týsdagur 22. januar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
vinnan
Nr. 15 - 22. januar 2008
Seinastu dagarnar
er væl av línufiski
komið upp á land
í Klaksvík, og í
morgin ella hós
dagin koma ísfiska
trolararnir Navarin
og Borgarin vænt
andi inn at landa
Fiskivinnna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár landaðu trý línuskip
í Klaksvík. Fugltúgvan
hevði 43.000 pund, Helena
sløk 60.000, og Kvik
hevði 105.000 pund, sum
teir seldu fyri stívliga
700.000 krónur.
Fríggjadagin
landaðu
eisini trý línuskip í Klaks
vík. Mesta fiskin hevði
Klakkur,
sum
landaði
100.000 pund á 10 setum.
Teir royndu norður úr
Mykinesi.
Ågot og Grani, sum
royndu á Íslandsrygginum,
landaðu eisini fríggjdagin.
Teir
høvdu
ávikavist
60.000 og 55.000 pund,
meginparturin toskur.
Lakari upsaveiða
Í dag er eingin landing í
Klaksvík, men væntandi
koma partrolararnir Borg
arin og Navarin inn at landa
í morgin ella hósdagin.
Úr Klaksvík frættist, at
upsafiskiskapurin er lakari
nú, enn hann var fyrstu túr
arnar í árinum.
Borgarin
og
Navarin
vóru ríkiliga fullir á fyrsta
túri, tá teir høvdu sløk
300.000 pund tilsamans,
men sum skilst, hevur ikki
gingið so væl hendan
túrin.
Trolbáturin Varðin kem
ur eisini inn at landa hós
dagin, og í gjár høvdu teir
góð 23.000 pund inni.
Úr Klaksvík frættist ann
ars, at fiskaprísurin hevur
verið góður, men hann er
ikki eins góður, og hann
var í byrjanini av árinum.
Útróður
Í Klaksvík eru nógvir
útróðrarbátar, bæði stórir
og smáir. Tá ið viðrar, og
streymurin er góður, eru
nógvir bátar við línu.
Landingarmiðstøð Før
oya útvegar hesum monn
um krana, so fiskurin kann
fáast upp úr bátunum, tá ið
teir koma aftur at landi.
Pól Fuglø, landingarfor
maður, sigur, at bátarnir
hava fingið nakað av fiski,
men hann hevur ikki rætti
liga fylgt við, hvussu ging
ist hevur seinastu dagar
nar.
Bragdar hjá
línuskipum
Seinastu túrarnir hjá línuskipunum Klakki (mynd) og
Kvikki hava verið rímiliga góðir
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Enn er gongd ikki komin á
hjá nýbygningunum hjá
Faroe Seafood.
Skipini vóru úti eitt sam
døgur fyri jól og lógu síðan,
meðan verkfall var. Tá ið
feløgini samdust um nýggj
an sáttmála, og skipini fóru
útaftur, vóru tey aftur úti í
eitt samdøgur.
Væntandi er, tá skip eru
nýggj, at ymiskar justeringar
skulu gerast, áðrenn verulig
gongd kemur á, og soleiðis
hevur eisini verið við Heyki
og Falki.
Í løtuni er Falkur á Skála,
har ymiskt verður gjørt við
skipið.
Ein av trupulleikunum
hevur verið ísmaskinan og
ein annar, at onkur eltalva
er smeltað.
Sum skilst, er Heykur
meira ella minni klárur at
loysa.
Skipini komu til landið
fyri hálvan desember, og
eingin ivi er um, at bæði
reiðaríi og manning leingist
eftir at sleppa í gongd.
Heykur og Falkur ikki klárir
Síðan Heykur og Falkur komu til landið fyri hálvan desember,
hava trolini verið lítið í sjónum
Mynd: Vilmund Jacobsen
25 ára starvsdagur í kommununi
3. januar vóru liðin 25 ár, síðan Olga Knudsen byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar kommunu.
Hon hevur øll árini starvast á Ráðhúsinum, skrivar heimasíðan torshavn.fo. Olga byrjaði sum
ørindagenta á býráðnum 3. januar 1983, og fór í skrivstovulæru 24. november sama ár. Eftir at
hon var útlærd, starvaðist hon eina tíð á roknskapardeildini, áðrenn hon fór á skrivideildina at
starvast. 15. apríl 1999 flutti hon á Mentamáladeildina, har hon er enn. Tað eru ikki øll, sum
hava verið líka drúgv sum Olga í Ráðhúsinum í Havn. Millum onnur hevur hon slitið næstan
fimm borgarstjórar upp, sum hon skemtandi plagar at taka til. Borgarstjórarnir, Olga hevur
arbeitt saman við, eru: Poul Michelsen 1983 – 1992, Lisbeth L. Petersen 1993 – 1996, Leivur
Hansen 1997 – 2000, Jan Christiansen 2001 – 2004 og Heðin Mortensen 2005 – . Í samband
við 25 ára starvsdagin hjá Olgu, varð skipað fyri hátíðarhaldi í Posthúskjallaranum hósdagin í
farnu viku. Heilt fitt av fólki var komið saman at heilsa Olgu.
yskum sjógvi, eru Christian í Grótinum (mynd), Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði og Jupiter á leiðunum vestanrfyri Írland
Mynd: Vilmund Jacobsen