Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2008 37 Pedagogur til Frítíðarskúlan við Margáir, Streymnes Søkt verður eftir einum pedagogi at byrja 15.02.08 ella eftir nærri avtalu. Størvini at søkja eru: 1 pedagog 30 t/v. Frítíðarskúlin liggur í hugnaligum, barnavinar­ ligum umhvørvi, frammi við fótboltsvøllin í Streymnesi, har tann vælkenda áin rennur, eisini liggur tætt við. Vit ynskja • At tú hevur hug at arbeiða við størri børnunum. • At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu. • At tú hevur hug til at skapa og seta dám á okkara frítíðarskúla. • At tú hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvsstøðugt. Vit bjóða • Eitt spennandi arbeiðspláss, har pláss er fyri ymiskleika. • Ein stovn ið er í støðuari menning. • Eitt arbeiðsplass har tú kemur at hava eina avirkan. • Vit nýta trin for trin í okkara arbeiði. Frítíðarskúlin hevur eitt tætt samstarv við røkt­ arheimið Mørkin í Streymnesi, og við barna­ garðin við Kráir, Hvalvík. Setunarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið. Um eingin pedagogur søkjur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkaðstarv. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Nancy Poulsen leiðara, á tlf. 772021/422717 ella Marsannu Eikhólm deildarleiðara, á tlf. 772022 Umsóknir við avritum av prógvi verða at senda til: Barnagarðin við Kráir FO – 430 Hvalvík e­mail: nosi@post.olivant.fo Umsóknarfreistin er í seinasta lagi tann 04.02.08 Søkt verður eftir bilførara. Skal hava stóra koyrikortið. H.H. Trans Sp/f · 212708 Bilførari søkist Lýsing Við hesum verður boðað til grannastevnu í sørvági, mikudagin hin 20. februar 2008 kl. 15.00 í húsinum hjá sørvágs Húsmøðrafelag. innlagt mál: Útskifting av Úttriðingi selvíkar Haga – vestara parti matr.nr. 423 b. Blankettir til fullmaktir fáast á sýsluskrivstovuni í Miðvági. Sýslumaðurin fyri Vága Sýslu, hin 20. februar 2008. Regin Jespersen, sýslumaður. Skrivari til Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Søkt verður eftir skrivara, hálva tíð at byrja skjótast til ber. Vit søkja ein virkisfúsan persón, sum kann taka sær av vanligum skrivarauppgávum, men sum eisini kann arbeiða sjálvstøðugt, við m.a. projektstýring og samskifti við út- lendskar granskingarstovnar. Tað, sum vit kunnu bjóða, er eitt arbeiðspláss við nógvum avbjóðingum og skiftandi upp- gávum. Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur: • viðkomandi útbúgving • góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt mál • góðan kunnleika til arbeiði við teldum • kunnleika til bókhaldsskipan landsins • evni at arbeiða sjálvstøðugt • lætt við at samskifta og er fleksibul Uppgávurnar eru: • ymiskar skrivarauppgávur, t.d. at skriva eftir diktafon • roknskapar- og fyrisitingarligar uppgávur • viðlíkahald av bóka- og greinasavni • journalisering/arkivering • fyrireiking av fyrisitingarligum málum til støðutakan • sjálvstøðugt samskifti úteftir, bæði munnliga og skrivliga, á føroyskum, donskum og enskum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er deild innan sjúkrahúsverkið. Arbeiðsupp- gávurnar hjá deildini eru at kanna ein- staklingar fyri sjúku ella mein av arbeiðsávum, at meta um arbeiðsførleika, serliga í samband við fyritíðarpensjón, endurbúgving og yrkis- ráðgeving, at ráðgeva Arbeiðseftirlitinum og Skipasýninum í arbeiðsmedisinskum spurn- ingum, at skipa fyri sjúkufyribyrgjandi arb- eiði og at fremja granskingarvirksemi innan arbeiðs- og almannaheilsu. Deildin hevur, síðan hon varð sett á stovn í 1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirk- semi innan bæði arbeiðslæknafrøði og fólka- heilsu. Hetta virksemi, sum hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi frá almennum í Føroyum, USA, ES og Danmark. Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin av heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá føroyskum børnum – og nú eisini hjá vaksnum fólki. Á deildini starvast í løtuni 15 fólk. Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjar- málaráðið. Nærri fæst at vita við at ringja á tlf. nr. 316696, tosa við Elsu Olsen, skrivara, ella Pál Weihe, yvirlækna. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til: Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Sjúkrahúsverk Føroya, Sigmundargøta 5, Postsmoga 14, FO-110 Tórshavn ella við telduposti til dfaa@health.fo í seinasta lagi 15. feb. kl. 12.00. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya Sigmundargøta 5 · Postsmoga 14 · FO-110 Tórshavn Tlf.: +298 31 66 96 · Fax: +298 31 97 08, www.health.fo · dfaa@health.fo Ruskinnsavnari til »Ryska« IRF søkir við hesum eftir einum ruskinn­ savnara til innsavningarbilin »Ryska« at byrja skjótast tilber. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um: • Innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í meginøkinum. • Annað fyrifallandi arbeiði hjá IRF Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja. Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF. Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála­ num millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Jógvan Júst Olsen. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan fríggjadagin 30. januar 2008. IRF Postboks 39 FO­520 Leirvík IRF hevur 5 serútgjørdar bilar til ruskinnsavning: Roði, Ryski, Rósa, Reyðsmæra og Viól. Arbeiðsumráðið hjá »Ryska« er í meginøkinum. Tríggir mans eru við bilinum. lýsingar Internet Sosialur www.sosialurin.fo in