Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 15 - 22. januar 2008 ] Tiltikni telvarin Bobby Fischer and­ aðist 17. januar, meðan føroysku ung­­ling­­arnir vóru á venjing­­arleg­­u í vikuskiftinum, sum liður í fyrireiking­­ til NM í Danmark tann 13. – 17. februar Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Navnframi Bobby Fischer varð føddur 9. mars í Chicago, og bert 15 ára gamal gjørdist hann yngsti stórmeistari nakrantíð. Í 1972 telvaði hann um heimsmeistaraheitið móti russaranum Boris Spassky í Reykjavík, og gjørdist hesin dysturin ímyndin av kalda krígnum. Fischer var sera ringur at fáast við. Til HM í 1972 fanst hann so at siga at øllum. Millum annað at ein puntur á talvborðinum ikki var heilt kvadratiskur, og tá spurt varð, hvør puntur tað var, vildi hann ikki siga. Fyrireikararnir funnu so nøkur sett av træborðum, har eitt var ov lítið, eitt ov stórt, men at enda funnu teir eitt, ið Fischer kundi góðtaka. Hóast hansara trupla atburð, hevur hann lagt ómetaliga nógvar talvperlur eftir sær, sum altíð koma at standa sum varðar í talvsøguni framyvir. Fischer hevur seinnu árini verið búsitandi í Íslandi, og ætlanin er nú, at Fischer verð­ ur jarðaður á Tingvøllum. NM fyri unglingar Á hvørjum ári verður skip­ að fyri NM í talvi, og í ár verður telvað í Danmark. Kappingin er býtt upp í fimm aldursbólkar, har tveir telvarar umboða hvørt Norðurland. Sum liður í fyrireikingunum er tað vorðin fastur táttur, at lutta­ kararnir savnast eitt vikuskifti á Hotel Vágum, har teir í ár hava havt intensiva venjing saman við John Rødgaard. Hetta er eisini fyri at samansjóða tropparnir, ið ofta vísir seg at vera líka týdningarmikið, sum at brýna sær vitið við turrum variantum og háfloygdum endatalvum. Helgi favorittur í besta bólkinum Okkara fremsti telvari Helgi Dam Ziska (2397) er hægst rataði telvarin í A­bólkinum og er einasti altjóða meistarin í bólkinum. Helgi gjørdist nummar trý í fjør í A­bólkinum, har Helgi longu tá hevði styrki at luttaka í A­bólkinum, hóast hann hevði aldur at luttaka í B­bólkinum. Fyrra árið vann Helgi B­bólkin, so spennandi verður at síggja, um hann megnar at endurtaka bragdið frá fyrra árið og gerast Norðurlanda­ meistari í besta bólkinum. Hin føroyski luttakarin í A­ bólkinum er Rógvi Dragaberg (1747), sum hevur lægsta styrkitalið í bólkinum. Miðalratingtalið í bólkinum er 2140. Aðrir væl við Í B­bólkinum (miðalrating 1938) eru Rógvi E. Nielsen (1790) og Hjalti T. Jógvans­ son (1583) í niðara endanum saman við tveimum dønum, har góðir møguleikar eru at fáa stig. Truplari verður hjá Rúna E. Vørmadal (1355) og Pæturi Poulsen (1145), sum eru væl lægri rataðir enn nærmasti kappingar­ neyti í C­bólkinum (miðal­ rating 1812). D­bólkurin (miðalrating 1460) er mann­ aður av brøðrunum Einari (1248) og Heðini Gregersen (1192), ið avgjørt hava møguleika at ogna sær nøkur stig, eftir rating­ tølunum at meta. Bólkur­E (miðalrating 1270) er mannaður av 10 ára gomlum og yngri, og hesin bólkurin er púra opin. Sjúrður Olsen (1000) og Høgni E. Nielsen (1382) umboða Føroyar í hesum bólkinum, og serliga Høgni sær út til at hava góðar møguleikar til at gera seg galdandi til eitt heiðursmerki. Fimta Grand Prix kappingin Komandi leygardag verður fimta Grand Prix kappingin telvað í Kollafirði. Telvað verða 7. umfør, har hvør luttakari fær 15 minuttir til talvið. Krav er, at luttakandi skulu minst telva í fimm undankappingum, fyri at gera seg galdandi í finaluni, og tí kemur samlaða úrslitið veruliga at taka skap eftir hesa kappingina. Kappingin byrjar kl. 11, og telvað verður í nýggja skúlanum. Luttakararnir, ið hava kvalifiserað seg til NM: (a.v.) Pætur Poulsen, Hjalti Toftum Jógvansson, Rúni E. Vørmadal, Helgi Dam Ziska, Rógvi Dragaberg, Rógvi Egilstoft Nielsen (f.v.) Heðin Gregersen, Einar Gregersen, Høgni Egilstoft Nielsen, Sjúrður Olsen Fischer legði kongin, meðan unglingar brýndu vitið Johan fær eina viku afturat Johan Gunnarsson úr B36 hevur í eina viku verið hjá AB til royndarvenjingar, og hetta hevur eftir øllum at døma gingið heilt væl. Í øllum førum vil leiðslan í felagnum fegin síggja føroyska bakkin í eina viku afturat. Samstundis er tvíbura­ beiggin hjá Johan, Ásbjørn, eisini í Danmark. Hann vandi eina viku við Hvidovre, og er nú hjá Fremad Amager. Crouch bjargaði Liverpool Aston Villa, sum hevur verið sera væl koyrandi seinastu mánaðirnar, var bert tveir minuttir frá at vinna ein óvæntaðan sigur á Anfield Road móti Liverpool í gjár. Youssi Benayoun hevði annars lagt Liverpool á odda fyri steðgin, men upp á bara tríggjar minuttir kundu Marlon Harewood og Fabio Aurelio leggja Aston Villa á odda. Tann støðan helt sær, til bara tveir minuttir restaðu. Tá javn aði Peter Crouch fyri vertirnar, sum soleiðis bjargaðu sær eitt stig burtur úr dystinum. Norðlýsið skrivar, at KÍ helst verður styrkt við einum arg­­entinskum og­­ brasilskum álopsspælara. Felag­­ið ásannar, at tað er trupult at finna álopsstyrk í Føroyum FóTbólTur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan er um spælarar, sum ætlandi skulu styrkja um álopspartin hjá KÍ. Tað er Ólavur Waag Høgnesen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at fáa samband við spælararnar, og venjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein, tykist spentur. ­ Tað er hørð kapping um teir føroysku álopsspælarar­ nar. Og tá tað ikki ber til at finna ein áleypara í Føroyum, noyðast vit at leita uttanlands. Og eg vóni, at talan er um spælarar, sum kunnu styrkja um álops­ spælið hjá okkum, sigur Eyðun Klakstein við portalin. Spælararnir, sum talan er um, eru argentinski Jonatan Tridente, sum hevur spælt við Los Andes í næstbestu argentinsku deildini. Brasilumaðurin eitur Rodrigo Silva, og hevur eitt skifti roynt seg í Sandefjord í norsku tippeliguni. Spælararnir koma til Klaksvíkar miðskeiðis í februar mánaði. Suðuramerikanskur styrkur til KÍ Jonathan Tridente er argentinskur álopsspælari