Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 105 - 6. mai 2001 Nr. 105 - 6. mai 2001 13 gult12 cyan12 magenta12 svart12 gult13 cyan13 magenta13 svart13 -Eg vil hava realitets- politikk og ikki ein proklamatiónspolitik k, tí tað er einki land í verðini, sum er vorðið sjálvstøðugt uttan so, at tað hevur fingið góðkenning frá tí, sum tað hevur verið saman við. At fara út í ein pro- klamatiónspolitikk mótvegis dønum trúgvi eg ikki førir okkum nærri einum sjálvstøðugum Før- oyum sigur løgmaður í viðmerking til úttalilsi hjá Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismanni TRUMFKORT Jan Müller -Tað er breið semja millum allar politikarar í Føroyum, at vit eru ein tjóð. Um nakar heldur, at alt er loyst og liðugt í sjálvstýris- málinum við at reka pro- klamatiónspolitikk, við eitt nú at senda fráboðan til ST um, at vit eru serstøk tjóð við sjálvsavgerðarrætti, so fer hann skeivur sigur Anfinn Kallsberg, løg- maður í eini viðmerking til atfinningarnar frá fyrrver- andi landsstýrismanninum, Tórbjørn Jacobsen í Fregn- ir. Tórbjørn Jacobsen sigur í samrøðu við blaðið, at løgmaður eigur at senda umrøddu fráboðan til ST og leggur aftrat, at tað sjálv- andi fer at elva til stríð, tí tað gongur ímóti danska føroyapolitikkinum. –Tað er neyðugt at taka hetta stríðið. Verður ikki staðfest hjá altjóða stovnum, at før- oyingar eru ein tjóð, fara vit aldrin at vinna tey rættindi, sum hoyra eini tjóð til. Vit mugu tora at hevda okkara rætt segði hann við blaðið. Løgmaður er ikki samdur við honum. Hann sigur: - Tú hevur nøkur rættindi. Tey skal tú verja. Men tað, sum ræður um í míni verð, er, hvussu tú spælir best við hesum kortinum (fráboð- anini til ST, blaðm.) fyri at røkka tí setningi, sum landsstýrið hevur sett sær. Og tað er ikki bara at pro- klamera og einki meira. Um tað er proklamatións- politikkur, sum man vil hava, so er tað sjálvandi tann mátin tað skal gerast uppá sigur løgmaður og sipar til úttalilsini hjá Tórbjørn Jacobsen. -Eg vil hava ein reali- tetspolitikk, tí tað er einki land í verðini, sum er vorðið sjálvstøðugt uttan so at tað hevur fingið góð- kenning frá tí, sum tað hevur verið saman við. At fara út í ein proklamatións- politikk mótvegis dønum trúgvi eg ikki førir okkum nærri einum sjálvstøðugum Føroyum. Løgmaður sigur annars, at vit kunnu senda umrøddu fráboðan til ST nær tað skal vera, men hann dugir ikki at síggja, hvat vit fáa burtur úr við at gera tað nú. -Tað eg havi sagt í sam- gonguni um fráboðanina til ST er, at tað er eitt kort, sum vit skulu brúka mót- vegis donsku stjórnini. Tvs. at alt eftir hvussu støðan gerst í samráðingunum við donsku stjórnina, skal man brúka tað kortið. Hevur tú koyrt hetta kortið yvir borðið, so kanst tú ikki brúka tað meira. Tað er tí eg havi hildið tí aftur. Eg vil fegin kunna koma aftur til borðið at tosa við donsku stjórnina um hesi viður- skiftini. Tað nyttar einki at spæla sær allar trumfarnar av hondini, áðrenn tú er komin hálva leið í spæl- inum sigur løgmaður og leggur aftrat, at hetta er ein stórur trumfur, ja kanska tann størsti vit hava. At fólkaatkvøðan – sum Tórbjørn Jacobsen leggur upp til í Fregnum - varð avlýst eftir trýsti frá Óla Breckmann er heldur ikki rætt vísir løgmaður á. -Tað var ein reint persónlig met- ing hjá mær sjálvum. Hevði tann fólkaatkvøðan verið og úrslitið var eitt nei, og vit ganga út frá tí tulk- ing, sum forsætisráðharrin hevur, so hevði tað verið ein innliman í danska ríkið fyri Føroyar, og tað hevði verið ein vanlukka. Løgmaður