Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 15 - 22. januar 2008 ] Í síðstu viku stóð at lesa í Sosialinum, at Bárður Bendix Mikkel­ sen fór at vera partur av finaluni, ið felag hansara Middlefart VK, hevði megnað at spælt seg í. Tað skuldi tó vísa seg at vera minimalt, tí Bárður hevði skaða at dragast við FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Bárður Bendix Mikkelsen er 30-ára gamal og hevur heili 74 landsdystir fyri Før- oyar í­ skjáttuni, umframt at hann hevur spælt heili 352 divisiónsdystir. Hetta eru tøl, ið ikki eru til at snúgva seg rundanum. Og man tað óivað vera av somu orsøk, at Middelfart VK á Fjóni fekk sær fatur á føroyingin- um, ið við sí­num 188 cm er ein dyggur stuðul hjá teim- um. Bárður spælur sum hev- ari, men kann eins væl nýt- ast allastaðni á vøllinum. Slí­k eru evnini hjá vælspæl- andi føroyinginum. Bárður hevur eisini prøva at spælt flogbóltsfinalu í­ Noregi, tá hann spældi saman við Rúna Weihe í­ BK Tromsø. Sunnudagin var finalu- dagur, og Middlefart VK skuldi møta Marienlyst í­ donsku steypafinaluni. Úrs- litið gjørdist 3-0 til Marien- lyst, ið tó fekk dygga mót- støðu í­ øllum trimum settun- um. Men onkursvegna koppaðu settini yvir til Marienlyst móti endanum, og so var greitt at teir kunnu kalla seg steypavinnarar í­ Danmark. Bárður hevði ein skaða at dragast við í­ vinstra fótliði, so hansara luttøka var minimal. Hvør veit, um ikki Midd- elfart høvdu staðið seg enn betur, um Bárður var 100 % klárur. Sett úrslitini í­ tøttu finaluni sunnudagin vóru: 25-22, 25-21, 25-21. Miðumfar, Bólkur I Lið Dystir Málmunur Stig D V J T 1. Kroatia 2 2 0 0 93 : 78 15 6 2. Noreg 2 2 0 0 54 : 48 6 4 3. Pólland 2 1 0 1 87 : 91 -4 2 4. Danmark 2 1 0 1 58 : 51 7 2 5. Slovenia 2 0 0 2 51 : 62 -11 0 6. Montenegro 2 0 0 2 46 : 59 -13 0 Dystir Lið Úrslit Dato 1 Kroatia : Pólland 32:27 (14:14) 17.01.2008 4 Pólland : Slovenia 33:27 (23:14) 18.01.2008 6 Kroatia : Slovenia 29:24 (16:15) 20.01.2008 7 Danmark : Noreg 26:27 (10:14) 17.01.2008 9 Montenegro : Danmark 24:32 (9:18) 18.01.2008 11 Noreg : Montenegro 27:22 (16:11) 20.01.2008 25 Kroatia : Montenegro 23.01.2008 26 Danmark : Slovenia 24.01.2008 27 Noreg : Poland 22.01.2008 28 Denmark : Croatia 22.01.2008 29 Slovenia : Norway 23.01.2008 30 Montenegro : Poland 24.01.2008 31 Croatia : Norway 24.01.2008 32 Poland : Denmark 23.01.2008 33 Slovenia : Montenegro 22.01.2008 Miðumfar, Bólkur II Lið Dystir Málmunur Stig D V J T 1. Frakland 2 2 0 0 58 : 45 13 4 2. Ungarn 2 1 0 1 59 : 56 3 2 3. Spania 2 1 0 1 58 : 57 1 2 4. Svørí­ki 2 1 0 1 48 : 47 1 2 5. Týskland 2 1 0 1 50 : 54 -4 2 6. Ísland 2 0 0 2 40 : 54 -14 0 Dystir Lið Úrslit Dato 13 Spania : Ungarn 28:35 (12:14) 17.01.2008 16 Ungarn : Týskland 24:28 (12:13) 19.01.2008 18 Spania : Týskland 30:22 (12:12) 20.01.2008 20 Ísland : Svørí­ki 19:24 (9:11) 17.01.2008 21 Svørí­ki : Frakland 24:28 (13:18) 19.01.2008 24 Frakland : Ísland 30:21 (17:8) 20.01.2008 34 Ungarn : Ísland 23.01.2008 35 Svørí­ki : Týskland 24.01.2008 36 Frakland : Spania 22.01.2008 37 Svørí­ki : Ungarn 22.01.2008 38 Týskland : Frakland 23.01.2008 39 Ísland : Spania 24.01.2008 40 Ungarn : Frakland 24.01.2008 41 Spania : Svørí­ki 23.01.2008 42 Týskland : Ísland 22.01.2008 Føroysk innrás Umframt áhugaverda spælið uttan fyri vøllin, so er talan við føroyskum brillum eisini um áhugaverda gongd á vøllinum. Sí­ðani seinasta summar hava Hans Jørgensen, Páll