týsdagur 22. januar 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 15 - 22. januar 2008
Fíggjarleiðari
til Vágs kommunu
Søkt verður eftir fíggjarleiðara til Vágs kom
munu at byrja skjótast tilber.
Talan er um eitt áhugavert fulltíðarstarv og
fevnir um at fyrisita m.a.:
• dagliga bókhalds, roknskapararbeiði og
avstemming.
• umsita og avstemma ognaraog
skuldarabókhaldið.
• ábyrd av at innkrevja útistandandi.
• uppseta mánaðar og ársroknskapir og
fíggjarætlanir.
• fíggjarstýra lán og innistandandi.
• menna mannagongdir og edv v.m á
fíggjarliga økinum.
• ráðgeva í fíggjarligum viðurskiftum.
• annars alt vanligt skrivstovuarbeiði.
Allar skrásetingar verða dagliga førdar á teldu,
tí er tað avgjørt neyðugt, at umsøkjarin hevur
góðan praktiskan og teoretiskan kunnleika til
skrivi, rokni, roknskapar, og telduarbeiði.
Fyri ein, ið kundi hugsað sær eitt sjálvstøðugt
og fjøltáttað arbeiði, ið setur stór krøv til tann
menniskjansliga og fakliga førleikan, er hetta
tað rætta starvið.
Hevur tú áræði, kann virka sjálvstøðugt, góð
samstarvsevni og hevur hollar royndir innan
bókhalds, roknskapar, og fíggjaryrki, við
ástøðiligari útbúgving, eitt nú HA, HD ella aðra
viðkomandi útbúgving, so er tú tann vit søkja.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF)
og Starvsmannafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Petry ella Kirstin á telefon 37 30 24.
Skrivlig umsókn við avriti av møguligum
prógvum og ummælum verður at senda inn
áðrenn 11. februar 2008 kl. 12.00.
Vágs kommuna tilskilar sær rætt til at lýsa
starvið leyst av nýggjum, um ov fáir umsøkjarar
eru til starvið.
Vágs kommunu
Vágsvegur 22
FO-900 Vágur
Viðm. Fíggjarleiðari
Vágs Kommuna
Mangla tit
timburmann
til innrætting av tykkara húsum?
Eg átaki mær alt timburarbeiði/el
so sum innrætting av kjallara, lofti
og annað timburarbeiði.
Øki: Tórshavn
Ring á tlf. 57 51 45
Røktar- og umlættingarheimið
Starvsfólk til Lágargarð
Avloysari til dagstovnin
Lýst verður eftir fólki til dagstovnin á Lágargarði
við serligum áhuga og hegni innan handaverk, og
við førleika innan aktivering skjótast til ber.
Talan er um eitt farloyvisstarv til 31. desember
2008.
Arbeiðstíðin er 40 t/vikuna ella eftir nærri avtalu.
Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjar
málastýrið og avvarandi yrkisfelag.
Á dagstovninum eru 36 heimabúgvandi pension
istar um vikuna saman við búfólkunum, ið eru 48 í
tali, sum fáa tilboð um bæði ítriv og venjing.
Væntað verður, at umsøkjarar hava góð samstarvs
evnir og kunnu arbeiða sjálvstøðugt.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til
Marjuna Poulsen, virkandi leiðara á dagstovninum,
á tlf. 31 67 88.
Reingeringsfólk til Heimarastovu:
Lýst verður eftir reingeringsfólki til Heimarastovu
skjótast til ber í lønarbrøki 0.8.
Arbeiðstíðin er frá kl.08 til 15 gerandisdagar og
annaðhvørt vikuskifti frá kl. 09.30 til 13.30.
Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjar
málastýrið og Havnar Arbeiðskvinnufelag
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til
Jóngerð Guttesen, deildarleiðara á tlf. 31 67 88.
Skrivlig umsókn til størvini skulu sendast til :
Lágargarð
Att. Meta av Fløtum, leiðari
Stoffalág 84
Postboks 1188
FO-110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 5. feb. 2008
Eygleiðarar
á fiskiskipum fyri
Fiskiveiðieftirlitið
Tvey størv sum eygleiðarar umborð á fiskiskipum,
verða hervið lýst leys at seta sum skjótast. Talan er
um eitt fast starv og eitt avloysarastarv.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppávur:
• Skráseta, skriva frágreiðing um fiskiskapin og
staðfesta hvar fiskað verður
• Kanna og meta um veiðuna
• Skráseta útblaking, hjáveiðu og veiðu av
undirmátsfiski
• Kanna fiskireiðskapin
• Kanna dagbókaføringina
• Kanna veiðu í hvørjum einstøkum háli
• Taka sýnir
• Fylgja við um fylgisveinaeindin er virkin og
sambært ásetingunum
• Boða frá møguligum brotum á loyvistreytirnar
• Annað eftirlitisarbeiði
Førleikakrøv:
• Fiskivinnutøkningur, ella aðra viðkomandi
útbúgving. Fyrimunur, men ikki krav.
• Royndir innan ymiskar veiðihættir
• Heilsuváttan fyri sjómenn.
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum,
norðurlendskum og enskum máli.
• Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og óheft.
Setanartreytir:
Lønin er sambært stig 35 í tænastumannalønar
talvuni. Starvið er tó ikki tænastumannastarv.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/
stovnar undir tí.
Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er eygleiðari.
Tann ið sett/ur verður, má kunna tola broytingar í
starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at
fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, og møgu
ligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum
í hendi í seinasta lagi 5. feb. 2008 kl. 15:00.
Umsóknir skulu sendast til :
Fiskiveiðieftirlitið,
postsmoga 347, 110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa
við Meinhard Gaardlykke, fulltrúa. www.fisk.fo
Lastbilførari
Søkt verður eftir lastbilførara
at byrja beinanvegin
IR Lastvognar
Tlf. 58 11 26
lýsingar
Lesið Sosialin - so eru tit við