Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 6. mai 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 Súni Olsen kom til Føroya sunnudagin, men spurningurin tykist vera, hvør verður fluttur aftur í verjuna fyri Óla Johannesen LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk Tá Óli Johannesen fekk gult kort móti sveisarum, varð samstundis greitt, at nýggjur maður skuldi finnast til landsliðshópin til dystin móti Jugoslavia. Óli taldist nevnliga millum teir leikarar, sum ikki toldu at fáa gult kort, og tí er hann nú leikbannaður til dystin mikudagin. Súni komin við Um døgurðaleitið sunnu- dagin kom so Súni Olsen til Føroya úr Hollandi, har hann sum kunnugt er yrkis- leikari við FC Zwolle, sum júst nú stríðist fyri at vinna sær sæti í bestu hollendsku deildini. Tað áhugaverda við hesum er, at Allan Simon- sen í øllum førum hevur frátikið Súna møguleikan at spæla komandi dystin hjá Zwolle í spælinum um upp- og niðurflyting. Sjálvandi skal landsliðs- venjarin fyrst og fremst hugsa um landsliðið, og ikki um hann tekur leikarar frá feløgunum, sum teir hava sáttmála við, men hin- vegin kann tað tykjast løgið, um Súni togaður upp til Føroya við tí fyri eyga at seta hann á beinkin í 90 minuttir. Gamaní var hetta eisini tað, sum hann gjørdi, tá Zwolle spældi leygardag- in, men seinastu tíðina hev- ur hann annars verið heilt nógv á vøllinum. Jón Rói í verjuna Møguliga er støðan soleiðis, at Allan Simonsen hevur tikið Súna út sum álopsspælara, við tí fyri eyga at nýta Jón Róa Jacobsen í verju- heldur enn álopspartinum. Hetta kappingarárið hevur Jón Rói skarað framúr í HB verjuni, har hann fyrst saman við Jóhannis Joensen og síðani Hans á Lag hevur røkt miðverja- sessirnar. Harumframt hevur Jón Rói eisini røkt sweepara- sessin á yngru landsliðun- um, men tað má tó metast sum ivasamt, hvørt Allan Simonsen torir at nýta unga leikaran á hesum posti í einum somikið torførum dysti. Hvat við Kurt Um tað verður Jón Rói, sum verður tikin aftur í verjuna fyri Óla, og um Súni Olsen er tikin upp til at nýta á vøllinum og ikki á beinkinum, so tykist hetta samstundis at vera eitt meira ella minni farvæl fyri Kurt Mørkøre. Leygardagin taldist hann millum teirra, sum varð sitandi á beinkinum allar 90 minuttirnar, og tað er greitt, at skal hetta framyvir verða leiluturin hjá Kurt, er ivaleyst størri nytta í at taka ein av yngru monnunum, sum eru onkustaðni í landsliðsmyndini, inn á liðið. Um ikki annað so bara fyri at lukta til atmosferuna kring ein slíkan dyst. Alt hetta eru tó bara gitingar, tí tað kann sjálvandi væl verða, at Kurt fer at teljast millum menninar á vøllinum mikudagin.Um so er, verður hetta allarbelst í verjupartinum, tí tað tykist sannlíkt, at annað hvørt royndi klaksvíkingurin ella ungi havnarmaðurin verða fluttir aftur, tí Allan hevur neyvan tikið ein álypara út fyri ein verjuleikara, uttan so at onkur annar kann setast aftur ístaðin. Súni innkallaður Spurningurin tykist vera, um Allan Simonsen hevur tikið Súna heim til at sita á beinkinum, ella um gøtumaðurin er ætlaður nakrari ávísari uppgávu mikudagin World Wide Simultan Nærum 14.000 spælarar úr 56 londum tóku lut í heimsumfatandi simultankappingini í bridge BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Unglingalandsliðsleikararnir Gunnar Mouritsen og Høgni Vesturklett vunnu tann føroyska partin av WBF simultan