Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 15 - 22. januar 2008 Uttan mun til hvussu gongur við Williamboringini, so verða fleiri brunnar boraðir bæði á føroyska landgrunninum og í bretskum øki tætt við markið komandi tvey árini Oljuleiting Analysa Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað eru gingnir tríggir mán­ aðir, síðani boripallurin Transocean Rather setti borin í undirgrundina á Williamleiðini á føroyska landgrunninum. Hetta er sætti brunnurin síðani hol varð sett á føroyska olju­ ævintýrið fyri skjótt átta árum síðani. Hinir fimm brunnarnir hava ikki víst olju ella gass í brúkligum nøgdum, tó at ein virkin kolvetnisskipan er staðfest í undirgrundini. Øll eygu eru í løtuni vend móti Williamleiðini á land­ grunninum. Sosialurin hev­ ur roynt at sleppa sær um­ borð á boripallin, men vegna trygdina hevur hetta ynski okkara ikki vunnið frama. Tí varð roynt stytri leiðina, BP skrivstovuna Yviri við Strond. Hýrurin varð góður á fólki, tá vit fingu innferðarloyvi, tó at hetta ikki nýtist at hava nak­ að við boriúrslitið at gera. Á 2. hædd sita tríggir ser­ frøðingar frá BP í Onglandi og eitt umboð fyri bori­ felagið Transocean Rather. Oddamaðurin fyri sjálva boringina, harra Truemann er blíður og fryntligur, men hevur ikki so góðan hug at tosa um boringina. Hann situr við ein stóran teldu­ skíggja og hyggur at seis­ mikkinum. Vit loyva okkum sjálvandi at spyrja, hvussu gongst. ­ Vit bora framvegis. Tað er tað einasta, sum hann vil siga og vísir til, at talan er um ”tight hole status”, tvs. at eingir upplýsingar verða latnir til almenningin. Sum skilst hevur gingið misjavnt við boringini. Vetrarveðrið hevur tarnað arbeiðinum nakað. Nú borað hevur verið í 90 dagar er greitt, at komið er rættiliga langt niður. Herfyri frættist, at borurin var komin niðar á góðar 3000 metrar. Samlaði teinurin er 4750 metrar. Alt Føroya fólk og olju­ heimurin bíða við spenningi eftir úrslitinum. Nú veðrið og ein øðrvísi jarðfrøði sum skilst hava tarnað boringini nakað er sannlíkt, at borað fer at vera langt út i februar mánað og møguliga inn í mars við. Aðrir brunnar Skuldi tað hent, at henda boringin verður turr, so merkir tað tó ikki, at olju­ leitingin steðgar og føroyska leitiævintýrið er av. Sosial­ urin hevur roynt at hugt nærri eftir, hvørjar boriverk­ ætlanir standa fyri framman á Atlantsmótinum komandi árini. Seinni í ár fer oljufelagið Amerada Hess saman við eitt nú Dong og Chevron at bora ein rættiliga týdningar­ miklan og avgerandi av­ markingar­ og metingar­ brunn á Camboleiðini á bretskum øki, tætt upp at føroyska markinum. Eisini fer Chevron saman við Stat­ oil, Dong og OMV at bora nakrar nýggjar avmarkingar­ og møguliga eisini útbygg­ ingarbrunnar á nógv um­ røddu Rosebankleiðini á bretskum øki eisini tætt upp at markinum. Aðrir avmarkingarbrunn­ ar, sum eru boraði á hesum báðum leiðum, Cambo og Rosebank, hava givið so mikið góð úrslit, at fyri­ støðufeløgini umhugsa útbyggingar. Fara vit so inn á føroyska landgrunnin, standa tveir nýggir brunnar fyri framm­ an. Annar teirra Anne Marie er nærhendis Cambokeld­ uni. Hann verður boraður í 2009. Fyristøðufelagið er ENI. Hin brunnurin verður boraður í loyvi 008, á Súlu og Stelkurleiðini tætt uppat Rosebankkelduni. Hesin verður helst boraður tíðliga í 2009. Tað áhugaverda við hes­ um brunnunum, sum verða boraðir á umrøddu fýra loyvum, er, at úrslitini bretsku megin markið kunnu fáa týdning fyri olju­ leitingina við Føroyar sum heild. Sum Sosialurin skilur frá oljuserfrøðingum, ið hava kunnleika til bæði før­ oysku og bretsku undir­ Fleiri spennandi brunnar í havs- brúnni Øl til Danmarkar Grønlendska bryggjaríið Greenland Brewhouse fer nú at leggja seg eftir at økja søluna á danska ølmarknaðinum. Bryggjaríið, sum er í Narsaq, fór undir at selja øl í Danmark í fjør, men samskiftið við danska umboðið riggaði ikki eftir ætlan. Tí fer stjórin, Salik Hard, til Danmarkar í vikuni at finna ein annan søluhátt. Sum skilst var bryggjaríið misnøgt við, at grønlendska ølið bleiv selt sum bíligt øl í Danmark. Tað skal broytast, sigur KNR. Grønlendingar ætla at selja meiri øl til Danmarkar (Mynd: Sermitsiaq) Tey hava úr at gera á høvuðsmistøðini hjá BP Yviri við Strond, har data alla tíðina koma frá boripallinum, Transocean Rather. Her leiðarin av boringini, Trueman, ið ferð við at hyggja at seismikkinum Mynd: Jan Müller Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP, her saman við einum av serfrøðingunum hjá BP, sum arbeiðir við boringini á landgrunninum Mynd: Jan Müller