Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 vinnan Nr. 15 - 22. januar 2008 við Norrönu, sum lá í Ánu­ num, fáar tímar seinni. Gott var at fáa eitt gott kók ella fleiri heim við sær aftur. ­ Mær dámar væl at arbeiða her. Tað er altíð gott at forvinna sær nøkur oyru, sigur Justrid við einum brosi. Í morgun fór hon fyrst í skúla í Klaksvík, men so skjótt sum dagurin var liðug­ ur, fór hon norðurum aftur. Longu klokkan hálvgum eitt fór hon til arbeiðis. ­ Eg vænti, at vit arbeiða til klokkan fimm í dag, sig­ ur hon. Kalt arbeiði Hóast sín unga aldur, eigur Justrid longu síni mongu spor á virkinum í hesi lítlu bygdini á Borðoynni. Hon byrjaði so smátt at arbeiða her aftaná skúlatíð, meðan hon gekk í 9. flokki. Og nú hon gongur í 10. flokki í skúlanum á Ziska­ trøð í Klaksvík, hevur hon hildið fram við hesum. Tað er jú altíð gott við nøkrum oyrum aftrat í tí dagliga! Arbeiðsdagarnir eru sjálv­ andi ymiskir. Onkutíð er nógv at gera, meðan tað er heldur minni til aðrar tíðir. ­ Tað strævnasta er at standa aftanfyri bandfryst­ arin. Tað vil siga, ­ tað er kanska ikki so øgiliga strævið, men tað er eitt sera kalt arbeiði, sigur Justrid. Raspað fløk Tá ein arbeiðir á einum slík­ um virki, sum í lýsingum sínum kallar seg veitara av fyrstafloks fiskavørum, kunnu arbeiðsuppgávurnar vera so ymiskar. ­ Jú, mítt arbeiði er rætti­ liga fjølbroytt. Onkutíð pakki eg, og til aðrar tíðir standi eg aftanfyri band­ frystarin ella arbeiði við at raspa fløk, greiðir Justrid frá. Henda hósdag seinnapart, tá vit hittu hana á NORЭ FRA, var hon í ferð við at gera ein stóran bunka av eskjum klárar. Í rúminum merkist ein týðiligur angi av teirri vør­ uni, sum skal í hesar eskj­ urnar: Raspað fløk. Hegnisliga ger hon eskj­ urnar til og setir tær upp á rað. Tað er týðiligt at síggja, at hetta er ikki fyrstu ferð at hon roynir seg í hesum. Góður tónleikur Nú hevur Justrid longu arbeitt her í eina tíð, og hon veit tí nakað um, hvussu tað er at arbeiða á einum slíkum virki. Her finnast fólk í ymisk­ um aldri, men hon kann kortini fegnast um, at tær eru í hvussu so er tríggjar gentur á hennara aldri. – Tað er í fínasta slag at arbeiða her, sigur Justrid við einum brosi. Hóast tær vanliga hava úr at gera, er kortini onkur lítil løta, har tær kunnu stinga høvdini saman og líka fáa eitt stutt prát, áðrenn tær skunda sær aftur til arbeiðis. Tann einasti – og kanska besti – fylgisveinurin gjøg­ num arbeiðsdagin er MP 3­ spælarin og oyrasnigilin. ­ Mær dámar sera væl at lurta eftir tónleiki, meðan eg arbeiði, sigur Justrid. kavirki Telda, filmar og vinir Vanligi gerandisdagurin hjá Justrid byrjar við skúlagongd í Klaksvík, og so fer hon til arbeiðis á virkinum í Norðdepli einar 3­4 ferðir um vik­ una. Henni dámar væl at arbeiða her, men gleðir seg eisini til at hava frí hinar seinnapartarnar í vikuni. ­ Tá eg havi frí, eri eg sum oftast heima við hús, sigur hon. Í heimbygdini Hvanna­ sundi eru nógv ungfólk. Í hennara aldri eru tey eini fimm í tali. Hon plagar ikki at íðka ítrótt, men dámar hinvegin væl at sita við telduna, hyggja eftir filmi og lurta eftir tónleiki. ­ Annars fylgist eg við hinum ungu í bygdini, sigur Justrid ” Tað strævnasta er at standa aftanfyri bandfrystarin. Tað vil siga, tað er kanska ikki so øgiliga strævið, men tað er eitt sera kalt arbeiði ” Eg vænti, at vit arbeiða til klokkan fimm í dag Justrid hevur arbeitt á NORÐFRA í meiri enn eitt ár Mynd: Høgni Thomsen Vanliga arbeiðir Justrid einar 3-4 seinnapartar um vikuna á NORÐFRA. Hinar dagar nýtir hon saman við vinfólkum sínum ella heima við hús Mynd: Høgni Thomsen Tøkan av laksi og sílum veksur aftur Tøkan av laksi og sílum í 2007 er gjørd upp. Havbúnaðarfelagið samlar inn tøl fyri tøkuna av laksi og sílum pr. viku frá sláturvirkjunum, skrivar heimasíðan industry.fo. Sum talvan vísir, vórðu tikin 22.305 tons av laksi og 7.648 tons av sílum, tá gjørt verður upp í rundari vekt. Kreppan í alivinnuni hevur merkt at tøkan síðani 2003 er fallin hvørt ár og rakk botnin í 2006, sum var tað ringasta árið. Men nú gongur rætta vegin aftur.