mikudagur 6. juni 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 105 • mikudagur • 6. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Landsliðsmálverjin í
hondbólti, Johan
Danielsen, fer
komandi kappingarár
at verja málið hjá
Kyndli
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað líkist einari hampuliga
stórari málverjarokadu í
føroyskum manshondbólti
til komandi kappingarár. Í
øllum førum tykist greitt, at
fýra av teimum bestu mál-
verjunum í kappingini ikki
fara at spæla við somu
feløgum í heyst, sum teir
gjørdu við kappingarlok í
fjør.
Vit hava áður nevnt, at
tað í øllum førum var sann-
líkt, at Kyndil skuldi hava
nýggjan málvera, tí Jens av
Skipagøtu í øllum førum
ikki spælir alt komandi
kappingarárið.
Kyndil
hevði í fjør eisini Petur
Magnusson
í
málinum
seinasta partin av kapp-
ingini, men hesin verður nú
aftur at síggja í Neistanum,
sum hevur mist danan, Lars
Winther.
Johan til Kyndil
Fyri at byrgja upp fyri
hesum hevur Kyndil verið á
Strondum eftir málverja, og
komandi ár fer so Johan
Danielsen at spæla við
teimum grønu úr Havn.
Við Sosialin sigur Johan,
at felagsskiftið mest av
øllum er íkomið, tí hann
hevur hug at royna onkrar
nýggjar avbjóðingar.
- Tað haldi eg er fremsta
orsøkin til, at eg skifti felag
til komandi ár. At tað so
júst er Kyndil, kemst í stór-
an mun av, at Jónleif
Sólsker verður venjari hjá
teimum komandi ár. Mær
dámdi væl at arbeiða undir
honum á Skála, og eg gleði
meg til nýggju avbjóð-
ingina í Kyndli.
Tað hevur ljóðað, at StÍF
skal fáa ein rumenskan
málverja til komandi kapp-
ingarár, men Johan avvísur,
at hetta hevur nakað við
skiftið at gera.
– Nei, avgjørt ikki.
Tvørtur ímóti kundi tað
verið spennandi at fingið
ein somikið sterkan kapp-
ingarneyta í málinum, men
avgerðin hjá mær hevur so
einki við tað at gera. Lat
meg eisini leggja afturat, at
eg eri glaður um tað
forstáilsi, sum eg havi møtt,
tá eg havi greitt fólki frá
hesum. Eg havi jú altíð
spælt hondbólt við StÍF, og
eg skal helst eisini kunna
tosa við fólk á Skála og
Strondum aftur, sigur Johan
at enda.
Kyndilsvenjarin, Jónleif
Sólsker, er sjálvandi eisini
fegin um, at tað hevur
eydnast at fingið Johan at
verja málið komandi kapp-
ingarár.
- Johan er so avgjørt ein
góður fongur at fáa hjá
einum og hvørjum liði. Tað
er ikki víst, hvussu verður
við Jens, men í øllum
førum hevði hann ikki
verið her alt kappingarárið,
og tí kann eg bara vera
nøgdur
um,
at
hesin
trupulleikin nú er loystur.
Eingin rumeni er
komin
Sum nevnt omanfyri, so
hevur tosið gingið um, at
StÍF komandi ár skal hava
ein rumenskan málverja,
sum
leikandi
venjarin,
Costin Dumitrescu, hevur
fingið fatur á. Av Skála
verður tó sagt, at einki enn
er avgjørt hesum viðvíkj-
andi.
- Tað er rætt, at tað hevur
verið tosað aftur og fram
um hatta, men enn er so
einki ítøkjuligt hent við
hesum, sigur Andrass Dan-
ielsen av Strondum. Hann
vísur á, at hetta veldst um
so nógv, og at endalig støða
enn ikki er tikin til spurn-
ingin.
StÍF missir málverjan
Johan Danielsen, sum í
fleiri ár hevur verið
skansin hjá StÍF fer
komandi árið at spæla við
Kyndli
Petur Magnusson var við Kyndli seinastu dystirnar í vár, men
hann verður nú aftur at síggja í Neistanum
Ivasamt er við Jens av Skipagøtu, men hann verður heilt víst
ikki í Føroyum alt kappingarárið
Lars Winter verður ikki við Neistanum komandi ár
14
Nr. 105 - 6. mai 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Annan Hvítusunnu-
dag var stórt minn-
ingarhald um kvívík-
ingin Jóan Petur uppi
í Trøð. Eini fimm
hundrað fólk vórðu
komin saman at
minnast Jóan Petur,
ið varð mettur at vera
ein serlingur, tá hann
livdi
MINNINGARHALD
Stefan í Skorini
– Spurningurin er, um hann
er eitt minningarhald verd-
ur, og alt bendir á, at so er,
sigur J.P. Gregoriussen,
arkitektur, sum hevur verið
við til at skipa fyri hátíðar-
haldinum.
– Tað er líkt til, at kvæð-
ini og skaldskapurin ann-
ars, ið hann legði frá sær,
verða kvøðin enn og fram-
vegis liva á fólkamunni.
Brúðarvísan,
Waagen,
Tróndarkvæðið og Gentu-
kæti verða nógv kvøðin, og
tey eru øll av hond Jóan
Peturs.
At hansara kvæði enn
liva á mannamunni er ein
greið ábending um, at Jóan
Petur uppi í Trøð enn hevur
ein boðskap at bera okkum,
og tí er minningarhaldið
uppá sítt pláss.
Eydnaðist væl
Annars eydnaðist tiltakið
væl. Har vóru fleiri enn
fimm hundrað fólk møtt
upp, og so nógvum høvdu
fyrireikararnir ikki roknað
við. Millum áhoyrararnar
vóru bæði bygdafólk og
ættarfólk hjá Jóan Peturi.
