Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Uttan arbeiðsmegi úr Póllandi og Baltalondum hevði danski búskapurin ikki verið so sterkur, sum hann er ArbeiðsmArknAður Árni Joensen arni@sosialurin.fo Í Danmark hevur verið nógv orðaskifti um ta út­ lendsku arbeiðsmegina, men kortini heldur ráðharrin Claus Hjort Frederiksen, at Danmark hevur havt gagn av viðurskiftunum. ­ Fyri bara fáum árum síð­ ani var tað næstan so, at danir høvdu hug at senda boð eftir herinum, hvørja ferð teir sóu ein póllending arbeiða í Danmark. Soleiðis er tað ikki longur. Vit hava eina heilt aðra uppfatan av teimum fremmandu, tí tey loysa okkara trupulleikar við vantandi arbeiðsmegi, sigur ráðharrin við danska útvarpið. Ein nýggj frágreiðing, sum er almannakunngjørd í dag, vísir, at alt fleiri fólk úr Póllandi og Baltalondum hava leitað sær til Vestur­ evropa og Norðurlond at arbeiða, síðani hesi londini komu upp í ES tann 1. mai í 2004. Ella sagt við øðrum orðum hevur arbeiðsmegin í Póllandi og Baltalondum gagnnýtt møguleikan at fara vesturum at arbeiða. Frágreiðingin kemur til ta niðurstøðu, at arbeiðs­ megin úr teimum eystur­ evropeisku londunum og serstakliga Póllandi og Baltalondum hevur verið medvirkandi til størri búskaparvøkstur í Norðan­ londum, samstundis sum tann útlendska arbeiðsmegin eisini hevur gjørt, at inflasjónin í Norðanlondum hevur verið minni, enn hon annars hevði verið. Eisini ein baksíða Men eisini hendan medaljan hevur eina baksíðu. At so nógvir póllendingar og balt­ ar eru farnir vesturum at arbeiða síðani 2004, hevur havt við sær, at nú er trot á arbeiðsmegi í teirra egnu londum. Danski arbeiðsma rknaðarráðharrin heldur kortini ikki, at danir skulu hava ringan smakk í munn­ inum. ­ Eg eri ikki samdur við teimum, sum siga, at t. d. Pólland hevur trot á arbeiðs­ megi, tí so nógvir póllend­ ingar eru farnir av landinum at arbeiða. Hetta er ein trupulleiki, sum Pólland og Baltalond mugu loysa. Satt at siga haldi eg, at tað er ein fyrimunur fyri Pólland, at ein póllendingur kann fara til Danmarkar at arbeiða fyri eina góða løn, og at hann so kann fara heim aft­ ur við pengunum, sigur Claus Hjort Frederiksen við DR. Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar Útlendska arbeiðsmegin gagnar búskapinum Claus Hjort Frederiksen: -Uttan útlendsku arbeiðsmegina hevði danski búskapurin ikki verið so sterkur, sum hann er Sosialurin bjóða nú kundunum at lýsa á flatskíggjum, sum eru settir upp á støðum, har yvir 1.000 fólk vitja um dagin LÝsinGAr Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sum nakað nýtt er Sosial­ urin farin at bjóða út ein nýggjan lýsingarmiðil. Hetta eru lýsingarskíggjar­ ar, sum eru at síggja á ymiskum støðum kring Før­ oyar. Skíggjarnir eru LCD 40 tumma inniskíggjar. ­ Ætlanin at bjóða kund­ um okkara ein nýggjan lýs­ ingarmøguleika, og er hesin sera væl egnaður til bæði stórar, sum smáar lýsarar. Umframt lýsingar, verður rullandi tekstur við feskum tíðindum frá Sosialinu, sig­ ur Gudny Langgaard, mark­ naðarleiðari á Sosialinum. Skíggjarnir vórðu tiknir í brúkt fyrst í árinum og hava verið sera nógv brúktir – og serliga vælumtóktir í sam­ bandi við løgtingsvalið. Gudny Langgaard sigur, at hesin lýsingarhátturin er ein skjótur, einfaldur og bí­ ligur háttur at reklamera uppá. Allar fyritøkur, stórar sum smáar, sum hava áhuga at markera seg í einum ávís­ um øki, fyri ein sera rími­ ligan prís. Skíggjarnir fara at standa har sum áleið 1000 fólk um dagin síggja skíggjan. Avtala er fyribils gjørd við 10 støð, har skíggjarnir eru settir upp, og fer talið væntandi upp á 15 skíggjar, innan stutta tíð. Higartil eru skíggjarnir at síggja á: Vár í Klaksvík Postverkið í Klaksvík Vár í Saltangará Haraldsen í Fuglafirði Mylnan í Miðvági 2 skíggjar á Statoil á Argjum 2 skíggjar í Handils­ kjarnin í miðbýnum í Havn Keypsamtøkan í mið­ býnum í Tórshavn Gudny Langgaard sigur, at lýsingarnar vera skiftar eftir tørvi til avtalaða tíð, men skulu koyra minimum í eina viku. ­ Fyritøkan sum lýsir, kann velja hvørjum skíggj­ um, hon vil lýsa á. Goldið verður pr. skíggja, sigur hon. Gjald verður tikið fyri longdina av lýsingunum 10 sek., 15 sek. og so fram­ vegis. Lýsingin verður sett inn í ein reklamublok sum varar 120 sek., sum tískil merkir, at tað einans er pláss fyri 12 lýsingum per viku á hvørjum skíggja. ­ Á hendan hátt verður lýsingin víst minst 30 ferðir um tíman. Soleiðis hava øll sum vitja hølini, har skíggj­ arnir standa, møguleika fyri at síggja lýsingina. Kostnaður fyri hvørt lýs­ ingaspott á hvørjum skíggja um vikuna er 1.500 kr uttan mvg á øllum støðum. Hvørt spott er 10 sek. ­ Møguleiki er hjá einum kunda eitt nú at keypa sær alt plássið á einum skíggja, fyri einans 18.000,00 kr., umframt avsláttur, sum øll fáa, ið keypa minimum 5 spot. Hetta merkir, at Sosial­ urin nú kann bjóða kundu­ num blaðlýsingar, radiolýs­ ingar, netlýsingar og eisini skíggjalýsingar, sum gevur kundum okkara stóran fyri­ mun, bæði viðvíkjandi prísi, tænastu og profilering, sigur Gudny Langgaard. Bjóða nú skíggjalýsingar kring landið Hesin lýsingarskíggin hongur í handlinum hjá Haraldsen í Fuglafirði