Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 vinnan Nr. 15 - 22. januar 2008 Seinni í vikuni verða væntandi fleiri landingar í Saltangará, tá ið partrolararnir koma aftur av túri Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár og í dag hevur lítið landingarvirksemi verið á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará. Einasta skipið, sum hevur landað hesar báðar dagar­ nar, er línuskipið Stapin, sum landaði eini 40.000 pund í gjár. Hetta var ein lutfalsliga stuttur túrur, tí Stapin landaði eisini seinasta mánadag. Seinni í vikuni koma ís­ fiskatrolararnir Stelkur, Bakur, Rókur og Lerkur væntandi inn at landa. Um bátarnir koma í morgin, hósdagin ella fríggjadagin, var ikki greitt, tá ið vit frættu fyrrapartin í dag. Í Saltangará verður eisini roknað við, at Polarhav og Stjørnan koma inn at landa seinast í vikuni. Ivasamt er tó, um báðir bátarnir fara at landa í Saltangará. ­ Óhugsandi er ikki, at Polarhav og Stjørnan kanska fara at draga túrin út til mánadagin, siga tey í Saltangará. Góði upsafiskiskapurin, sum partrolararnir høvdu herfyri, er heldur lakari nú, men skipini fáa framvegis væl av fiski. ­ Ein vika, sum gevur einum “pari” eini 340.000­ 360.000 pund, er jú ikki ring, siga tey á Beta. Deydlig byrjan á Beta í Saltangará Upsafiskiskapurin er eitt sindur lakari í løtuni, men skipini fáa framvegis væl av fiski Mynd: Vilmund Jacobsen Virðið á innflutninginum veksur framhaldandi Innflutt varð fyri góðar 4.7 mia. kr. frá januar til november 2007. Hetta er ein vøkstur uppá 9% í mun til sama tíðarskeið 2006. Tá skip ikki verða tald við er vøksturin 7%. Vøksturin stavar serliga frá innflutningi av akførum, maskinum og aðrari útgerð eins og tilfari til brúk í vinnuligari framleiðslu, verður sagt av Hagstovuni. Innflutningurin til vinnuliga nýtslu (sí talvuna) er øktur við 10%, men innflutningsvirðið av brennievni er nú 7% lægri í mun til sama tíðarskeið 2006. Annars var innflutningurin til beinleiðis nýtslu í húsarhaldinum 6% størri í 2007. Vøksturin stavar serstakliga frá mati, drykkjuvørum og tubbaki. Hinvegin er innflutningurin av stuttleikabátum, húsvognum og akførum óbroyttur. - Eingin ivi er um, at svartkjafturin fer at taka seg upp vestanfyri Írland, men hinvegin er ikki vist, at fiskiskapurin í føroyskum sjógvi fer at halda fram, nú svartkjafturin er á veg suður á leiðirnar at gýta, siga tey á Havsbrún Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu dagarnar hava nøkur føroysk svartkjafta­ skip fingið nógvan svart­ kjaft einar 130­140 fjórð­ ingar beint suður úr Føroyum. Fagraberg kom á Fugla­ fjørð síðstu nátt við umleið 3.100 tonsum, og væntandi kemur Carlton við 1500 tonsum í morgin. Á Havsbrún siga tey, at skipini hava fingið uppí í føroyskum sjógvi eftir fáum døgum. Umframt Fagraberg, Carl­ ton og Norðborg, eru eisini russar og onkur íslendskur bátur á leiðini. Í dag landar íslendski bát­ urin Aðalstein Jónsson í Fuglafirði. Hetta er ein verksmiðjubátur, sum er heimahoyrandi á Eskis­ fjørðinum. Havsbrún keypir umleið 400 tons av veiðini til ídnað og nakað av fryst­ um verður lagt upp til Berg­ frost. Íslendski báturin hevur eisini roynt í føroyskum sjógvi. Á Havsbrún siga tey, at lastin, sum Carlton vænt­ andi kemur við í morgin, er hin sjeynda, sum verður løgd upp í Fuglafiðri higar­ til í ár. Føroyski svartkjaftaflotin er tvíbýttur í løtuni. Meðan nøkur skip hava havt rokfiskiskap í før­ oyskum sjógvi, eru onnur skip stødd á leiðunum vest­ anfyri Írland, har svartkjaft­ urin plagar at taka seg upp í endanum av hesum mánað­ inum. ­ Fýra skip eru har suðuri í írskum sjógvi, og hesi eru Christian í Grótinum, Trónd­ ur í Gøtu, Finnur Fríði og Jupiter. Skipini, sum eru í írskum sjógvi, skulu taka støðu til, um tey skulu bíða, til svart­ kjafturin tekur seg upp á leiðini– ella, um tey skulu leggja leiðina norður í føroyskan sjógv og fáa lut í tí “rendi”, sum hevur tikið seg upp her. ­ Eingin ivi er um, at svartkjafturin fer at taka seg upp vestanfyri Írlandi, men hinvegin er ikki vist, at fiskiskapurin í føroyskum sjógvi fer at halda fram, nú svartkjafturin er á veg suður á leiðirnar at gýta. Fiskurin hevur verður norðanfyri og etið seg feitan, og nú er hann á veg suður á gýtingar­ leiðirnar. Á Havsbrún siga tey, at talan saktans kann vera um eina torvu, sum skipini hava rent seg í sunnanfyri Føroyar – ein torva, sum knappliga kann vera burtur, áðrenn tú veitst av. ­ Svartkjafturin er nú á veg suður á leiðirnar vestan­ fyri Írland. At skipini gera eitt “rend” í føroyskum sjógvi, áðrenn fiskiskapurin tekur seg upp á gýtingarleið­ unum, er ikki óvanligt. Viðhvørt tekur fiskurin seg upp sunnanfyri og viðhvørt eystanfyri í føroyskum sjógvi. Tá ið svartkjfturin hevur gýtt vestanfyri Írland, tekur hann seg norðuryvir, og tá ið komið er út í apríl mán­ aða, plagar fiskiskapurin at taka seg upp í føroyskum sjógvi. Havsbrún tók ímóti fyrstu lastunum úr føroyskum longu 10. januar í fjørm, og tá vóru flestu føroysku skipini í okkara sjógvi. ­ Seinast í januar mánaða í fjør tóku vit so ímóti teimum fyrstu lastunum av Írlands­leiðunum, siga tey í Fuglafirði. Eitt skifti í fjør vár var rættiligt prískríggj um svart­ kjaftin. Henda kapping var serliga millum donsk og norsk virkir, og á Havsbrún í Fuglafirði mistu tey eini 30.000­40.000 pund, tí virk­ ið helt tað ikki vera ráðiligt at vera við í hesum prís­ kríggi. ­ Sum tíðin leið, sóu vit, at okkara avgerð var røtt, tí grundarlag var ikki fyri tí prísi, sum norsku og donsku virkini góvu fyri fiskin. Á Havsbrún siga tey ann­ ars, at útlit eru til, at onkur norsk landing verður á Havsbrún, sum tíðin líður. ­ Vit hava skilt á norð­ monnum, at reiðaríir eru misnøgd við sonevnda nox­ avgjaldið, sum myndugleik­ arnir hava samtykt at leggja á hesa veiði. Hetta er eitt umhvørvisavgjald. Í Fuglafirði siga tey, at enn er ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan hetta avgjald fær á møguligar landingar í Føroyum. ­ Men vit hava skilt, at vit kunnu rokna við onkrum uppringingum um landing, siga tey á Havsbrún. Svartkjaftaskip rokfiski­ skap í føroyskum sjógvi Meðan Carlton og Norðborg royna í føroy