Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 6. mai 2001 19 gult19 cyan19 magenta19 svart19 Sveisiski venjarin ásannaði, at hann var um at missa vónina LANDSLIÐSPRÁT Jóannes Hansen Argentinarin Enzo Trossero er venjari hjá sveisiska landsliðnum. Tann hálvi annar tímin á grasinum á Svangaskarði tóktist vera ein sonn marra hjá honum. Hann sat millum lítið og einki á beinkinum, og hjá skotska fjórða dómaranum gekk mesta av tíðini at halda ovurspenta latín- ameriku manninum á tí økinum, sum ásetingarnar siga, at hann skal vera á. Á tíðindafundinum aftan- á var hann lættur ov ovur- fegin. – Hetta var sera strevið og torført. Tað sá einki út, og eg var farin at ivast í, um tað fór at bera til at fáa málið, sum var so týdn- ingarmikið fyri okkum. Vit fingu trý stig, og tað hevði alt at siga, staðfesti ein ikki serliga orðaríkur venjari. Hann hevði verið orða- ríkur frammanundan, men kanska vóru tað málsligu umstøðurnar og møðin, sum gjørdu, at hann ikki hevði so ógvuliga nógv krút eftir, tá hann hitti stóra sveisiska pressufylgið. Áðrenn hann kom á tíðindafundin hevði hann verið hjá sjónvarpinum og útvarpinum. At vera sveisari og sveisiskur landsliðsvenjari er málsliga ógvuligaa strev- ið. Enzo Trossero tosaði franskt, og so tulkaði pressustjórin hjá teimum fyrst til týskt og so til eingilskt. Í Sveis nýta teir trý mál. Útvarpsstøðin, sum sendi frá dystinum, hevði ein mann, sum varpaði út á týskum, ein varpaði út á fronskum og ein varpaði út á italskum, og tað gekk fyri seg á sama hátt í sjón- varpinum. Hóast metið ikki hevur nakað per- sónligt at siga, so var Jón Rói Jacobsen ótrúliga fegin um móttøkuna, sum áskoðararnir góvu honum LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Undan dystinum segði Jón Rói Jacobsen, at hann sum so ongar beinleiðis vónir hevði um at koma á vøllin leygardagin. Í seinna hálv- leiki fekk hann tó boð um at hita upp, og beint undan málinum hjá Sveis varð hann sendir á vøllin. Eftir dystin hittu vit Jón Róa, og spurdu hann, hvussu tað kendist, tá hann fekk at vita, at hann skuldi inn á vøllin. - Tað einasta, sum eg hugsaði um, var at fara inn at gera mítt besta. Tað var fyrsti dysturin hjá mær, og eg kundi ikki gera nakað annað enn at geva alt. Eisini hóast tað ikki er serliga lætt at koma inn í einum slíkum dysti. Tað er eingin loyna, at móttøkan, sum Jón Rói fekk, tá hann kom inn á vøllin, var positiv. Áskoð- ararnir klappaðu og roptu, og sjálvur duldi hann heldur ikki fyri, at hann var fegin um hetta. - Tað var heilt fantastiskt at síggja yvir á vinmenn- inar hjá mær. Eg hevði hoyrt teir rópt allan dystin, og tá so restin av áskoð- arunum eisini klappaðu – tað var bara ótrúligt. At klappini vóru somikið nógv, komst helst eisini av, at Jón Rói setti met sum yngsti landsliðsleikarin hjá Føroyum yvirhøvur. Hetta tóktist tó ikki at vera nakað, sum unglingin hugsaði nakað serligt um eftir dystin. - Tað er so ikki nakað, sum eg hugsi um her og nú, heldur hann. Spurdur um tað heldur er nakað, sum mann kann minnast á um 10-15 ár sigur hann, at tað kann vera, men leggur so afturat, at í løtuni hevur tað ikki so nógv at siga. - Tað var heilt fantastiskt at síggja yvir á vinmenninar hjá mær, sigur Jón Rói Jacobsen um løtuna, tá hann varð sendir á vøllin Mynd: Álvur Haraldsen Julian Johnsson held- ur taktiska avrikið hjá føroyingum vera gott, men hann helt ikki, at talan hevði verið um nakran góðan dyst LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Miðskeiðis í fyrra hálvleiki tóktist tað, sum um før- oyska takið á miðvøllinum hvarv. Orsøkin til hetta tóktist ikki so øgiliga eyð- sýnd, og eftir dystin spurdu vit okkara miðvallarovasta, Julian Johnsson, hvat tað var sum hendi. - Orsøkin til at vit mistu takið eina løtu