týsdagur 22. januar 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 15 - 22. januar 2008
tíðindi
Ì desember høvdu vit
eina grein um ta 90 ára
gomlu Hilmu Jacobsen úr
Kollafirði, sum framvegis
gongur á kvøldskúla, og
sum hevur gjørt tað ein
stóran part av sínum lívi.
Kvøldskúlin er tó fyri allar
aldursbólkar, sum hava
hug at menna seg og at
læra nakað nýtt
Frítíð
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Kvøldskúlin í verandi líki byrjaði
í 70-unum við Napoleon Nólsoy
sum leiðara. Hann legði frá sær
fyri aldur í 2004. Men eftir at
Fritleif Henriksen legði frá sær
árið eftir, tók Napoleon við aftur
eitt skifti, til Johannes Eli
Iversen var settur leiðari í januar
mánaði 2006. Men Jóannes Eli
gjørdist stutt eftir sjúkur og
doyði eftir stuttari sjúkralegu. Tá
tók Napolen enn einaferð við
sum leiðari til nýggjur stjóri varð
settur.
Nú er tað Jákup Pauli Strøm,
sum er skúlastjóri.
Av vetaranum, sum hava verið
við til at byggja skúlan upp kann
nevnast Ragna Jacobsen, sum nú
eisini hevur lagt frá sær fyri
aldur. Á skrivstovuni eru nú Kira
Heindriksdóttir og Malan
Guttesen.
Grundarlagið fyri skúlan
Skúlin er grundaður á, at nýtslan
av frítíðini skal vera grundað á
– at vera menniskja
– at hava møguleikar
– at taka av avbjóðingum og
mennast
Málsetningur er, at skúlin skal
vera mentunarskapandi,
mentunarverjandi og ment-
anarboðandi.
Hetta er eisini út frá tí, at ein
størri og størri partur av lívinum
hjá borgarunum er frítíð.
Hon eigur bæði at verða nýtt
til førleikamenning og ikki minni
til at skapa eitt gott lívsinnihald
við lívsgóðsku, sum er ein
fyritreyt fyri trivnaði, virkisfýsni
og eini góðari arbeiðsmegi.
At hetta mál eisini verður nátt
hampiliga væl sást á tølunum
fyri skúlaárið 2007/08:
Tey vísa, at skúlin hevur 3137
næmingar. Læraratalið er 141.
Tað eru 231 skeið býtt á umleið
80 lærugreinir)
Skúlin húsast á ikki færri enn
31 støðum í teimum ymsu
bygdunum í Tórshavnar
kommunu.
Undirvísingin
Undirvísingin er býtt í 3 partar:
Almenn frítíðarundirvísing
Serstøk frítíðarundirvísing
Frítíðarvirksemi
Tann serstaka
frítíðarundirvísingin fevnir
um:
Royndarfyrireikandi
undirvísing
Serundirvísing
Yrkiskenda undirvísing
Undir serundirvísing hevur
skúlin nógv tilboð fyri brekað –
menningar- og rørslutarnað.
Sum dømi kann nevnast
skeiðsvirksemi hjá ÍSB,
Verkstaðnum Vón, Ælaboganum
og svimjing í Gundadali. Eisini
ymiskur ítróttur, sum t.d Boccia,
borðtennis, fimleikur fyri autistar
eru millum tilboðini til hendan
bólk. Hesi tilboð eru bøtandi og
fyrilitarlig.
Skúlin hevur royndarfyri-
reikandi undivísing í 9. og 10.
flokki, sum endar við próvtøku.
Endamálið er at lofta teimum,
sum eru farin úr skúlanum uttan
nakað prógv. Vit hava nógv dømi
um næmingar, sum soleiðis hava
tikið hægri útbúgving.
Ætlanin var somuleiðis at taka
táttin frá áttatiárunum uppaftur,
nevniliga at bjóða lærugreinir á
HF-støði útaftur sum kvøldlestur.
Hetta varð gjørt í samráð við Al-
tjóða skrivstovuna, sum metti, at
tørvurin hjá fólki at nema sær
eina ella fleiri HF-lærugreinir,
fyri at fara undir hægri lestur, er
øktur. Avgerðin hesum
viðvíkjandi er hjá
Mentamálaráðnum, sum tíanverri
ikki fekk neyðugu játtanina til
vega. Men vónandi kemur hetta
í rættlag komandi undirvís-
ingarár.
Yrkiskend undirvísing fevnir
um dugnaskapsroynd í sigling,
S.R.C.–skeið (VHF) og
landbúnarskeið.
Hesi skeið enda øll við próv-
tøku. Dugnaskapsroyndin gevur
førleika til at føra skip upp til
100 tons út á 200 fjórðingar, og
landbúnaðarskeiðið gevur próv-
havaranum rættindi at søkja um
festi.
Sum nakað nýtt verður skeið í
dugnaskapssigling fyri
frítiðarsiglarar bjóðað út í januar
mánaði.
Tann almenna fríðtíðar-
undirvísingin, og frítíðarvirk-
semi annars,sum fyllir
meginpartin av kvøldskúla-
virkseminum, fevna millum
annað um hesar lærugreinar:
spinning, plantuliting, skaft-
vevnaður, rammuvevnaður,
myndavevnaður, tøving, til-
Kvøldskúlin er ikki bert
Borgmeistarin hyggur hugtikin at næmingaarbeiði
Tey smáu eru eisini uppií