týsdagur 22. januar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
vinnan
Nr. 15 - 22. januar 2008
Kynstrið at broyta
og menna eina
fyritøku býr í at
broyta starvsfólkini
– eftir teirra egnu
treytum. Tað sigur
virkisráðgevin,
John Ewans Porting,
stigtakari til eina
nýggja útbúgving
í virkisráðgeving í
Føroyum
Vinna
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Ein fyritøka, ið ynskir broyt
ingar, má byrja við tí ein
staka starvsfólkinum. Men
tú kemur ikki langt við bara
at krevja av starvsfólkinum,
at tað broytir seg. Kynstrið
býr í, at fáa ynskið um broyt
ing at koma frá tí einstaka
starvsfólkinum sjálvum.
Soleiðis sigur virkisráð
gevin og gestaltterapeutur
in, John Ewans Porting, ið
júst hevur verið í Føroyum
og ráðgivið starvsfólkunum
í eini stórari, nútímans før
oyskari fyritøku.
Gestalt- ástøði
Ráðgevingin hjá Porting,
og nú eisini útbúgvingin,
hann tekur stig til í Føroy
um, byggir á sonevnda
gestaltástøðið.
Grundleggjandi
snýr
gestaltástøðið seg um at
lata upp fyri fjalda tilfeingi
num, sum býr í menniskjum.
Sambært Porting brúka tey
flestu av okkum bert ein
brotpart av okkara menn
ingarmøguleikum. Orsøkir
nar kunnu vera, at vit lata
gamlar vanar og umstøður
nar stýra okkum, at vit
royna bara at vera fitt og
lagalig og ikki seta krøv, at
vit eru bangin fyri tí ókenda
o.s.fr.
Um fyritøkan, fólk starv
ast í, so brádliga boðar frá
tørvinum á broyting og
menning, er skjótt, at fólk
fara í verjustøðu. Og her er
tað so, at ein virkisráðgevi
kann koma inn í myndina
fyri at hjálpa at fáa glið á
broytingartilgongdina.
Tankin við hesi hjálpini
er, at tú kanst ikki krevja av
starvsfólkunum,
at
tey
broyta seg uttan at tú gevur
teimum neyðugu amboðini
at fremja broytingina. Og
tað er her, samrøðan við ráð
gevan ella coach’in kemur
inn, sigur Porting.
Hann leggur afturat, at
kravið til ein ráðgeva er, at
hann er til staðar í sam
røðuni uppá treytirnar hjá
tí, hann tosar við. Bara á
tann hátt kann hann hjálpa
at loysa upp fyri tí, ið forðar
júst hesum persóninum í at
menna og umstilla seg.
Men hví er Porting so vís
ur í, at øll fólk hava áhuga í
at menna og broyta seg?
Eg eri rættiliga sannførd
ur um, at tað liggur í okkum
øllum, at vit ynskja at brúka
okkara
møguleikar
best
møguligt og helst á ein krea
tivan hátt. Allar kanningar
vísa eisini, at hetta skapar
tey best nøgdu starvsfólkini,
sigur Porting.
Hann leggur afturat, at
hetta í grundini ikki snýr
seg um at broyta ein persón
útifrá, men at hjálpa viðkom
andi at finna fram til sínar
egnu fjaldu eginleikar við
øðrum orðum, at geva per
sóninum ein møguleika at
realisera seg sjálvan.
Siðbundnar
føroyskar fyritøkur
Sambært John Ewans Port
ing eru alsamt fleiri føroysk
ar fyritøkur fúsar at taka
við teimum avbjóðingum,
ið altjóðagerðin og broyttar
kappingartreytir
annars
krevja. Hinvegin er tað ong
in loyna, at føroyskar fyri
tøkur hava lutfallsliga ilt
við at rista gamlar siðvenjur
av sær. Um fyritøkan sjálv
hevur lyndi til at verða hang
andi í gomlum mynstrum,
verður tað enn truplari at
stimbra starvsfólkini til at
taka lut í teimum broyting
um, sum nýggjar avbjóðing
ar krevja.
Tað kann vera sera freist
andi at tvíhalda um gamlar
vanar, tí teir geva eitt slag
av tryggleika. Men menn
ingin innan vinnulívið gong
ur so skjótt nú, at tað er alt
avgerandi, at starvsfólkini
duga at umstilla seg. Men
tað skal henda á ein hátt, so
samstundis kenna størri
arbeiðsnøgdsemi,
sigur
Porting.
