týsdagur 22. januar 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 15 - 22. januar 2008 ]
Noreg kundu hildið
russunum inni í kapp
ingini, men spældu
ikki sín møguleika í
einum sera dramatisk
um dysti móti Monte
negro, í EMendaspæl
inum, ið verður hildið
í Noregi í hesum døg
um
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Fyri norska viðhaldsfólkið
í Drammen snýddi tað seg
um enn eina EM-veitslu.
Og hjá teimum norsku leik-
araunum, um at draga enn
ein sigur heim, við nýtslu
av so fáum kreftum, sum
yvirhøvur gjørligt - Hjá øðr-
um stóð meira uppá spæl.
Teir í EM-høpi, nýggju
mótstøðumenninir frá Mon-
tenegro kempaðu øðiligt
fyri at minka um tapið, og
uttanfyri sat russiska bjørn-
in og vónaði okkurt heilt
ørðvísi. Eitt stórt drama var
við at taka skap millum
Noreg og Montenegro, men
í
veruleikanum
stóðst
drama-ið millum Monteneg-
ro og Russland.
44 sekundir írestaðu, tá
stóra stjørnan hjá Monte-
negro skoraði til 22-27. Í
teirru løtu vóru Montenegro
víðari, bert við málmuni, ið
var eittans mál betur enn
Russland. Tey bæði liðini
spældu javnt, tá tey møttust
í byrjunarumfarinum á EM-
endaspælinum.
Villur rómur
Noreg fekk ein síðsta møgu-
leika til at økja sigurin til
seks mál, og harvið senda
Russland víðari til miðum-
farið. Men tann møguleikan
tveittu norðmenn vekk á
sera provokerandi hátt, í
síðsta dystinum av byrjunar-
umfarinum.
Í síðstu 11 sekundunum í
meiriluta royndu norðmenn
ikki avgerandi skot, og frí-
kastið eftir at tíðin var farin,
tveittu teir bara út við síðu-
linjuna, og tað vakti miklan
gleim hjá Montenegrobúgv-
um, ið hálsfevndu lands-
menn sínir og norðmenn í
sonnum gleðisrómi.
Montenegro fekk hervið
pláss í miðumfarinum, gjøg-
num eitt triðja pláss í bólki
B, aftanfyri Noreg og Dan-
mark. Munurin var tó ikki
so
stórur.
Montenegro
hevði ein málmun, ið var
71-84, meðan russararnir
høvdu 74-88, t.e. minus 13
móti minus 14. Hevði Nor-
eg skorað eitt mál afturat,
vóru russararnir komnir víð-
ari, við mest skotnum mál-
um.
Noreg, Danmark og Mon-
tenegro fara víðari til Mið-
umfarið, har tey koma at
spæla í bólki 1, saman við
Kroatia, Póllandi og Kekk-
ia, ið vunnu sær víðari luttø-
ku gjøgnum bólk B. Teir
russisku spælararnir kunnu
ferðast heim – við stórum
sannlíkindum fyri at tað er
til soundtrackið av einum
longum skeldi frá venjara-
num, Maximov.
Skipanin
EM-endaspælið er deilt í
fimm høvuðsumfør, og tey
eru:
1. Byrjunarumfar
2. Miðumfar
3. Hálvfinalur
4. Plaseringsdystir (5-8)
5.Finalur
Fyrst vórðu liðini deild í
fýra bólkar (A,B,C og D),
við fýra liðum í hvørjum
bólki. Nú tá kappingin er
komin til Miðumfarið, eru
tað nummar 1, 2 og 3 úr
bólkunum A og B, sum ski-
pa Bólk 1, meðan nummar
1, 2 og 3 úr bólkunum C og
D, skipa Bólk 2. Í Hálvfinal-
unum er tað so sjálvandi
nummar eitt og tvey, úr
hvørjum bólki, ið koma at
spæla um plássið í finaluni,
ella bronsudystinum. Tey
liðini, ið so enda aftanfyri
nummar 2 í Miðumfarinum,
spæla plaseringsdystir.
Í Miðumfarinum er tað
ein fyrimunur at hava staðið
seg væl í byrjunarumfari-
num, tí tey stigini, liðið hev-
ur vunnið sær móti hinum
báðum, ið eisini komu víð-
ari úr bólkinum, hava tey
við til Miðumfarið, so til
dømis Noreg hevur fýra
stig víðari til Miðumfarið,
orsakað av at teir vunnu
móti bæði Danmark og
Montenegro.