heldur tað heldur ikki vera rætt at royna at elva til eitt stríð við danir. -Tað er ikki bara at busa avstað. Tað skal verða gjørt á rættan hátt og væl forankrað. Fólkaflokk- urin stendur eisini fult samdur í sjálvstýrismál- inum og tað, sum samgong- an stendur saman um, er í fult í tráð við tað, sum Fólkaflokkurin stendur fyri. Eg skilji á Tórbjørn Jacobsen, at vit við at senda brævið til ST fáa eitt øgiligt rok. Hvat skal tað rokið brúkast til. Vit hava møgu- leika til at fremja ta ætlan, sum er umfatað av Heima- stýrislógini, sum er. Vit hava tilsagnir, skrivligar og munnligar, at tað er Føroya fólk, sum tekur hesa avgerðina. Men tað er eingin loyna, at danska politiska skipanin øll sum hon er ynskir, at vit halda fram í ríkinum. Tað, sum nú ræður um hjá okkum, er at brúka teir møguleikar, sum liggja. Og tað tekur eitt sindur longri tíð. Løgmaður: Kortanei til proklamatiónspolitikk -Vit høvdu hann á borðinum og ætlaðu at koyra hann niðan, áðrenn tingið fór til hús, men vit høvdu ikki fingið ta neyðugu politisku viðgerðina frá hondini. Lógin um búskapargrunnin kemur í tingið eftir ólavsøku sigur løg- maður og vísir annars á, at hann er ikki partur av samráðing- unum við donsku stjórnina BÚSKAPARGRUNNUR Jan Müller Nú ivi er sáddur um, hvussu verður við tí sjálv- stýrispakkanum, sum sam- gongan samtykti herfyri biðjur løgmaður Føroya fólk sissast. Hann viðgong- ur, at tað verða nøkur viðurskifti, sum man ikki fær forstáilsi fyri og við- spæl frá donsku stjórnini. Mál, sum vit ætla og halda eru náttúrlig at yvirtaka, men sum eftir tí danska stjórnin leggur upp til, mugu bíða til vit taka suverenitetin. Tvs. at tað verður meira í suverenitets- pakkanum og minni í yvir- tøkurprosessini enn tað vit hava lagt upp til sigur løgmaður og vísir samtíðis til, at tað vil man frá føroyskari síðu so eisini fyrihalda seg til. Og tað er heldur ikki ógjørligt leggur hann aftrat. -Tað, sum er avgerandi, og tað hevur danski for- sætisráðharrin fleiri ferðir váttað, er, at tann fíggjarligi parturin fylgir við hvørjari yvirtøku, sum verður framd. Tvs. at tað vit skulu gera er at yvirtaka og gjalda eitt tað vit kunnu sambart Heimastýrislógina. So eru nøkur ting eftir og tey koma uppí tann pakkan, sum liggur síðst í prosessini, nevniliga suverenitetin. -Tað eru bert 10 mánaðir til val. Heldur tú tit røkka hesum áðrenn valið? -Eg vóni vit fáa loyst nøkur av teimum málum, vit hava sett okkum. Eitt er púra givið, og tað er, at blokkurin skal til sam- ráðingar nú, og ætlanin er so eisini at yvirtaka skúlamál og minka blokkin tilsvarandi. Tað skuldi borið væl til, tí tað skulu ikki samráðingar til tað. -Hvussu við Búskapar- grunninum, er hann lagdur á hillina? -Nei avgjørt ikki. Hann er ikki ein partur í sam- ráðingunum við donsku stjórnina. Lógin um hann kemur í tingið eftir ólav- søku. Vit høvdu hann á borðinum og ætlaðu at koyra hann niðan áðrenn, men vit høvdu ikki fingið ta neyðugu politisku við- gerðina frá hondini. -Men um tit ikki kunnu koyra blokkpengar í grunn- in, um olja ikki verður funnin við tað fyrsta og um gongdin í samfelagnum fer at minka um møguligt yvirskot, hvat skal tá í Bú- skapargrunnin? -Hyggur man eftir, hvat blokkurin minkar við fyrsta árið, og hvat verður brúkt úr Búskapargrunninum, so líkjast tey tølini rættiliga nógv. So tað er ikki effektin tað fyrsta árið, sum er av- gerandi fyri Búskapar- grunnin. Tað er effektin tað 6.,7.,8.,10. og 15. árið, sum er avgerandi. -Men um danir ikki vilja hava, at tit skulu koyra