Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 105 - 6. mai 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 At sita á beinkinum er avgjørt ikki nakað, sum Allan Mørkøre er vanur við, men nú má hann helst bíða eftir sínum møguleika LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Tað er ikki ofta, at Allan Mørkøre hevur roynt seg sum skiftisleikara, tá før- oyska landsliðið hevur spælt. Sjálvur mintist hann ikki, um hann yvirhøvur hevur sitið á beinkinum, og í øllum førum var hann vísur í, at hann ongan tíð hevur sitið har ein heilan dyst. Ikki fyrr enn hann leyg- ardagin mátti sita allar 90 minuttirnar á beinkinum, og eftir dystin duldi hann ikki fyri, at hetta sjálvandi var ein keðilig kensla. - Mann vil sjálvandi vera á vøllinum. Serliga tá mann hevur spælt so nógvar dystir, sum eg havi spælt. Teir á vøllinum gjørdu tað tó gott, og tað má mann so bara finna seg í. Spurdur, um hetta at sita á beinkinum eisini er nakað, sum hann ætlar sær at gera framyvir, um hann ikki hevur pláss á vøllinum, sigur Allan, at tað ger hann sjálvandi. - Tú kanst ikki gera nakað annað. Tað er bara pláss fyri ellivu á vøllinum, og ert tú ikki millum teir, mást tú bara góðtaka tað. Eisini um tú ikki ert samdur í avgerðini. - Teir, sum fingu kjansis seinast, hava so avgjørt tikið av, og eg má so bara bíða, til eg aftur fái møgu- leikan at taka plássið aftur. Helgi L. Petersen vónar ikki, at talan verður um seinasta landsdystin fyri sítt viðkomandi LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Trý ár seinni enn upp- runaliga ætlað, fekk Helgi L. Petersen sín elddóp á landsliðnum. Sjálvur helt hann tó ikki, at talan hevði verið um nakra langa bíðitíð. - Hetta er jú komið, eftir at tað eina tíð hevur gingið væl hjá mær. Sum tað eisini er ført fram í fjølmiðlunum, so hava fleiri orsøkir verið til, at eg ikki havi verið við. Eg havi eisini kent tað soleiðis, at eg ikki havi havt umstøður til at gjørt nóg nógv við tað, til at eg havi kunna verið á landsliðnum. - Tað kenni meg kunna nú, og stendur tað til mín, verður hetta so avgjørt ikki seinasti dysturin. Spurdur, um hann undan dystinum hevði fingið eitt praj um, at hann kundi koma á vøllin, segði hann, at tað hevði hann als ikki. - Eg haldi tað var meira, so sum dysturin bleiv, at útskiftingin kom. Teir fáa eitt mál, og so roynir Allan at broyta okkurt. Hevði tað verið javnleikur, rokni eg ikki við, at eg hevði komið inn. Nú var talan tó ikki um nakra heilt nýggja kenslu hjá Helga, tí tá Tórsvøllur varð tikin alment í nýtslu, var Helgi eisini á lands- liðnum, sum leikti móti AaB. - Hetta er tó øðrvísi, og fyrstu løtuna var eg bangin um at gera nakað mistak, men tað gloymir man tó skjótt. Tá tú ert komin á vøllin, er talan bara um ein vanligan dyst, og eg haldi nú ikki, at teir vóru so nógv betri enn vit, sigur Helgi L. Petersen at enda. Steohane Henchoz var sera fegin um, at tað eydnaðist Sveis at vinna dystin móti Føroyum o harvið trý týdningarmikil stig LANDSLIÐPSPRÁT Jákup Mørk Í leygardagsblaðnum høvdu vit eitt stutt prát við Stephane Henchos, og tá segði hann um dystin, at teir høvdu eina torføra uppgávu at loya í Føroyum. Uppgávan varð tó loyst, og liðskiparin tóktist eisini fegin um hetta eftir dystin á Svangaskarði. - Sjálvandi eri eg fegin. Eg segði undan dystinum, at hann fór at verða sera trupul, og tað varð hann eisini. Vit eru sera fegnir um at hava vunnið dystin. 