var, at teir fluttu seg rættiliga nógv á miðvøllinum. Við at spæla beint upp til áleypararnar, og niður aftur á miðjuna, fingu teir flutt spælið nógv, og tað møddi okkum nakað. - Annars haldi eg sjálvur, at vit taktiskt vóru sterkir. Serliga í fyrra hálvleiki. Nakar góður dystur varð tað tó ongantíð. Hvørki av liðunum spældi serliga væl, haldi eg. Spurdur, um dysturin kanska gjørdist keðiligur tí hann gjørdist í so taktiskur, sigur Julian, at tað heldur hann ikki. - Tað er jú soleiðis, at so leingi vit halda hatta nullið, so taka vit sjálvandi ikki nakrar kjansir. Teir leypa heldur ikki framav, og tú kanst so ikki krevja, at vit skulu skapa nakað móti Sveis. Stóra úrslitið Allan Simonsen hevur ofta havt á munni, at tað stóra úrslitið »ligger lige om hjørnet«. Heldur Julian Johnsson, at hetta nú er komið nærri. - Ja, tú sært ein slíkan dyst sum í dag. Vit halda teimum fullkomuliga burtur frá málmøguleikum í at kalla allan dystin, og so fáa teir allíkavæl eitt sovorðið keðiligt mál. Tað er bæði troyttandi og keði- ligt, og ikki minst at málið kemur somikið seint. Tað er bara harmiligt. Verður tað so kanska mikudagin, at stóra úrslitið fer at koma? Nei, tað veit eg ikki, Jugoslavar hava eitt øgiliga gott lið, men vit mugu so bara gera okkara besta, og so síggja hvat hendir, sigur Julian Johnsson at enda. Hóast tosið gekk um, at Óli ikki kunbdi spæla, so helt tvørá- maðurin ikki, at hetta var nakar trupulleiki LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Undan dystinum gekk tosið um, at tað kanska ikki bar til hjá Óla Johannesen at spæla. Undir venjing hevði hann fingið ein snudd í stórutánna, men sambært liðskiparanum sjálvum, so var tó eingin ivi um, at hann fór at spæla. - Eg vil ikki siga, at eg var serliga ivasamur. Eg hevði fingið góða viðgerð fyri skaðan, og eg helt meg ikki kenna nakað til tað. Undir dystinum merkti eg heldur einki, so tað vísti seg ikki sum nakar trupulleiki. Uppsettir Undir leikaraummælinum framgongur, at Óli undir hesum dystinum tóktist meira aktivur suym stýri- maður, enn vanligt, uttan at tað plagar at vera lítið. Var nakað serligt, sum gjørdi, at hetta var so? - Tað havi eg als ikki hugsað um. Tað kann væl vera, at eg havi rópt eitt sindur eyka, men eg haldi bara, at vit vóru allir sera uppsettir uppá, at vit skuldu gera tað betri, enn vit gjørdu í Sveis. Hetta skuldi á ein hátt vera hevndin hjá okkum, og partvíst eydn- aðist tað eisini. - Vit spæla ein góðan fyrra hálvleik, meðan seinni hálvleikur ikki var heilt so góður, men vit megna tó at halda teimum frá møguleikum, málið undantikiið. At teir so skora, er so nakað øgiliga keðiligt fyri okkum. Nakað, sum eisin er keðiligt fyri bæði Óla og Føroyar, er sjálvandi, at liðskiparin er leikbannaður til dystin móti Jugoslavia. Spurdur, hví hann fekk gula kortið, segði Óli, at tað fekk hann fyri at brúka seg. - Eg sigi stillislia og róliga við hann, at hann stóð við rygginu til bóltin, og tað fekk eg so kort fyri. Kanska eitt sindur býtt, men nógv meiri keðiligt, tí eg haldi ikki, at eg hevði tað uppiborið. Um dystin móti Jugo- slavia, sigur Óli annars, at hann hevur góðar vónir. - Eg rokni við, at allir fara at kempa fyri hvørjum øðrum Jugoslavia er so avgjørt ikki verri enn Sveis, men um vit fáa verjuna at rigga eins væl, so eri eg positivur, sigur Óli at enda. Ein ótrúlig løta Hann hevði verið í trongum skóm – Hetta var sera strevið og torført. Tað sá einki út, og eg var farin at ivast í, um tað fór at bera til at fáa málið, helt venjarin hjá Sveis eftir dystin Mynd: Jonhard Hammer Skaðin darvaði ikki Gott taktist avrik Julian heldur tað vera bæði troyttandi og keðiligt at skulu tapa ein landsdyst soleiðis, sum Føroyar gjørdu leygar- dagin Mynd: Álvur Haraldsen - Eg sigi