Umframt at hava latið
nógv skrivligt tilfar úr
hondum, tók Jóan Petur
nógvar myndir, og tær
vórðu sýndar fram undir
minningarhaldinum. Stórt
siðsøguligt virði er í hesum
myndum.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður, og Eyðun Andre-
assen, fólkalívfrøðingur,
hildu talu við minnisvarð-
an, sum er reistur yvir Jóan
Petur í Kvívík.
– Vit eiga at hjúkla um
okkara originalar, segði
Høgni Hoydal í sínari røðu,
og Jóan Petur var mettur
sum serlingur millum síni
bygdafólk, tá hann livdi.
Tað, sum Jóan Petur tókst
við, var ikki serliga nógv
virt millum manna.
Skaldið var íðin tjóð-
skaparmaður, men hann
andaðist í 1901, áðrenn tað
partapolitiska stríðið av
álvara kyknaði í Føroyum.
– Hann var ógvuliga
virkin í stríðnum fyri at
varðveita tað føroyska mál-
ið, og tað var eitt av hansara
aðalmálum,
sigur
J.P.
Gregoriussen.
– Hann hevur framvegis
ein boðskap at bera okkum,
sigur J.P. Gregoriussen.
Mintust serlingin úr Kvívík
Eini fimm hundrað fólk vóru komin saman at minnast Jóan Petur uppi í Trøð
Mynd: Jens Kr. Vang
Grækaris A. Joensen og J. P. Gregoriussen skipaðu fyri minn-
ingarhaldinum, meðan Eyðun Andreassen (vm) helt røðu
Mynd: Jens Kr. Vang
Nakrir eldri kvívíkingar lýða á
Mynd: Jens Kr. Vang
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan hevur verið
nógv úti um vikuskiftið,
og tað úrslitaði í, at
fimm
førarar
mistu
koyrikortið. Fýra fyri at
koyra við kenning, með-
an ein varð tikin fyri at
koyra ov skjótt.
Vikuskiftið hevur ver-
ið langt, og tí hava um-
støðurnar at fáa sær eina
kenning verið betri enn
vant. Leygardagin var
løgreglan úti og gjørdi
vanligar kanningar, og
tríggir førarar vórðu
tiknir fyri at hava ov
nógv alkohol í blóðin-
um. Sunnudagin var enn
ein tikin fyri at koyra við
kenning.
Blóðroyndir eru tiknar
av teimum øllum, og tær
eru sendar niður. Er
promillan millum 0,5 og
0,8 fáa førararnir eina
treytaða frádøming av
koyrikortinum, men er
promillan hægri enn tað,
so
er
frádømingin
treytaleys.
Leygardagin var løg-
reglan eisini úti við ferð-
mátaranum í sambandi
við
landsdystin
á
Svangaskarði. Har var
ein tikin fyri at koyra
upp ímóti 120 kilometr-
ar um tíman.
Annars hava nøkur
smá ferðsluóhapp verið,
tó uttan stórvegis skaða.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Nógv ferðsla hevur ver-
ið á Skálafjørðinum
hetta vikuskiftið. Bæði í
sambandi við vitjanina
av trúboðanarskipinum
Logos II og landsdystin
millum
Føroyar
og
Sveis.
Fríggjadagin var løg-
reglan úti við ferðmátar-
anum
í
Søldarfirði.
Ferðin varð tikin nakað
inni í bygdini, so at bil-
arnir skuldu hava ríkiligt
av tíð til at taka ferðina
av bilinum.
Ferðin á fleiri enn
hálvthundrað bilum varð
mátað, men bara tríggjar
frágreiðingar
vórðu
skrivaðar,
og
eingin
misti koyrikortið.
Úr Klaksvík verður
sagt frá einum friðar-
ligum vikuskifti, har tey
nú fyrireika seg til
Norðoyarstevnuna.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Sunnumorgunin
um
klokkan níggju ringdu
fólk av næmingaheimin-
um Undir Fjalli og boð-
aðu frá, at eldur var
komin í eina sofu.
Onkur
av
teimum
hevði mist eina sigarett á
sofuna, sum fór at loga.
Beinanvegin fekst tam-
arhald á eldinum, og
eingin fekk álvarsamt
mein. Nakað av royk-
skaða stóðst av eldinum,
men annars vóru skað-
arnir avmarkaðir.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Barnagarðurin á Lítla-
skógi hevur stórar trup-
ulleikar av smádreingj-
um, ið renna á takinum á
barnagarðinum, tí tak-
pláturnar eru ikki so
sterkar, at tær halda til,
at fólk rennur á tí. Um
vikuskiftið eru fleiri
plátur aftur brotnaðar.
Løgreglan hevur tí
fingið fráboðan um, at
hetta er ein stórur trup-
ulleiki. Skaðarnir gerast
stórir, sum frálíður.
Harumframt
hevur
nakað av herverki verið.
Onkur skúli hevur staðið
fyri skotum, og okkurt
handilsvindeygað er eis-
ini brotið.
Bara tvey fólk hava
verið á støðini og sovið
rúsin av. Hetta er ikki
nógv, tá hugsað verður
um, at løgreglustøðin
síðan ársskiftið í miðal
hevur havt ein persón
um samdøgrið inni á
støðini at sova rúsin av
sær.
Annars verður sagt av
løgreglustøðini, at tey
hava verið nógv úti um
vikuskiftið, og tað hevur
kanska
verið
fyri-
byrgjandi.
Fimm mistu koyrikortið
Umfatandi ferðmátingar
í Søldarfirði
Eldur í næmingaheimi
Nakað av herverki
C
M
Y
K
14
gult15 cyan15 magenta15 svart15