blokkin í Búskapargrunn- in, so kunnu tit væl brúka hann til tey økini hann upprunaliga var ætlaður, og tað, sum so fer í Búskapar- grunnin er tað yvirskotið, sum so verður á fíggjarlóg- ini! -Ja hví ikki júst tað! Tí dugi eg als ikki at síggja, at hetta er nakar trupulleiki. Tað, sum er avgerandi, er tað danski forsætisráðharr- in sigur. Hann sigur nevni- liga, at blokkurin er ætlaður til nøkur málsøki, og tað hevur verið grundarlagið alla tíðina síðani blokkurin kom. Vit minnast tá Jóannes Eidesgaard fór til Danmarkar sum lands- stýrismaður í fíggjarmálum við eini útrokning av livi- støðinum í Føroyum, sum var fullkomiliga avvíst frá danskari síðu, tí blokkur til Føroya hevði einki við livi- støði at gera. Hann var markaður til nøkur máls- øki. Løgmaður vísir á, at Poul Nyrup Rasmussen herfyri hevði nøkur áhugaverd út- talilsi. Hann segði, at tað vóru tvey element í blokk- inum. Annað var sambandi við nøkur málsøki, sambart Heimastýrislógina, sum vórðu yvirtikin. Og so var tað konjunkturjavnarin. Nær hevur blokkurin verið konjunkturjavnaður, og hvat hevði hent undir kreppuni, um blokkurin varð konjunkturjavnaðar - fór blokkurin upp tá spyr løgmaður og svarar, at tað gjørdi hann ikki. Tað hevur eingin regulering verið gjørd í blokkinum síðani hann kom í 1988 við undantaki av 1993, tá pens- iónirnar eisini komu inn í hann. Hann er ikki kon- junkturjavnaður men er beinleiðis relateraður til nøkur málsøki. -Lat tað so vera so. Hann kemur eisini at minka eftir tí ferð vit yvirtaka nøkur málsøki sigur løgmaður í viðmerkingini. Búskapargrunnur á tingborð eftir ólavsøku Løgmaður er ikki samdur við fyrrverandi landsstýrismannin Tórbjørn Jacobsen. Undirhalds- tónleikarafelag Tíðindaskriv Føroya Undirhaldstónleik- arafelag - stytt FUT - hevði ársaðalfund í Skansastovu leygardagin 7. apríl. Tríggir nevndarlimir av fimm stóðu fyri vali, og í nevndina komu: Magnus Pauli Poulsen (afturvaldur), Jón Tyril og Hjalmar Holm. Í nevndini sita eisini Kaj Johannesen og Torbjørn Lisberg. Til viðgerðar vóru fíggj- arstøða felagsins, samstarv við líknandi feløg í hinum norðurlondunum, umstøð- urnar til tónleikavirksemi kring landið og føroyskur tónleikur á útlendskum palli. Endamálið hjá FUT er at fremja áhugamál limanna innan tónleik, og fram- tíðarætlanir felagsins eru m.a. at viðgera rytmiskan tónleik sum mentamál, so tónleikur kann gerast ein veruligur valmøguleiki í mun til til annað mentantar- og frítíðarvirksemi kring landi. Hesin tørvur er part- vís nøktaður við tónleika- undirvísing í skúlum, men FUT ásannar, at umstøð- urnar at spæla, venja og framføra tónleik langt frá eru nøktandi fyri tey, ið hava tónleik sum áhuga. FUT arbeiðir eisini við at leggja ein heimasíðu út á alnótina. Ætlanin er at hon verður eitt framtíðarforum hjá limunum, tónleikaáhug- anum og -fyrireikarum innan sum uttanlands. Men fyrst og fremst er ætlanin at skipa felagið í enn fastari rammur, so felagið saman við landsins tónleikarum kunnu byrja at fremja mál, ið muna tónleikinum og umstøðum hansara kring landi. Føroya Mynda- kalendari 2002 er nú at fáa til keyps í sølubúðunum. Eins og undanfarin ár er hann prýddur við sera vøkrum lit- myndum Eirikur Lindenskov Fyri 22. ferð er Føroya Myndakalendari hjá J. A. Arge at fáa í sølu- búðunum, og aftur hesa- ferð mugu vit ásanna, at talan er um ein prýði- ligan kalendara. Litfagrar landslags- myndir fangaðar av myndamanni við einum ótrúliga góðum eyga fyri slíkum. Forsíðumyndin sýnir Mikladal á Kalsoynni – sum myndamaðurin