polar
Qraasiut.
13. januar
Í dag er – 14 stig og stilli. Frætt er
frá Manu, at teir byrjaðu túr 21.
december og koma til Manitsoq
at landa í morgin. Teir hava 210
tons av svartkalva. Teir hava verið
einsamallir allan henda túrin.
Síðsta túrin, sum vardi 25 dagar,
høvdu teir 110 tons av toski og 75
tons av svartkalva.
Óvanliga nógvur kuldi í Grønlandi
Vit hava fingið ársins fyrstu tíðindini frá Kára við Stein.
Nú er aftur kuldi í Grønlandi sum í góðu
gomlu døgunum
So nær var ísurin Møllers Ø, niðanfyri húsini hjá Kára
Steffen C frá Nuuk
Hesum skipi hava nógvir føroyingar verið við. Hetta er fyrrverandi Lutvig úr Manitsoq, nú Annunguuaq II
úr Sisimiut. Hann ísar rækjur í kør eins og Lómur