Liðið, ið hevur staðið seg
nógv best av øllum í byrjun-
arumfarinum, fær tvey eika
stig løgd afturat, og í hesum
førinum var tað Kroatia, so
teir byrja við seks stigum.
Dystirnir í Miðumfarinum
byrja í kvøld, 22. januar, og
nevnast kann at norðurlends-
ku liðini, ið eru við – Dan-
mark, Ísland, Noreg og Svø-
ríki, skulu spæla móti ávíka-
vist
Kroatia, Týsklandi,
Póllandi og Ungarn.
SAMBAND
NielS peterSeN
NielS@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Byrjunarumfar, Bólkur A
Lið
Dystir
Málmunur
Stig
D V J T
1. Kroatia
3 3 0 0
91 : 77
14
6
2. Pólland
3 2 0 1
93 : 89
4
4
3. Slovenia
3 1 0 2
85 : 94
-9
2
4. Lýðveldið Kekkia
3 0 0 3
88 : 97
-9
0
Dystir
Lið
Úrslit Dato
Detail
1 Kroatia : Pólland
32:27 (14:14) 17.01.2008
2 Slovenia : Kekkia
34:32 (16:14) 17.01.2008
3 Kekkia : Kroatia
26:30 (13:13) 18.01.2008
4 Pólland : Slovenia
33:27 (23:14) 18.01.2008
5 Pólland : Kekkia
33:30 (13:14) 20.01.2008
6 Kroatia : Slovenia
29:24 (16:15) 20.01.2008
Byrjunarumfar, Bólkur B
Lið
Dystir
Málmunur
Stig
D V J T
1. Noreg
3 3 0 0
86 : 69
17
6
2. Danmark
3 2 0 1
89 : 79
10
4
3. Montenegro 3 0 1 2
71 : 84
-13
1
4. Russland
3 0 1 2
74 : 88
-14
1
Dystir
Lið
Úrslit
Dato
7
Danmark
: Noreg
26:27 (10:14) 17.01.2008
8
Russland
: Montenegro 25:25 (15:16) 17.01.2008
9
Montenegro : Danmark
24:32 (9:18) 18.01.2008
10 Noreg
: Russland
32:21 (15:10) 18.01.2008
11 Noreg
: Montenegro 27:22 (16:11) 20.01.2008
12 Danmark
: Russland
31:28 (18:11) 20.01.2008
Byrjunarumfar, Bólkur C
Lið
Dystir
Málmunur
Stig
D V J T
1. Ungarn
3 2 0 1
90 : 82
8
4
2. Spania
3 2 0 1
94 : 88
6
4
3. Týskland
3 2 0 1
84 : 80
4
4
4. Hvíta Russland 3 0 0 3
83 : 101 -18
0
Dystir
Lið
Úrslit
Dato
13 Spania
: Ungarn
28:35 (12:14)
17.01.2008
14 Týskland
: H. Russland 34:26 (16:13)
17.01.2008
15 H. Russland : Spania
31:36 (15:18)
19.01.2008
16 Ungarn
: Germany
24:28 (12:13)
19.01.2008
17 Ungarn
: H. Russland 31:26 (18:16)
20.01.2008
18 Spania
: Týskland
30:22 (12:12)
20.01.2008
Byrjunarumfar, Bólkur D
Lið
Dystir
Málmunur
Stig
D V J T
1. Frakland
3 3 0 0
90 : 76
14
6
2. Svøríki
3 2 0 1
89 : 72
17
4
3. Ísland
3 1 0 2
68 : 76
-8
2
4. Slovakia
3 0 0 3
78 : 101 -23
0
Dystir
Lið
Úrslit
Dato
19 Frakland : Slovakia
32:31 (20:18) 17.01.2008
20 Ísland
: Svøríki
19:24 (9:11) 17.01.2008
21 Svøríki
: Frakland
24:28 (13:18) 19.01.2008
22 Slovakia : Ísland
22:28 (5:16) 19.01.2008
23 Slovakia : Svøríki
25:41 (12:20) 20.01.2008
24 Frakland : Ísland
30:21 (17:8) 20.01.2008
Russland sendir út av EM
Ulrik Wilbæk, danski
landsliðsvenjarin, ið
higartil er komin til
Miðumfarið
Ivano Bolic, hjá
kroatum, verður
her steðgaður
við harðari hond
av Michael V.
Knudsen