1-0 er eitt gott úrslit, og tað eru vit fegnir um. Spurdur, hvussu hann var nøgdur við úrslitið, saman- borið við hinar dystirnar í okkara bólki, segði Henc- hoz, at hann sjálvsagt var sera fegin. - Tað er gott fyri okkum, at Jugoslavia og Russland spældi javnt. Vit hava nú ein heimadyst móti Slo- venia, og um vit vinna hann, so kunnu vit fram- vegis avgera alt sjálvir. Megna vit at vinna dystin um annað plássið í bólk- inum, eru vit nøgdir. Sjálv- andi vilja vit fegnir hava fremsta plássið, men tað fáa vit so at síggja, sigur sveisiski liðskiparin, áðrenn leiðin gongur inn í spælarabussin, sum bíðar eftir honum. At leiðin á liðnum gongur inn og út er bara nakað, sum mann má góðtaka, heldur Johan Byrial Hansen LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Síðani hann kom á føroyska landsliðið, hevur leiðin hjá Johan Byrial Hansen verið á leið inn og út av liðnum. Millum annað noyddist hann at víkja eftir frálíkt avrik í Luksemburg, og hann viðgongur eisini, at hann var ógvuliga vón- brotin eftir tann dystin. Leygardagin var hann tó aftur millum teir fyrstu ellivu, og einki er at taka seg aftur í, at hann var millum teirra, sum stóðu sera sterkir í myndini. - Tað má mann so bara taka, sum tað kemur. Tað er ikki annað at gera enn at royna sítt besta. Tað var eitt stórt vónbrot, at eg ikki slapp at spæla í Moskva, eftir at hava spælt allan dystin í Luksemburg, men sum sagt, so hevur venjarin seinasta orðið. Hetta gongur eisini aftur, tá vit spyrja, um avrikið leygaragin var nóg gott til at tryggja eitt pláss í byrj- unaruppstillingini miku- dagin. - Tað vóni eg sjálvandi, men sum sagt, so hevur Allan seinasta orðið at siga hesum viðvíkjandi. - Sjálvur eri eg tó hampu- liga væl nøgdur um avrikið, men tað skerst ikki burtur, at tað er keiðiligt, at teir skulu skora so seint í dystinum., Soleiðis er tað bara við fótbólti, og vit mugu bara hyggja fram- eftir. Møguliga kunnu vit gera tað betri mikudagin, eru seinastu boðini frá Johan Byrial Hansen Fyrstu ferð á beinkinum Tað er bara pláss fyri ellivu á vøllinum, og ert tú ikki millum teir, mást tú bara góðtaka tað Trý ár ov seint - Stendur tað til mín, verður hetta so avgjørt ikki seinasti dysturin Mynd: Álvur Haraldsen Fegnir um stigini - Eg segði at talan fór at gerast um ein torføran dyst, og tað varð tað eisini Mynd: Álvur Haraldsen Venjarin setir liðið - Allan Simonsen hevur altíð seinasta orðið, tá liðið skal setast, og tað mugu vit bara góðtaka, heldur Johan Byrial Hansen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20 Nr. 105 - 6. mai 2001 21 gult21 cyan21 magenta21 svart21 KÍ royndi í stórum løtum at trýsta HB, men høvdu ikki hepni at gera mál. HB hevði Eyðun Samuelsen 2. DEILD Jákup Mørk Seianstu vikurnar hevur verið líkt til, at HB alt meira er farið at líkjast einum oddaliðið í næstbestu deildini. Bland- ingin av nøkrum rutin- eraðum leikarum saman við fleiri av teimum heilt ungu hevur riggað væl, og mánadagin kundu teir so taka enn eitt stig nærri odd- inum. Mál vakti HB KÍ var komið á vitjan, og hendan dystin skuldi HB vinna, men fyrstu løtuna tóktist hetta ikki at vera hugburðurin hjá teimum. Lítið og einki hekk saman, og tað var eisini fult uppiborið, at Ove Nysted kundi leggja KÍ á odda. Hetta hendi eftir frísparks- innleg, har Ove var hægstur. Málið fekk líka sum HB at rakna við, og eina løtu eftir málið var liðið als ikki at kenna aftur. Ferð eftir ferð spældu teir seg í- gjøgnum í síðunum, og ikki minst vóru tað teir báðir smáu framherjarnir, Gunn- ar Mohr og Eyðun Samuel- sen, sum gjørdu um seg. Báðir vóru teir eisini partur av úøtjavnandi málinum hjá HB. Gunnar Mohr byrjaði álop, sum endaði við at bólturin varð sendir flatt fram fyri KÍ- málið, og har kundi Eyðun skora úr sera spískum, eftir at hann fyrst hevði tikið eina draging. Næsta málið kom eisini sum úrslit av samspæli millum Gunnar