kappingini. Kappingin var í Bridgehúsinum fríggjakvøld- ið 1. juni. 14 pør spældu við í kappingini her hjá okkum, og tað má metast vera góð undirtøka hesa tíðina av árinum. Spæld vóru 39 spøl, har tey 36 taldu við í altjóða kappingini. Tilsamans 13.820 leikarar, 364 feløg úr 56 londum spældu hesi spølini kring heimin hetta kvøldið. Á heimasíðuni (www.worldbridge.org) hjá WBF sæst, at Gunnar og Høgni endaðu samanlagt sum nr 493. Teir skoraðu gott 60%. Parið, sum vann kappingina samanlagt, eitt enskt par, skoraði 74,46%. Úrslitið frá simultan kappingini í Bridgehúsinum var hetta: Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett 272 Kaj Alstrup - Magni Jøkladal 264 Jórun Johannesen - Súsanna Martinsdóttir 261 Atli Hansen - Jógvan Ranghamar 247 Robert Langgaard - Eyðun Anthoniussen 241 Hallgerð Hansen - Ásla Weihe 238 Helgi Joensen - Eyðun Joensen 238 Hervør Isaksen - Inga Ellingsgaard 235 Árant Berjastein - Dia Jacobsen 233 Oddmar Danielsen - Henriette Svenstrup 224 Hannis Jacobsen - Petur S. Rasmussen 211 Rói á Rógvu Joensen - Hans Jacob Petersen 205 Carl Mikkelsen - Reimund Langgaard 202 Jens Pauli G. Nolsøe - Høgni Hansen 201 Tað vóru nógv áhugaverd spøl í hesi kappingini. Vit skulu her síggja eitt av teimum: Nr 6 E/EV S J10 H KQ1098 D AQJ6 C K7 S A72 S H 652 Q9854 D 42 H 3 C D QJ1092 K109853 C 8 S K63 H AJ74 D 7 C A6543 Vit skulu síggja, hvussu meldað var við borðið, har Árant Berjastein og Dia Jacobsen sótu: V N E S Árant Dia - - pass 1 kl pass 1 hj pass 3 hj pass 3 sp* pass 4 rú** pass 6 hj pass pass pass * Trelde spyrjimelding. ** Lovar kontrol í spaðara og tvey ess. Árant spældi hetta spælið væl. Hann fekk kleyvara út, tók eina ferð trumf og fór síðan undir at krosstrumfa rútara og kleyvara. Tá hann seinni gjørdi rætt í spaðara, vann hann kontraktina. Tað kundi vera áhugavert at sammett úrslitini av hesum spælinum í føroysku kappingini við úrslitini aðrastaðni. Av teimum sjey borðunum í Bridgehúsinum meldaðu fimm pør 6 hj, tvey pør vunnu slemmin og trý fóru niður. Hitt parið, sum vann slemmin, var Hallgerð Hansen og Ásla Weihe. Tvey pør komu í 4hj, har annað fekk 11 og hitt 12 stikk. Á heimasíðuni hjá WBF er frekvenstalva gjørd fyri hvørt spælið sær. Tað vanligasta úrslitið fyri hetta spælið var 450 til NS, t.v.s. 4hj við 11 stikkum. Ikki færri enn 1126 pør fingu hetta úrslitið. 515 pør fóru niður í slemmkontrakt, og einans 187 pør vunnu slemmin. Í einari tílíkari stórari kapping koma altíð onkur løgin úrslit. Eitt NS par fekk skoruna 4200 og eitt annað fekk 3400. Hvat EV hava gjørt, er ikki gott at vita, men duplaðir hava teir so verið, og møguliga hevur eisini ein vónleys redupling sæð dagsins ljós. Besta skora til EV var 1400! Toppurin fyri eitt spæl hesari stóru kappingini var 5920. Tey pørini, sum meldaðu og vunnu hendan slemmin, fingu 5671,6 stig fyri hetta spælið. Hetlendingar vitjaðu Í seinastu viku høvdu klaksvíkingar vitjan av hetlendskum og íslendskum bridgespælarum. Sunnukvøldið fekk Bridgehúsið vitjan av hetlendingunum. Skipað var fyri einari opnari parakapping, og gjørdist hetta eitt avbera hugnaligt kvøld, ið væl kann vera byrjanin til at varandi vinarlag og bridgesamstarv millum hesi grannalondini. Úrslitini vóru hesi: Høgni Vesturklett - Gunnar Mouritsen 141 Hans Jacob Petersen - Arnbjørn Sivertsen 138 Reimund Langgaard - Carl Mikkelsen 134 Ken - Heather (Hetland) 132 Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen 130 Hallberg Arnfríðsson - Finn Ougaard 130 Garry - Ian (Hetland) 122 Marjun Restorff - Jórun Johannesen 113 Kaj Alstrup - Michael Jensen 97 Murial - Penelope (Hetland) 96 Ásla Weihe - Hallgerð Hansen 87 Árant Berjastein og Dia Jacobsen spældu spælið, sum vit hava valt til hesa ferð Gunnar Mouritsen og Høgni Vesturklett vunnu føroyska partin av simultankappingini 17 16 Nr. 105 - 6. mai 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 Teir báðir jugoslav- arnir í KÍ hava báðir kenningar á jugo- slaviska landsliðnum, sum spælir í Føroyum mikudagin LANDSDYSTUR Jákup Mørk Fyri flestar føroyingar man tað vera at kalla utopi at droyma um at spæla á liði við fótbóltssnillingum sum Vladimir Jugovic, Predrag Mijatovic og Milosivic fyri bert at nevna nakrar. Miku- dagin skulu hesir á Tórs- vølli royna seg móti før- oyska landsliðnum, men tað eru ikki bert mótstøðu- menn, sum hesir hava í Føroyum. Sum áskoðarar verða í øllum førum tveir leikarar, sum í dag spæla í føroysku kappingini, men sum hava havt stuttleikan av at spæla við hesum stórleikarum. Tomislav Sivic og Ale- xander Djordjevic hava báðir verið liðfelagar við fleiri av hesum leikarum, og sjálvandi er tað tí nakað serligt, nú teir aftur hava møguleika at síggja hesar. Tomislav Sivic greiðir millum annað frá, at hann í trý ár leikti á sama liði sum Vladimir Jugovic, tá teir báðir royndu at sláa ígjøg- num sum yrkisleikarar hjá Reyðu Stjørnu. – Hóast hetta er langt síðani, so hava vit fram- vegis nakað av sambandi, greiðir Tomislav frá. Mill- um annað skuldi eg til Inter at hyggja, hvussu teir venja har niðri, men eina viku áðrenn eg skuldi avstað, varð Marcello Lippi upp- sagdur sum venjari, og so var tann vitjanin av ongum. Tann, sum hjálpti mær við øllum hesum, var Jugovic, sigur Tomislav. Hann sigur víðari, at Jugovic eisini royndi at hjálpa sær til Juventus, meðan hann spældi har, men at Tomislav ta ferðina hevði trupulleikar av inn- ferðarloyvinum, so skemt- andi tekur hann til, at tað helst ikki ætlanin, at hann skal sleppa til Italia. Liðskipari Alexander Djordjevic, hev- ur eins og Tomislav spælt á liði saman við fleiri av leikarunum hjá Jugoslavia. Bæði við FK Partizan, sum er hitt stóra felagið í Jugoslavia, og eisini á U-21 landsliðnum hjá Jugo- slavia. Tað ferðina var Alexander liðskipari, so tað vóru Mijatovic og teir, sum skuldu gera, sum núverandi KÍ spælarin álegði teimum. Í dag er eingin, sum ivast í, at hesir leikarar teljast millum teir allarbestu í heiminum. Spurdir, um tú longu tá kundi síggja, at hesir fóru at koma veruliga langt, eru teir kanska ikki heilt so vísir. - Tú kanst heldur siga hinvegin, at hetta er helst mest evnaríki bólkurin av leikarum, sum Jugoslavia hevur átt, sigur Tomislav, um leikararnar, sum mill- um annað vunnulM fyri U- 21 lið í Chile. - Har var ein ørgrynna av leikarum, sum seinni hava gjørt um seg kring í Europa. Tað gjørdi eisini, at spælararnir alla tíðina máttu geva seg fult út, tí spældi tú ein ringan dyst, vóru fleiri aðrir leikarar, sum vóru klárir at taka av møguleikanum. Tú skalt eisini minnast til, at hetta var áðrenn Jugoslavia fór sundur, og tí vóru leikarar sum Prosinecki, Suker og Boksic eisini roknaðir við. - Øll hesi nøvnini teljast í dag millum stórleikarar í Europa, so einki er at ivast í, at evnini hjá teimum hava