Klettskarð og Erling Jacobsen havt sáttmála við Fremad Amager, og júst nú eru eisini fleiri aðrir føroyingar í­ felagnum. Vit hava áður skrivað, at Vagnur Mohr Mortensen nú venur við felagnum, og hesa vikuna eru trí­ggir aðrir føroyingar eisini partur av venjingunum. Teir eru Jann Martin Mortensen úr NSÍ, Kristoffur Jakobsen úr KÍ og Ásbjørn V. Gunnarsson úr B36. Leikluturin sum eyka­ maður hjá AaB er ikki nóg mikið hjá Súna, sum roknar við meira spælitíð hjá Viborg FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Felagsskiftið varð kunngjørt í­ morgun, og verður Súni soleiðis partur av hópinum hjá Viborg, sum í­ vár skal strí­ðast fyri at yvirliva í­ bes- tu deildini. - Súni er ein spælari, sum vit kunnu nýta á fleiri pláss- um, og tí­ styrkir hann avgjørt um breiddina um hópinum. Og hartil verður kappingin um plássini í­ hópinum størri, sigur Steff- en Højer, sum er í­tróttastjóri hjá Viborg, við bold.dk. Tað eydnaðist okkum at fáa orðið á Súna fyri evsta- mark okkara. Men við heimasí­ðuna sigur hann, at hann gleðir seg at fáa møgu- leikan at spæla fast í­ donsku superliguni. Og at fremsta málið sjálvandi er at hjálpa felagnum í­ strí­ðnum at slep- pa undan niðurflyting. Tað er Jákup í­ Stórustovu, sum hevur staðið fyri sam- ráðingunum, og hann sigur, at talan er um sáttmála, sum í­ fyrsta umfari er galdandi í­ hálvt ár. Hetta tí­ tað hevur stóran týdning fyri bæði Viborg og Súna, um felagið er partur av superliguni næs- ta kappingarár ella ikki. Súni Olsen fer til Viborg Dreymurin um eitt komandi stórlið á Amager kom eitt stórt fet nærri, tá Todi Jónsson í gjár kundi skriva undir samstarv­ savtalu við Kastrup Boldklub FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við undirskriftini av sátt- málanum gerst FC Amager nevnliga veruleiki sum sam- anlegging. Í fleiri ár hevur verið tosað um eina saman- legging av feløgunum, og umframt Kastrup hava eisi- ni Kløvermarken og Amag- er FF verið í­ í­tøkiligum samráðingum um saman- legging. - Hvussu verður við teim- um báðum feløgunum – og møguliga øðrum við – fái eg ikki sagt í­ løtuni. Tað er ein spurningur, sum í­ fyrsta lagi nevndirnar og í­ øðrum lagi aðalfundurin hjá feløg- unum skulu taka støðu til. Men nú er so greitt, at FC Amager er veruleiki. Og sjálvandi er vónin, at saman- leggingin í­ framtí­ðini gerst enn breiðari og størri, sigur Todi Jónsson, sum er bæði nevndarformaður og virkan- di stjóri í­ Fremad Amager. Fremad Amager og Kast- rup Boldklub eru tey bæði størstu feløgini í­ Amager, og tí­ er einki at ivast í­, at júst Kastrup hevur vigað sera nógv í­ tosinum um samanlegging. Um týdningin av, at júst Kastrup er fyrsta felagið, vil Todi ikki siga tað stóra. Men hann slær fast, at fyri vónirnar um eitt komandi stórfelag, er hetta eitt sera stórt fet. - Sjálvandi er enn langur vegur eftir. Men hetta er startskotið til eitt nýtt felags- lið, og í­ so máta var talan um eitt sera stórt fet fyri okkara viðkomandi, sigur hann. Skrásetingar til nýggj feløg skulu vera DBU í­ hen- di innan 1. mars, og soleiðis fer FC Amager at verða nýtt sum heiti hjá felagnum, tá sjøtul verður settur á nýtt kappingarár seinast í­ juli. Vónandi við nýggju saman- legginini í­ næst bestu donsku deildini. Silvur í triðju finaluni Tað var ein fegin Todi Jónsson, sum í gjár kundi seta undirskrift á sáttmálan um samanlegging við Kastrup Boldklub Mynd: Amagerbladet Kastrup við í Amager