hevur tikið av Kambi, fjallinum millum Mikla- dal og Djúpadal fyri norðin – ein penan dag. Myndakalendarin er av sonnum ein fragd at skoða. Fleiri av mynd- unum eru vakrar lofts- myndir, ið úr erva - eisini úr fjøllunum, sýna okkum, hvussu vøkur føroyska náttúran er, bæði í summar- og vetrarbúna, eitt nú myndin, sum sýnir Múl- an á Kalsoynni í kava- búna í januarmánaði, ella myndin av gomlu Havnini, Tinganesi við Eysturbýnum, nýggju býlingunum í Hoyvík og Eysturoynni í baksýni. Eyðkenda myndin av Tindhólmi, sum ferða- maðurin sær, tá hann kemur við flúgvara inn gjøgnum Sørvágsfjørð. Til føroyingar og ferðandi Myndakalendarin er eitt framúrskarandi amboð hjá ferðavinnuni. Her verða Føroyar vístar úr vakrasta sjónarhorni, og tað er einki at ivast í, at fremmandafólk tekkjast landi okkara, tá tey síggja slíkar vakrar myndir. Tað er tó ikki bara ferðafólkini, sum fáa gleði av kalendaranum. Nógvir føroyingar uttan- lands hava kalendaran hangandi. Men myndakalendarin verður eisini brúktur til annað. Á baksíðuni er sum vanligt ein rúgva av praktiskum upplýsing- um um Føroyar, og tað skal sigast útgevaranum til rós, at teir brúka dagførdar upplýsingar. Teksturin er skrivaður bæði á enskum og donskum. Eins og undanfarin ár er Føroya Myndaka- lendari 2001 prentaður í Íslandi. Prentþjónustan og Oddi í Reykjavík hava staðið fyri prent- ingini. Í júst útkomnu árs- frágreiðing síni boðar Amnesty Inter- national frá brotum á mannarættindini í 149 londum. Frá- greiðingin kemur um somu tíð, sum 40 ár eru liðin, síðani Amnesty Internatio- nal varð stovnað. Amnesty International Tíðindaskriv Alheimsgerðin ella út- breiðslan av fríum markn- aðarbúskapi og nýggjari tøkni, hava havt stóran bú- skaparligan vøkstur við sær, men skuld, fátækra- dømi og øktur ójavni eyð- kenna eisini somu alheims- gerð. Í nógvum londum verður økta fátækradømi nýtt sum umbering fyri brot á mannarættindini. Tað gongur ikki, øll lond hava skyldu til at syrgja fyri, at mannarættindini hjá sínum borgarum ikki verða brotin. 28. mai varð Amnesty 40 ár, og føðingardagar geva okkum eitt gott høvi at lýta aftur á tey úrslit, sum eru fingin til høldar, men hetta høvi eigur eisini at verða nýtt til at hyggja at, hvussu heimurin er broyttur hesi árini. Í ársfrágreiðingini hjá Amnesty sæst, at tað ikki bara eru umboð fyri heim- sins stjórnir, sum standa aftanfyri brot á manna- rættindini. Tá gjørt verður upp, sæst skjótt at vælvápnaðir hálv- hernaðarligir mótstøðu- bólkar standa aftanfyri ein alsamt vaksandi part av mannarættindabrotunum. Og stjórnir gera mangan onki, tá privat fólk standa aftanfyri brotini. Hetta sæst t.d. tá talan er um ærudráp í familjum, ella tá talan er um umskering av smágent- um. Í ársfrágreiðingini verður víst á, at fólk verða tikin av døgum, uttan at málini hava verið tikin til dóms í 61 londum. Í 28 londum verður deyðarevsing nýtt sambært landsins lógum. Samvitskufangar sita fastir í minst 63 londum. Torturur ella onnur píning er frá- boðað úr 125 londum, meðan „hvørvingar“ koma fyri í 30 londum. Veruligu tølini eru uttan iva nógva ferðir størri. Hóast heimsins stjórnir á papírinum hava tikið mannarættindini til sín, so eru tær ikki nógvar, sum í veruleikanum halda mannarættindini. Í nógvum londum verða raðfesting- arnar hjá fleiritjóða hand- ilsfeløgum og trýst frá altjóða fíggjarstovnum nýtt sum vánalig grundgeving fyri, at stjórnirnar ikki klára at syrgja fyri, at mannarættindini hjá borgarunum verða hildin. Men flest allar stjórnir bæði kunnu og