og Eyðun, tó at eitt verjumistak fyrst mátti til. Gunnar var skjótur á, tá verjuleikai mistók seg, og eftir at fyrsta skot- royndin miseydnaðist, tók Eyðun eina draging, áðrenn hann sendi bóltin flatt niðri við stólpan, og so var HB frammanfyri. KÍ trýsti Stórt meira hendi ikki í fyrra hálvleiki, men í seinna legði KÍ bragdliga fyri. HB liðið varð trýst langt aftur á vøllin, og at byrja við spurdust eisini fleiri stórir møguleikar burtur úr trýstinum. Mál spurdust tó ikki burtur úr, og við økta trýstinum frá KÍ, øktist eisini sannlíkið fyri enn einum HB málið. HB hevði nevnliga fleiri heilt vandamiklar støður, men ikki fyrr enn um miðjan hálvleikin gav ein slík mál. Eftir at HB hevði spælt seg skjótt niðan eftir vøllinum, endaði innlegg við, at Eyðun Samuelsen enn eina ferð stóð pura leysur, og so kundi dysturin avgerast. Seinastu løtuna tveittu klaksvíkingar alt fólkið frameftir í royndunum at minka um munin, men hetta viðførdi bara betri umstøður til kontraspælið hjá HB. Fleiri ferðirnar varð eisini talan um heilt stórar møguleikar, men onkursvegna vórðu hesir misnýttir, so úrslitið stóð ikki til at broyta. Við sigrinum tók HB enn eitt fet upp móti oddinum, har teir nú bert eru eitt stig aftan fyri oddalðini. Komandi sunnudagin skal HB til Tvøroyri at dystast, og verður talan eisini um trý stig í tí dystinum, munnu havnarmenninir so smátt fara at droyma um heiðursmerki. HB-KÍ 3-1 (2-1) 0-1: Ove Nysted 1-1: Eyðun Samuelsen 1-2: Eyðun Samuelsen 1-3: Eyðun Samuelsen Fuglfirðingar fingu uppreisn eftir tapið móti TB í seinasta umfarinum við einum sannførandi sigri á B36, sum nú hevur tapt tvær ferðir á rað 2. DEILD Jákup Mørk Aftur í hesum umfarinum skutu fuglfirðingar nógv mál, tá teir høvdu vitjan av havnarmonnum úr B36, men hesuferð vunnu teir eisini. Eingin ivi er um, at sigurin hjá ÍF var upp- iborin, og tað ber úrslitið eisini boð um. Tað var annars útiliðið, ið hevði tann fyrsta møgu- leikan í dystinum, tá aftasti maður hjá ÍF fór skeivur av einum bólti, men málverjin bjargaði skotinum frá Bjarna Prior. Síðani gekk alt av skriðuni hjá B36. Ein langur bóltur varð sendur inn í B36 brotsteigin, har málverjin kom út at taka, men aftasti maðurin legði bóltin í egið mál, og so var gøtan hjá ÍF sløtt fram til sigurs. Enn ein verjuvilla var við til at geva heimaliðnum seinna málið. B36 missir bóltin í uppspælinum, og fær heldur ikki beint bóltin burtur í aðru atløgu. Eyðálvur Petersen gerst púra leysur og hevur lætt við at økja um leiðsluna, tá bólturin verður lagdur tvørturum til hansara. Mótfalnir havnarmenn B36-ararnir vóru sum slignir á nevið, og teir mistu nærum mótið eftir hesa vánaligu byrjanina. Í seinna hálvleiki hevði ÍF mest bóltin og var eisini vandamiklara liðið. B36 hevði tó ein møguleika at minka um munin til 2-1, men ein verjuleikari bjargaði á sjálvari málstrikuni. ÍF avgjørdi dystin, tá teimum eydnaðist at skjóta tvey mál afturat innan heilt stutta tíð miðskeiðis í seinna hálvleiki. Fyrst var Høgni á Lakjuni á rætta staðnum, og síðani økti bróðurin Bárður, tá teir skoraðu úr stuttari fjarstøðu. B36 megnaði at svara aftur, men til fánýtis. Fyrst minkaði Heini í Skorini um munin, tá hann varð spældur púra leysur, og síðani setti Karl Leonsson eitt brotsspark í netið til støðuna 4-2. Tað var tó ÍF, ið átti seinasta orðið í málríka dystinum. Heldur tunnligt var í brotsteiginum hjá B36 seinastu løtuna, og tí vóru tey flestu álopini hjá ÍF vandamikil. Ein bóltur var sendur innfyri tætt undir málinum, og har stóð Bárður á Lakjuni, sum gjørdi tað til endaligu støðuna 5-2. B36 liggur tó enn frammanfyri ÍF á stigatalvuni. Havnarmenn hava átta