Spurdur, um hetta ikki
bara er ein sofistikeraður
máti manipulera starvs
fólkahópin til at arbeiða
meira, sigur Porting, at tað
hevði ein fyritøka ikki kom
ið langt við.
Sæð frá einum fíggjar
ligum og kreativum sjónar
horni er tað óðamannaverk
at díkja starvsfólk undir í
arbeiði. Eg havi upplivað
fyritøkur, sum hava kroyst
starvsfólkini til seinasta
dropa í eini misskiltari
roynd at menna fyritøkuna.
Úrslitið er tað beint øvuta,
nevniliga útbrend starvs
fólk, sum hvørki menna seg
sjálvi og enn minni nakra
fyritøku, sigur John Ewans
Porting.
Starvsfólk ongin
sjálvfylgja
Porting vísir á, at sjálvt um
tað eftirhondini ljóðar sum
ein útvantað klisje, so eru
starvsfólkini veruliga virðis
miklasta tilfeingið hjá eini
fyritøku. Um eitt starvsfólk
ikki kennir seg væl við
farnan á sínum arbeiðsplássi,
finnur tað sær bara eitt ann
að starv. Við stóra tørvinum
á arbeiðsmegi kann ongin
fyritøka taka síni starvsfólk
sum eina sjálvfylgju longur.
Tí er tað eisini serliga blá
oygt at vænta, at starvs
fólkini verða verandi, um
tey ikki verða vird bæði
sum starvsfelagar og med
menniskju, staðfestir John
Ewans Porting.
Í dag hava alsamt fleiri
starvsfólk tørv á øllum
sínum eginleikum og part
víst persónligheit, til at
loysa eina arbeiðsuppgávu.
Tí mugu tey hava eina
grundleggjandi kenslu av,
at tey trívast og mennast.
Ein fyritøka, ið ikki megnar
at skapa síkar karmar, hevur
neyvan nakra framtíð, sigur
John Ewans Porting av
gjørdur.
Kynstrið at broyta eina fyritøku
Útbúgvingin sum virkisráðgevi ella gestalt-terapeut tekur
fýra ár.
Fyrstu tvey árini eru støðisár, har arbeitt verður við
persónligari menning sambært gestaltprinsippum- og
hættum.
Síðani er møguleiki at velja eina av tveimum sergreinum:
Grein 1: Klinskur psykoterapeutur: Vendir sær serliga til
sálarfrøðingar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar,
sosialráðgevar og starvsfólk innan onnur viðgerðarøki.
Grein 2: Virkisráðgevi: Vendir sær serliga til fólk, ið arbeiða
við menning, eitt nú sum starvsfólkaleiðarar, - ráðgevar
og lyklapersónar innan HR økið.
Tað er GIS International, sum skipar fyri útbúgvingini, ið
byrjar í Føroyum í apríl 2008
Útbúgvingin lýkur øll europeisk krøv til útbúgvingar av
hesum slag.
FAKTA
Vestmanna kommuna staðfesta
fólkaatkvøðuna
Vestmenningar vilja verða ein partur av Streymoynni. Hesum var stórur meiriluti fyri á vegleiðandi
fólkaatkvøðuni, sum var í Vestmanna leygardagin. 60 prosent av veljarunum vilja hoyra til
Streymoynna, 21 prosent vilja hoyra saman við Vágoynni, og 15 prosent av vestmenningum vilja hoyra
saman við Sunda kommunu, skrivar uf.fo. Karl Olsen, borgarstjóri í Vestmanna sigur, at fólkaatkvøðan
var somikið greið, at kommunan longu á fundi í kvøld, fer at senda Innlendismálaráðnum eitt skriv, har
Innlendismálaráðið verður biðið at staðfesta, at Vestmenningar vilja hoyra til Streymoynna. Fólkið í
Vestmanna ynskir at hoyra til Streymoynna, og ikki til Sundalagið ella Vágarnar. Út frá tí mugu vit
arbeiða. Verður talan um at leggja saman við Tórshavnar kommunu, so mugu samráðingar til fyrst.
Samráðingar mugu eisini til, um Vestmanna og Kvívík skulu leggja saman, sigur Karl Olsen.
- Ein fyritøka kann ikki krevja, at starvsfólkini umstilla seg, uttan at geva teimum amboðini at umstilla seg við, sigur John
Ewans Porting, ið hevur ráðgivið nógvum føroyskum fyritøkum seinnu árini
”
- Sæð frá einum fíggjarligum
og kreativum sjónarhorni er tað
óðamannaverk, at díkja starvsfólkini
undir í arbeiði
John Ewans Porting, virkisráðgevi