stillisliga og róliga við hann, at hann stóð við rygginum til bóltin, og tað fekk eg so kort fyri Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 105 - 6. mai 2001 gult18 cyan18 magenta18 svart18 Sum heild var talan um eitt satt liðavrik móti Sveis. Eitt liðavrik, sum tíverri ikki kastaði nakað stig av sær. Hetta sæst eisini aftur í ummælinum av leikarunum. Hóast øll sjálvandi ikki vóru eins, so var eingin, sum veruliga skaraði framúr, meðan heldur eingin spældi seg av liðinum á nakran hátt LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk 1. Jákup Mikkelsen, Her- følge BK 20 landsdystir/0 mál Tað man vera sjáldan, at føroyski landsliðsmálverjin hevur somikið lítið at gera, sum Jákup hevði leygar- dagin. Í veruleikanum var talan bert um hin eina mál- møguleikan, og málverjin fekk einki gjørt við sveis- iska málið. Tóktist annars tryggur, tá bóltar vórðu sendir innfyri, og røkti so- statt sína skyldu. 2. Óli Johannesen, Hvidovre IF 51/1 Undan dystinum var stórt ivamál, hvørt føroyski landsliðsliðskiparin fór at verða klárur til dystin. Hetta tóktist tó ikki at nerva liðskiparan á nakran hátt. Var sera tryggur í verju- partinum, har hann eisini tóktist at stýra enn meira, enn hann vanliga ger. Fekk tó eitt býttisligt gult kort, sum hevur við sær, at hann ikki verður tøkur til dystin móti jugoslavum. 3. Johan Byrial Hansen, OB 3/0 Eftir at hava ferðast inn og út av liðnum, fekk John aftur møguleikan hesa ferð, og hann sýndist so avgjøt sum eitt skilagott alternativ í verjupartinum. Fekk fatur á nógvum, og skilti seg aloftast skilagott av við bóltin. Var minsta ivamál varð sent langt frameftir, og soleiðis eigur eisini at vera. 4. Jákup á Borg, B36 13/0 Eftir frálíka avrikið í Russ- landi, varð Jákup tikin framum Allan Mørkøre, og aftur hesa ferð prógvaði hann, at hann helst er rætti arvtakarin til plássið. Ar- beiddi sera nógv bæði fram- og aftureftir, men hevði tó ávísar plaserings- trupulleikar í verjupart- inum, tó at hesir ikki kostaðu nakrar málmøgu- leikar til mótpartin. Var eisini upphavið til størsta føroyska málmøguleikan. 5. Hans Fróði Hansen, B68 18/1 Var eins og verjufelagarnir sera tryggur at kalla allan dystin. Vann sum vanligt alt í luftini, og slapp aloftast eisini væl av við bóltin. Hevði tó til tíðir onkur heldur óneyðug fríspørk, og skal eitt nú vera fegin um, at hann ikki fekk gult kort fyri at takla niður í hælsin- urnar á Alexander Frei tíð- liga í dystinum. Var ein náttúrlig hóttan við deyð- bóltsstøðum, og var tí einu ferðina sera nær við at beina bóltin í netið. 6. Øssur Hansen, B68 45/2 Helt eins og vanligt til á vinstra vongverjasessinum, og við stóru rutinu síni røkti hann hetta uttan stór- vegis trupulleikar. Var tryggur í verjupartinum, men var eisini við í nógv- um av tí, sum føroyska liðið skapti frameftir vøllinum. Millum annað eitt vanda- mikið frísparksinnlegg, sum bert var sentimetrar ov høgt til skallan á Hans Fróða. 7. Fróði Benjaminsen, B68 10/0 Eins og við Jákup á Borg valdi Allan Simonsen at halda fast um Fróða Benja- minsen eftir góðu avrikini á seinastu landsliðsferðini. Fróði livdi eisini partvíst upp til álitið. Hann arbeiddi sera hart, og fekk eisini fatur í einari ørgrynnu av bóltum. Var tó ikki altíð líka skilagóður í avspæl- inum, men tað telur avgjørt upp eftir, at hann taldist millum leikararnar, sum veruliga tordu at royna nakað. 8. Julian Johnsson, Sogndal IL 39/1 Stríðsmaðurin á føroyska miðvøllinum var kanska ikki heilt so sjónligur hesaferð, sum hann oftani hevur verið á landsliðnum. Hetta komst tó í stóran mun av taktiskum bindingum, og hóast tað neyvan hevur verið ætlanin, so var tað stórt spell, at vit sóu alt ov lítið til hansara vælkendu »commando-raids« niðan eftir vøllinum. Vann tó eins og vant eitt hav av bóltum, so hansara partur lá ikki á nakran hátt eftir. 9. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ 4/1 Aftur ein av ungu monn- unum, sum tóku møgu- leikan á várferðini hjá landsliðnum. Helt Kurt Mørkøre á beinkinum, men fekk ongantíð veruliga sannført á sama hátt sum í Luksemburg og Russlandi. Við tað at áleypararnir høvdu lítið at arbeiða við, leitaði Christian Høgni ofta langt aftur á vøllin, har hann onkuntíð sást hjálpa til niðri við egnan brotsteig. Var tó sjálvandi eisini partur av fáu føroysku álopunum, og var millum annað við í samanspælin- um, tá innlegg frá Jákupi á Borg kundi gjørst heilt vandamikið fyri sveisarar- nar. 10. Uni Arge, HB 34/7 Mundi eins og Christian Høgni kenna seg sera einsamalln í longum løtum av dystinum. Tá talan í so- mikið stóran mun gerst um kontraspæl, fæst ikki full nytta burtur úr evnunum hjá Una, men hann var tó onkun tíð um at koma til møguleikar, tá hann rann kapp við verjuna hjá mót- støðuni. Tóktist tó at vera nakað tungur, sum dysturin leið, og útskiftingin tóktist eisini at verða pura náttúr- lig. 11. John Petersen, B36 32/3 Eftir at hann endaði rímuliga illa í landsliðs- árinum í fjør, hevur John veruliga reist seg aftur í vár. Taldist millum leikararnar, sum veruliga tordu nakað við bóltinum, og hóast alt ikki eydnaðist, so er neyð- ugt við slíkum leikarum, um liðið skal skapa nakað frameftir. Var um reppið at spæla Una Arge leysan í fyrra hálvleiki, men heldur ikki ta ferðina spurdist nakar veruligur málmøgu- leiki burturúr. 17. Helgi L. Petersen, NSÍ 1/0 Slapp at royna seg seinastu løtuna á vøllinum, men skotbráðið var alt ov stutt til at geva nakra veruliga meting. 18. Jón Rói Jacobsen, HB 1/0 Var eins og Helgi stutta tíð á vøllinum, og kann tí illa metast. Sýndi tó beinan- vegin góðar taktir, tá hann einar tvær ferðir bjóðaði av móti Henchoz, og í øllum førum var tað væl dámt av áskoðarunum, at ungi HB leikarin kom á vøllin. 73 leikarar hava umboðað Føroyar í altjóða høpi, og av hesum, er Hans Fróði Hansen tann størsti leik- arin, sum hevur verið á vøllinum. Hans Fróði Hansen er 193 cm høgur, og við sínum 92 kilo er hann eisini tyngsti leikarin, sum hevur umboðað Føroyar. Hetta er annars júst helvtina meira enn Jens Erik Rasmussen, ið hevur eina skrásetta vekt upp á 62 kg. Lægsti leik- arin, sum hevur verið á landsliðnum er Jógvan Petersen (170 cm), sum annars eisini er eldsti debu- tantur, sum hevur verið á landsliðnum. Jógvan Peter- sen var 34 ár og 19 dagar gamal, tá Føroyar í 1989 vunnu 1-0 á Canada. 13 tap á rað Framgongdin hjá lands- liðnum seinnu árini hevur havt við sær, at vit ikki longur bara góðtaka eitt tap uttan víðari, tá farið verður á vøllin. Soleiðis hevur tó ikki altíð verið. Torførasta tíðarskeið hjá áskoðarunum hevur helst verið frá 1992 til 1995, tá føroyska liðið tapti 13 dystir á rað. Eftir at vit á Svangaskarið hin 5. august í 1992 leiktu 1-1 móti Ísrael, leikti landsliðið hesar 13 dystir, sum allir vórðu taptir: Wales (ú) 0-6, Kekkoslovakia (ú) 0-4, Kypern (ú) 1-3, Belgia (ú)0-3, Wales (h) 0-3, Kekkoslovakia (h) 0-3, Noreg (h) 0-7, Rumenia (h) 0-4, Grikkaland (h) 1-5, Skotland (ú) 1-5, Finnland (ú) 0-5, Finnland (h) 0-4, Russland (ú) 0-3. Keðiliga røðin varð steðgað, tá San Marino vitj- aði á Toftum hin 25. mei í 1995, og síðani hevur før- oyska landsliðið ongan tíð roynt eitt eins langt tíðar- skeið við tapum. Eingin skaraði burturúr John Petersen taldist millum leikararnar, sum veruliga tordu nakað, og hóast alt ikki eydnaðist, so hevur liðið tørv á slíkum leikarum Mynd: Álvur Haraldsen Fleiri met Hans Fróði er størstur Hans Fróði Hansen er við sínum 193 cm og 92 kg bæði hægsti og tyngsti leikarin, sum hevur verið á føroyska landsliðnum C M Y K 18