verið framúr góð. Samba-fótbóltur Sagt verður ofta um jugo- slaviskan fótbólt, at hann er europeiska svarið upp á brasilska samba-bóltin. Har tað til tíðir nærum tykist sum spælararnir bert hugna sær á vøllinum. Spurdur, hvussu hetta ber til, sigur Tomislav, at hetta helst hevur við kenslur at gera. - Veðurlagið á Balkan er heitt, og tað sama er blóðið í fólkinum. Tá vit gera nak- að, so gera vit tað 100%. Eru vit glað eru vit ovur- fegin, og eru vit kedd, eru vit heilt niðri. - Tað, sum eg royni at siga, er at kenslurnar hava so nógv at siga fyri okkum. Ein háttur at vísa hesar kenslur er í ítrótti, og her eru fótbóltur og kurva- bóltur tær báðar heilt stóru greinarnar, og bæði leikarar og viðhaldsfólk ganga við lív og sál uppí, hvussu teirra lið stendur seg. - Eg kann til stuttleikar nevna eitt feskt dømi um, hvussu nógv, tað hevur at siga hjá fólkinum, at liðið stendur seg væl. Mikudagin í farnu viku spældu Reyða Stjørna og Partizan steypa- finalu, og tá vóru 30.000 fólk og hugdu. Tveir dagar undan hesum vóru júst liðin tíggju ár síðani, at Reyða Stjørna vann Europa-Cup kappingina fyri meistaralið, og tí hittust gomlu leikararnir at spæla ein framsýningardyst. Til tann dystin vóru 50.000 fólk komin at hyggja. Annars tykjast báðir samdir í, at hatta við kensl- unum er nakað, sum eigur at vera í fótbólti. - Øll kunnu fáa fótbólts- leikarar í venjing, so teir orka at renna sum tólmenni í 90 minuttir, men fótbóltur er ikki fótbóltur, uttan so at stuttleikin eisini er við, siga teir. Munur er á Tað er sjálvandi óneyðugt at spyrja teir báðar, hvørt teir ætla sær at hyggja at dystinum, sum verður leikt- ur í kvøld, mikukvøldið. Tað skulu teir sjálvandi, men hvørgin teirra roknar við, at jugoslavar fara at fáa nakran lættan dyst. Tá vit spyrja, um teir hava gjørt sær nakra hómin um úrslitið, vísir Tomislav til eitt prát, sum hann hevði við eitt jugoslaviskt blað, sum ringdi til sín herfyri. - Eg segði tað sama við teir, sum eg segði í Føroy- um, tá Føroyar taptu 8-1 fyri jugoslavia í seinasta dystinum teirra millum. At hetta var seinasta ferðin, at Føroyar taptu somikið stórt. - Leikararnir hava gjørt stór framstig alla tíðina, og eg má eisini siga, at Allan Simonsen hevur gjørt framstig sum venjari. Ikki minst fegnist eg um, at hann nú eisini hevur givið fleiri ungum monnum møguleikan. Fróði Benja- minsen, Christian Høgni Jacobsen og Jákup á Borg millum aðrar hava eisini víst, at teir eru førir fyri at taka avbjóðingina upp, og eg vóni at venjarin eisini fer at satsa upp á hesar framyir. (Her skal skoytast uppí, at samrøðan varð gjørt undan dystinum móti Sveis). - Tað er tó einki at ivast í, at munur eigur at vera á londunum. Jugoslavia eigur at vera ov sterkt fyri før- oyingar, og ikki minst man tað koma illa við, at hvørki Todi, Jens Kristian ella Pól eru klárir. Gita um úrslitið vildi hvørgin teirra, men sum teir siga, so eigur munur at verða á, tó at hesin ikki verður so stórur, sum hann var, tá londini hittust sein- ast. Ein munur eigur at vera Har var ein ørgrynna av leikarum, sum seinni hava gjørt um seg kring í Europa, siga teir um ungdóms- landslið, sum Alexandur sjálvur var partur av Mynd: Álvur Haraldsen - Ikki minst fegnist eg um, at hann nú eisini hevur givið fleiri ungum monnum møguleikan, sigur Tomislav Sivic um Allan Simonsen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16