týsdagur 22. januar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 15 - 22. januar 2008
»Tey fólk, ið
peningaliga skjótt
eru blivin rík, eru
tey somu, sum skjótt
gerast fátøk.« Aftan
fyri hesi orð goymir
seg áminningin um,
at tú ongantíð skalt
lata teg rúsa av egnari
viðgongd (succes) og
harvið gera íløgur við
tí sannføring, at tú
er fullkomin og ikki
kanst gera mistøk. Ert
tú náddur har til, er
vegurin til húsagang
vísur segði Sverri
Justinussen, leiðari
á íløgudeildini hjá
Eik, tá vinnarar av
íløguspæli vórðu
kunngjørdir
Framløga í miðla
húsinum mána
kvøldid 14. januar
2008
Tað hevur verið lætt og
nærmast vandaleyst at verið
íleggjari á partabrævamark
naðunum seinastu 4 – 5
árini. Eftir stóra skrædlið á
partabrævamarknaðunum
árini beint eftir árhundrað
skiftið eru partabrøv hækk
að í kursi næstan uttan
íhald. Sum íleggjari hevur
tú næstan ikki kunna slopp
ið undan at vunnið pening á
marknaðunum. Góður fram
burður í heimsbúskapinum
saman við lutfalsligari lág
ari prísáseting á partabrøv
um mált uppá lyklatøl hevur
verið orsøkin. Amerikanski
búskapurin kom av álvara
aftur í snúningar eftir rak
árini í 2000, 2001 og 2002.
Búskapirnir í fjareystri við
Kina á odda hava upplivað
ein vøkstur, sum ikki er
sæddur fyrr. Globalisering
gjørdist av álvara eitt tema.
Sjálvt týski búskapurin og
harvið eisini búskapurin í
evruøkinum sum heild, kom
loksins í snúðningar eftir at
hava ligið í andaleypi næst
an síðan Berlinmúrurin fall.
Framburðurin merkti, at
inntøkugrundarlagið
og
virðisskapanin í børsskrá
settu fyritøkunum støðugt
vaks og harvið eisini prís
ásetingin og marknaðar
virðið.
Myndin er tó vend sein
asta góða hálva árið. Longu
fyri einum ári síðani byrjaðu
ávísir trupulleikar at hómast
í USA. Húsa og íbúðar
marknaðurin, sum nærmast
hevði verið euforiskur hesi
góðu árini, orsakað av góð
um búskaparligum fram
burði, lágari rentu og laga
ligum lánitreytum, byrjaði
at ridla. Tá farið var um
hálvárskiftið í fjør, byrjaði
støðan at gerast hættislig og
var hetta byrjanin til sokall
aðu subprime kreppuna á
fíggjarmarknaðunum,
ið
gjørdist til eina veruliga
kredittkreppu við eftir øll
um at døma álvarsligum
realøkonomiskum fylgjum.
Hetta hevur sanniliga merkt
partabrævamarknaðin
í
2007, sama tíðarskeið, ið
partabrævaspælið, ið vit í
kvøld leggja lok á, hevur
koyrt.
Hvar standa vit so nú?
Seinastu mánaðirnar er sjón
fyri søgn: Støðan í ameri
kanska búskapinum er bara
vorðin verri: húsamarknað
urin er bara versnaður,
brúkaraálitið og vísitøl fyri
vinnuna peika øll bara
niðureftir, og høgi oljuprís
urin er eitt haft um beinini
hjá bæði vinnuni og vanliga
brúkaranum. Ein beinleiðis
recessión er vorðin alt
meira sannlík (def. 2 árs
fjórðingar á rað við 0 ella
negativum vøkstri) Ameri
kanski tjóðbankin við Ber
nanke á odda hevur viður
kent støðuna. Síðan august
mánað er leiðandi rentan
lækkað við 1% stigi í trim
um umførum, og nú verður
skrúvað upp fyri ferðini. Á
rentufundinum seinast í
mánaðinum verður rentan
sannlíkt lækkað við 0,50%
stigi, og fleira lækkingar
eru ivaleyst ávegis.
Gongdin í amerikanska
búskapinum kemur heilt
víst at hava negativ árin á
heimsbúskapin sum heild.
Hinvegin er týdningurin av
amerikanska búskapinum í
heimsbúskaparligum høpi
ikki eins stórur sum fyri
bara nøkrum árum síðani.
