týsdagur 22. januar 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2008
45
tíðindi
fyri 90 ára gomul
skering, seyming, binding,
hekling, patcwork, brodering,
bókbinding, smíð, dreying, skera
í træ, gera modelbátar og skip,
umvæla og polstra gamlar
møblar. Harumframt er frálæru í
svimjing, fimleiki, talv, matgerð,
ættargransking, teldulæru, dansi,
drama/sjónleiki, støddfrøði,
føroyskum, donskum,
íslendskum, enskum, fronskum,
sponskum, russiskum, tónleiki,
kórsangi v.m.
M.a annað fíggjar kvøldskúlin
meginpartin av virkseminum hjá
GHM, Havnar Hornorkestri,
Havnarkórinum, kórinum
Glymur, Kamarkórinum, og
kórinum Sólarmagn. Herumframt
fíggjar kvøldskúlin størsta partin
av tónleikavirkseminum í
Margarinfabrikkini og sjónleik/
drama á Dramaverkstaðið á
Hálsi.
Hjálp til tilflytarar
Í vár var ynski sett fram á stevnu
í Miðlahúsinum um at hjálpa
tilflytarum, sum koma til landið,
soleiðis at tey kunnu klára seg í
dagligdegnum og í samfelagnum
sum heild. Serliga verður hugsað
um grundleggjandi kunning um
samfelagsstovnar og líknandi.
Hetta eru fólk við ongum
kunnleika til land- fólk og sam-
felagsbygnað. Tí verður skeiðið
“føroyskt og samfelagskunning
fyri tilflytarar” boðið fram sum
almenn lærugrein.
Aðrar nýggjar lærugreinir eru
m.a : “at liva við og í náttúruni”,
“lívsstílur og fólkaheilsa” og
“sniðgeving”. Tilsamans bjóðaði
skúlin 13 nýggjar lærugreinir út
skúlaárið 2007/08.
Eftir nógva prátið, sum hevur
verið um PISA kanningina,
hevur skúlin roynt at seta fokus á
foreldur og bjóðaði tí fram
millum annað foreldrastøddfrøði,
lesing og rættskriving, men her
var ov lítil undirtøka. Kjakið í
sambandi við nýggjasta PISA
kanningin fer kanska at vísa á
tørvin, so undirtøkan kann gerast
størri.
Listaskúlin
Í Listaskúlanum er tilevning,
tekning, modeltekning, máling,
postalínsmáling, leirarbeiði,
grafikkur, bein- og hornarbeiði,
steinslíping og silvurarbeiði,
videolæra, foto og mangt annað.
Sum nakað nýtt verður fer undir-
vísingin í foto eisini at fevna um
digitala viðgerð av myndum og
øðrum. Úrslitið av virkseminum
innan listarliga økið sæst best
aftur í várframsýning skúlans.
Meiri vitan um kvøldskúla-
virksemið sum heild fæst við at
lesa faldaran sum bleiv borin út í
hvørt hús í Tórshavnar
kommunu. Eisini hevur tú
møguleikan at fara inn á
heimasíðuna hjá Tórshavnar
kommunu www.Torshavn.fo og
velja mentan og skúlar.
Í januar ella februar mánaði
komandi ár fær kvøldskúlin
nýggja heimasíða.
Avbjóðingar
Við hesum stóra virksemi fylgir
eisini hølistrupulleikar. Tað mest
akutta er skrivstovuhøli og høli
til skeiðið “at loysa úr lagdi”. Tó
skal sigast, at arbeitt hevur verið
í nógv ár við at fáa skúlanum
betri karmar og at fáa ein
samlaðan skúla, tó uttan at fáa ta
politisku vælvild sum hetta
krevur. Við einum samlaðum
skúla hevði møguleiki verið fyri
at skapt eitt livandi hús og
umhvørvi, har aktivitetur var alt
árið. Skrivstovan er opin alt árið
og í tíðarskeiðnum, tá ið vanliga
kvøldskúlaundirvísingin ikki er,
er ætlanin at hava summarskeið,
fyrilestrar, prógvhandanir og
onnur tiltøk, eins og verkstøðini
kunnu nýtast til skeiðsvirksemi
og vitjandi listafólk. Ein saml-
aður skúli hevði verið ein
miðdepil, sum kemur at vera
sjónligur í umhvørvinum og til
gagns fyri allar borgarar í
framtíðini.
Tað sær í løtuni út til, at
býráðslimirnir eru áhugaðir fyri
at veita kvøldskúlanum betri
sømdir í spurninginum um
nøktandi hølir.
Kvøldskúlin eigur
at stuðlast meira
Kvøldskúlin í Havn er nógv
størsti skúlin í landinum, tá ið
hugsað verður um næmingatal.
So nógv sum 4. – 5. hvør borgari
í Havn hevur samband við
skúlan.
Hvussu nógv, ið kann fáast
burtur úr kvøldundirvísingni sæst
á teimum framsýningum, sum
plaga at vera eftir, at skúlárið er
liðugt. Tað kann stutt sigast, at
tað er ikki smávegis, ið kemur av
skafti, og tá er hetta bert fyri tær
handligu lærugreinirnar.
Stórt sæð kann sigast, at
kvøldskúlarnir yvirhøvur eru væl
umtóktir millum fólk.
Í Danmark plaga fólk ofta í
fjølmiðlunum at argast um, at
nógvar lærugreinir eru “fjas”,
men slík sjónarmið hoyrast
neyvan í Føroyum.
Vanligu kvøldskúlarnir verða
fíggjaðir við brúkaragjaldi og
almennum tilskoti. Gjaldið hjá
næminginum kann ikki vera so
høgt, at fólk setast aftur. Hetta
gjald er í ár í miðal upp til kr.
680. Hetta er ein rímiligur
prísur, og eigur ikki at vera
hægri.
Havast má í huga, at kvøld-
skúlin kann vera við at halda tey
ungu burtur frá einari “skeivari”
lívsleið og geva teimum tilkomnu
og eldru eitt gott lívsinnihald í
felagsskapi við onnur.
Hetta er eisini við til at skapa
lív í býnum um kvøldarnar til
felags trivna fyri allar borgarar í
Tórshavnar kommunu.
Tí er tað nokk so umráðandi,
at politisku myndugleikarnir
hava hetta í huganum, so teir ikki
gerast smáligir á hesum økinum.
Her er talan um eina íløgu,
sum so ella so kemur aftur, eisini
hjá næmingum, sum verða 90 ár!
Hesi starvast á skúlanum, f.v. Kira Hendriksdóttir, Malan Guttesen og Jákup Strøm, skúlastjóri
So snøgt kann tað gerast