týsdagur 22. januar 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 15 - 22. januar 2008
yvir fyri. Fyrimunirnir við,
at hetta partabrævaspælið
nettup hevur koyrt seinasta
hálvárið, er, at tíðin hevur
verið merkt av fjáltri og
ótryggleika á marknaðinum.
Á henda hátt hava tey, ið
hava luttikið í spælinum,
mugu ásannað, at tað at
gera partabrævaíløgur krev
ur umhugsni, tað inniber
vanda, men so sanniliga
eisini møguleikar.
Áðrenn eg fari at gevast,
skal eg geva tykkum, ið
veruliga eru farin undir at
gera partabrævaíløgur, ella
umhugsa at gera veruligar
partabrævaíløgur,
nøkur
góð ráð.
Hugsa teg væl um
• Kunna teg um
marknaðin og tey
partabrøv, ið verða
handlað á marknaðinum
• Syrg fyri eini nøktandi
váðaspjaðing
• Ger tínar íløgur eftir føri
muni
• Minst til, at partabræva
íløgur í veruleikanum
skulu vera langtíðar
íløgur
• Hav disciplin og lat teg
ikki fanga av ”grádig
heit”
Nú skal eg sjálvandi ansa
eftir ikki at gerast alt ov
profetiskur, men nøkur væl
vald orð til seinast, kann eg
ikki lata vera við:
Eitt orðatak sigur:
”Tú kanst fáa allar tínar
syndir fyrigivnar, bara ikki
beinleiðis býttisskap” .
Tað, vit kunnu fáa burtur
úr hesum orðum, er, at tú
sum íleggjari heilt víst fert
at gera skeivar íløgur, og tú
mást læra teg at fyrigeva
tær sjálvum. Hinvegin fer
tú at fáa marruna av at hava
gjørt mistøk grundað á
ófyrigevandi býttisskap.
Lat ongantíð ”grádigheit”
fáa fastatøkur á tær við tí
úrsliti, at tú gert býttisligar
íløgur, ella íløgur, har tú
ikki hevur mett um, hvat
úrslitið verður, um ikki
gongur sum væntað.
”Disciplinur” er lyklaorð
ið hjá tær sum íleggjari. Set
ongantíð hús og heim og
familjurnar vælferð í veg
fyri at tjena pening. Tað er
ikki tað vert.
Eitt annað orðatak sigur:
”Tey fólk, ið peningaliga
skjótt eru blivin rík, eru tey
somu, sum skjótt gerast
fátøk”.
Aftan fyri hesi orð goymir
seg áminningin um, at tú
ongantíð skalt lata teg rúsa
av egnari vidgongd (succes)
og harvið gera íløgur við tí
sannføring, at tú er fullkom
in og ikki kanst gera mistøk.
Ert tú náddur har til, er veg
urin til húsagang vísur.
Tykkum øllum kunnugt, so
er virksemið hjá Kaupthing
í Føroyum vorðin ein partur
av Eik. Hetta merkir millum
annað, at virksemið, ið hev
ur við virðisbrævamarknað
irnar at gera, er samlað í
einari sterkari eind við fak
fólki, ið dagliga fylgir
marknaðunum. Tit eru altíð
Sverri Justinussen, stjóri
fyri Íløgudeildini hjá Eik í
Miðlahúsinum: Hav disciplin
og lat teg ikki fanga av
”grádigheit
Mynd: Jens Kristian Vang
Grønland gongur undan
Sum fyrsta land í heiminum fer Grønland at vaksinera bæði dreingir og gentur ímóti
HPVvirusi, sum millum annað kann elva til lívmóðurhálskrabba. Tilboðið verður
boðið øllum 12 ára gomlum børnum og er ókeypis. Heilsumyndugleikarnir meta, at
sum frá líður verður úrslitið, at einar sjey færri kvinnur fara at doyggja av
lívmóðurhálskrabba um árið. Átakið er mett at kosta 2,5 mió. krónur, men
heilsuverkið væntar at spara líka nógv um árið.
Grønlendska heilsuverkið væntar sær nógv
burtur úr vaksineringini (Mynd: Sermitsiaq)
Frá íløgukvøldinum í Miðlahúsinum, sum Eik og Sosialurin skipaðu fyri
Mynd: Jens Kristian Vang