Klára búskapirnir í Kina og
fjareystri at halda dampinum
uppi, so verða heimsbúskap
arligu árinini av kreppuni í
USA ikki eins stór og tey
kundi blivið. Spurningurin
er bert, um Kina klárar at
halda dampinum uppi!
Ofta verður sagt, at parta
brævamarknaðurin
er
framman fyri sína tíð. Vit
kunnu í hvørt fall staðfesta,
at flestu partabrævamarkn
aðir er longu falnir lutfals
liga nógv, síðan teir vóru
upp á tað hægsta í 2007
(OMXC20 18,5%, OMXS
25%, OBX 15% osv.).
Hvussu kemur at ganga
komandi mánaðirnar velst
um, hvussu álvarsligur bú
skaparligi slakkurin verður,
hvussu longi hann kemur at
vara, og hvussu stemning
urin generelt verður í markn
aðinum. Vert er tó at bíta
merki í, at partabræva
marknaðirnir í flestu førum
finna støðufesti aftur og
hækka, áðrenn búskaparligu
konjunkturarnir
venda
aftur. Hetta tí, at prísáseting
in á partabrøvum í veruleik
anum er grundað á fram
tíðarútlit. Harafturat er vert
at bíta merki í, at partabrøv
máld uppá lyklatøl ikki eru
dýr samanborið við støðuna
afturi í 2000, áðrenn so
kallaða ITboblan brast.
Endamálið
við
parta
brævaspælinum, sum fleiri
túsund fólk hava luttikið í,
var fyrst og fremst at skapa
áhuga fyri partabrøvum og
partabrævaíløgum. Í einum
partabrævaspæli kanst tú
uttan váða gera tær nakrar
royndir av, hvørjar møgu
leikar tú hevur á partabræva
marknaðinum,
og
ikki
minst hvørjar vandar tú til
eina og hvørja tíð stendur
»Lat ongantíð »grádigheit« fáa
fastatøkur á tær við tí úrsliti,
at tú gert býttisligar íløgur, ella
íløgur, har tú ikki hevur mett
um, hvat úrslitið verður, um ikki
gongur sum væntað.«
»»Disciplinur« er lyklaorðið hjá
tær sum íleggjari. Set ongantíð
hús og heim og familjurnar
vælferð í veg fyri at tjena pening.
Tað er ikki tað vert.«
»Hugsa teg væl um
Kunna teg um marknaðin og tey
partabrøv, ið verða handlað á
marknaðinum
Syrg fyri eini nøktandi
váðaspjaðing
Ger tínar íløgur eftir førimuni
Minst til, at partabrævaíløgur
í veruleikanum skulu vera
langtíðaríløgur
Hav disciplin og lat teg ikki fanga
av »grádigheit««
Lat teg ikki
rúsa av egnari
viðgongd
Tekniska umsiting í Klaksvík mennast
Tvey nýggj starvsfólk eru nú sett á Teknisku umsiting. Ein umhvørvisleiðari og ein landmálingsteknikari, skrivar
heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu. Hanna Dalsenni (til høgru á myndini) er sett í starv sum landmálingsteknikari í
Klaksvíkar Kommunu. Høvuðsuppgávan hjá Hannu verður at kortleggja Klaksvíkar Kommunu. Ynskið hjá Teknisku
umsiting hevur leingi verið at dagført avsetingar og kortleggingararbeiðið í kommununi, og hetta verður nú veruleiki.
Síðani skal hetta arbeiðið integrerast í teldukortskipanina hjá kommununi, og framyvir kunnu borgarar fáa fesk kort
útflýggjaði í Miðlan ella heinta kort niður frá heimasíðuni. Á hesum kortum fer at bera til at síggja gøtuljós, vatn og
kloakkleiðingar í kommununi. Tórhild Bjarkhamar (til vinstru á myndini) er sett í starv sum umhvørvisleiðari í
Klaksvíkar Kommunu. Høvuðsuppgávan hjá Tórhild verður at skráleggja umhvørvisøkið og gera virkisætlanir. Ynski
frá Teknisku umsiting er at fáa skipaði viðurskifti innan ymsu umhvørvisgreinarnar og harumframt at skipa fyri
munadyggum umhvørvisátøkum. Heilsufrøðilig eftirlit við eitt nú handlum, áum og oljutangum og harumframt at
viðgera umhvørvisbágar í kommununi. Tórhild verður eisini skrivari í Heilsu og Umhvørvisnevndini.