Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 15 - 22. januar 2008 Grandi sigur upp Stóra íslendska fiskivinnufyritøkan Grandi kunngjørdi í gjár, at hon hevur gjørt av at gevast við at hagreiða botnfisk á virkinum, sum felagið hevur á Akranesi. Orsøkin er, at toskakvotan er so nógv skerd, og kanningar hava víst, at tað loysir seg ikki at flyta annan fisk so sum upsa á virkið at hagreiða. Umleið 60 fólk hava arbeitt við at hagreiða botnfisk á Akranesi, og tey eru nú uppsøgd. 20 fólk skulu halda fram at hagreiða lodnurogn. Avgerðin at skerja toskakvotuna rakar nú eisini Akranes (Mynd: Morgunblaðið) grundina, so verða allir hes­ ar brunnar mettir at goyma kolvetni. Hetta er longu staðfest á Cambo og Rose­ bankleiðunum og skal nú endaliga svarið fáast, áðr­ enn sett verður á at byggja út. Teir báðir brunnarnir, sum borast skulu á Føroy­ økinum, liggja í jarðfrøði­ ligum økjum, sum líkjast teimum bretsku megin markið. Ikki endin Samanumtikið kann sigast, at hóast Williamboringin verður eitt vónbrot, so verð­ ur tað ikki endin á oljuleiting við Føroyar. Leitiðvirksemi báðumegin markið fer at halda fram. Ja útlit eru entá góð fyri, at vit fara at síggja tvær framleiðandi oljukeld­ ur á bretskum øki skamt frá markinum um ikki so mong ár. Hendir tað at framtíðar brunnarnir vit hava umrøtt her – á føroyskum øki – goyma kolvetni, tá kunnu hesir troyta bretska infra­ strukturin í grannalagnum. Og her skulu vit eisini hava í huganum, at oljufeløg og breskir myndugleikar júst í hesi løtu arbeiða við eini verkætlan at menna gass­ fund vestan fyri Hetland samtíðis sum eitt undir­ støðukervi verður útbygt. Víst hevur Williambrunn­ urin størsta áhugan í løtuni. Vit eiga tó ikki at gloyma aðra týðandi leiting og møguliga útbygging, sum verður at fara fram á Atlants­ mótinum komandi árini. Vit síggja her part av borivirkseminum á føroyska landgrunninum og í bretskum øki tætt upp at markinum í næstu framtíð. Williambrunnurin (1) verður boraður í løtuni. Næsta ár verður Anne Marie brunnurin á føroyskum øki boraður (2). Seinni í heyst verða avmarkingarbrunnar boraðir á Cambofundinum í bretskum øki stutt frá markinum (3). Komandi vetur ella á vári 2009 verða avmarkingar- og møguliga útbyggingarbrunnar boraðir á Rosebankfundinum (4). Loksins verður leitibrunnur helst boraður í 008 loyvinum (Súlan og Stelkur) á føroyska landgrunninum í 2009 (5)