týsdagur 22. januar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 15 - 22. januar 2008
– Eg veit ikki rættiliga,
hvat eg fari at gera, tá
eg verði liðug við 10.
flokk. Kanska fari eg
at halda fram her á
NORÐFRA, kanska
finni eg uppá okkurt
annað, sigur 16 ára
gamli Justrid Joensen
í Hvannasundi
Flakakvinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Norðdepil: - Mær dámar
sera væl at arbeiða her, men
um eg fortseti – tað fer tíðin
at vísa, sigur hon við Sosial-
in.
Hósdagin í farnu viku
vóru vit á vitjan á virkinum
NORÐFRA í Norðdepli.
Her var nakað av fólki til
arbeiðis henda kalda januar-
dagin.
Júst hesa løtuna vórðu
tey órógvað av einum held-
ur sjáldsomum vetrargesti:
Ein týskur ferðamaður var
komin framvið við bili sín-
um fyri at keypa føroyskan
fisk.
Hann skuldi til Danmarkar
Gott at arbeiða á fla
NORÐFRA
NORÐFRA er veitari av fyrstafloks fiskavørum til føroysku
heimini og til stórkøkar. Felagið NORÐFRA hevur egna
framleiðslu á flakavirkinum við sama navni, og hevur
heimstað í Norðdepli. NORÐFRA er eitt løggildað virki,
sum umframt at selja fyrstafloks fiskavørur til føroyingar,
eisini selur tær føroysku fiskavørurnar til keyparar í USA
og á europeiska marknaðinum.
FAKTA
- Mær dámar væl at
arbeiða her, sigur Justrid
Mynd: Høgni Thomsen
Streymurin harðnar
Seinastu dagarnar hevur verið rættiliga gott útróðrarveður, og
so verður eisini eina stund aftrat. Á Sandoynni verður sagt frá,
at fleiri línubátar hava roynt hesar dagarnar, skrivar heimasíðan
bkv.fo. Streymtalvan sigur kortini, at streymurin tekur til í
morgin og hósdagin. Fiskiskapurin hevur annar ligið um 100
pund uppá stampin. Myndin er av Fiskakletti, sum er ávegis til
Skopunar úr Hesti.