skulu gera nógv meir: Tær kunnu verja arbeiðarar ímóti ringastu misnýtsluni; tær kunnu fara í hernað ímóti ringastu korruptiónini, sum mangan hava við sær, at rættar- trygdin er vánalig: tær kunnu syrgja fyri, at mannarættindabrot ikki sleppa at verða órevsaði, og tær kunnu halda uppat við at leggja eftir teimum, sum virka til frama fyri manna- rættindini. At vísa á, at stjórnir um allan heim hava skyldu at virða og verja manna- rættindini hjá borgarum sínum, er enn sum áður høvuðsuppgávan hjá Am- nesty. Er politiski viljin til staðar, hava stjórnirnar eis- ini valdið til at syrgja fyri, at mannarættindini verða hildin, líkamikið hvussu stórt trýstið uttaneftir er. Tí er ábygdin hjá stjórnunum framvegis í miðdeplinum. Tey nýggju manna- rættindamálini, sum stava frá alheimsgerðini, hava økt nógv um arbeiðið hjá Amnesty. Eitt dømi um hetta er arbeiðið, sum Am- nesty í dag ger í hand- ilsvinnuni. Har verður trýst lagt á fyritøkur, fyri at fáa tær at átaka sær størri leiklut tá mannarættindi skulu verjast. Serliga fyritøkur, sum arbeiða, har nógv mannarættindabrot verð framd, eiga at taka lut í arbeiðinum. Í fjør heiti Amnesty serliga á altjóða gimsteina- framleiðarar og sølufyri- tøkur í eini roynd at syrgja fyri, at gimsteinar úr krígs- herjaða Sierra Leone ikki komu á altjóða marknaðin. Amnestylimir mótmæltu uttanfyri gimsteinahandlar í USA, og aðrir limir luttøku í kjaki við Hoge Raad voor Diamant í Antwerpen og DeBeers- bólkin, sum er heimsins størsta gimsteinafyritøka. Á sama hátt bað Amnesty altjóða oljufeløgini, sum hava áhugamál í Sudan, taka mannarættindaspurn- ingin upp við sudanesisku stjórnina, og at syrgja fyri, at mannarættindini í øllum førum vóru hildin í teirra felagi. Amnesty International hevur avdúkað, at altjóða handilin við amboðum, sum eru ætlaði til at geva elektriskt stød, er øktur øll 90’árini. Síðstu tvey árini hava í minsta lagi 150 fyritøkur í 22 londum fram- leitt slík vápn. Amnesty arbeiðir fyri at forboð verður sett ímóti at nýta løgreglu- og trygdarútgerð, sum í síni heild eru ræðu- lig, ómenninskjanslig og eyðmýkjandi. Møguligi tvídrátturin ímillum stembanina eftir at vinna pening og stemb- anina at verja mannarætt- indini hevur havt við sær, at Amnesty hevur vent sær til Heimsbankan og aðrar altjóða fíggjarstovnar við sínum sjónarmiðum. Hetta er serliga gjørt, tí bankin hevur stóra ávirkan á, hvat verður sett á bæði politisku og tjóðarbúskaparligu dag- skránna í teimum londun- um, sum bankin samstarvar við. Hesum arbeiðinum fer Amnesty at halda fram við fyri at tryggja, at manna- rættindini fáa ta høgu rað- festingina, sum tey natúr- liga eiga hjá Heimsbank- anum. Síðani Amnesty varð stovnað fyri 40 árum síðani, er heimurin nógv broyttur. Tað eru málini, sum Amnesty arbeiðir fyri, sjálvandi eisini. Tað kann mangan tykjast, sum at mótstøðan ímóti manna- rættindunum er øgilig, men tann uppreisturin ímóti hesum órættvísi, sum fyri 40 árum síðani hevði við sær, at Amnesty Inter- national varð sett á stovn, hevur framvegis við sær, at fólk í milliónatali halda fram við at leggja trýst á alheims stjórnir í stremb- anini eftir einum betri heimi fyri øll; utopia er ikki beint framman stavn, men tað eru broytingar rætta vegin. Føroya Mynda- kalendari komin Alheimsgerðin skal ikki seta mannarættindini til viks Nevndin í FUT mannað Fut hevði fyri tíð síðani aðalfund, har nevndarval var á skránni og eisini vóru fleiri nýggj hugskot á lofti, til nevndina at arbeiða við Mynd: Dagfinn Olsen C M Y K 13 12