stig á fimta plássi, meðan ÍF er á sætta plássi við sjey stigum. Skála og NSÍ liggja fremst við tólv stigum. Hóast ÍF bara er á sætta plássi, so eru teir tað næstfremsta liðið, sum kann flyta upp, tí øll hini feløgini hava lið í fremstu deildini. Einasta liðið, sum er frammanfyri ÍF, ið kann flyta upp, er Skála. ÍF – B36 5-2 (2-0) 1-0: Sjálvmál 2-0: Eyðálvur Petersen 3-0: Høgni á Lakjuni 4-0: Bárður á Lakjuni 4-1: Heini í Skorini 4-2: Karl Leonsson (br.) 5-2: Bárður á Lakjuni Ikki færri enn fýra mans fingu reytt kort, tá tað loksins eydnðiast sumb- ingum at halda fast um eina leiðslu 2. DEILD Jákup Mørk Hóast teir í fleiri dystum hava verið sera nær við, so hevur kappingarárið hjá Sumba enn ikki hilnast nakað serligt. Liðið, sum ætlaði sær ein leiklut í odd- inum, hevur havt sera lítla úrtøku, men møguliga kom vend í, tá teir mánadagin vóru í Leirvík. Her eydn- aðist tað nevnliga sumbing- um at vinna, hóast teir eins og fleiri ferðir áður mundu tveitt sær stigini burtur enn einaferð. Høvdu tamarhald á Fyrra hálvleik var tað Sumba, sum stýrdi tí mesta, og tað vóru eisini teir, sum fingu málini. Tað fyrra kom um miðjan hálvleikin, men uppruna- støðan sá ikki út til at vera somikið vandafull. Sumba átti fríspark uppi móti miðjum vølli. Úr vinstru sendi Marlon Kjærbo ein skrúvandi bólt móti mál- inum. Allar helst var hetta ætlað sum innlegg, men bólturin tók beina kós móti málinum, og tá málverjin so royndi at bjarga, var hann óheppin. Bólturin støkk í tværstongina, niður í bakið á málverjanum og so var 1-0. Seinna málið hjá sumbingum kom eftir innkast í høgru síðu. Bólturin varð sendir til Jan Poulsen, sum sendi víðari til Dánjal Johan Joensen, sum smekkaði til, hart og flatt, uttan møguleika hjá málverjanum at verja fyri. Mundu mist Sum omanfyri nevnt, so hevur Sumba seinastu dystirnar havt trupult við at halda fast um eina leiðslu, og soleiðis varð eisini hesaferð. Innan stutta løtu í seinna hálvleiki hevði LÍF brád- liga fingið javnvág í rokn- skapin. Fyrst varð Jonhard Høgnesen sendir avstað við einum stikkbólti. Vinkulin gjørdist dekan ov spískur, men kortini eydnaðist hon- um at snara bóltinum fram- við málverjanum, og tá Mirek Gill løtu seinni varð sendir púrasta einsamallur avstað, stóð brádliga aftur á jøvnum. Sumbingar mundu í ondini síggja, hvussu teir mistu dystirnar móti NSÍ og HB, men hesa ferð eydnaðist teimum so at halda fast. Spakuliga fingu teir aftur yvirtakið, og tveir minuttir fyri leiklok eydnðaist Hans Jacob Thomsen at skora við einum fløtum skoti frá brot- steigarmarkinum. Seinasta løtan av dystinum gjørdist rættiliga rokmikil, tá ikki færri enn fýra mans fingu reyða kortið. Dómarin, Erling Eysturoy, segði eftir dystin, at har var sum so einki hjá sær at gera, uttan at bíða til menninir skiltust, og so geva teimum ta revsing, sum teir høvdu uppiborna. Hvussu er og ikki, so tryggjaði Sumba sær við sigrinum, at Skála enn ikki er sloppið heilt einsamal avstað. Fimm stig eru upp í oddin, men við ellivu dystin eftir, er tó ikki óhugsandi, at hetta kann fara at eydnast teimum. LÍF-Sumba 2-3 (0-2) 0-1: Marlon Kjærbo 0-2: Dánjal Johan Joensen 1-2: Jonhard Høgnesen 2-2 :Mirek Gill 2-3: Hans Jacob Thomsen Reytt kort: Jonhard Høgnesen & Áslak Jacobsen fyri LÍF og Sólfinn Kjærbo & Trygvi Nielsen fyri Sumba HB-KÍ 3-1 (2-1) Eyðun avgjørdi LÍF-Sumba 2-3 (0-2) Regnaði við reyðum TB hevði bóltin meiri, men tað var NSÍ, sum var vandamiklari og vann dystin 2. DEILD Eyðun Klakstein Runavíkingar togaðu seg mánadagin heilt upp í oddan í 2. deild, tá teir sendu tvørámenn suður- aftur við ongum. TB hevði bóltin nógv, men teir skaptu ikki teir stóru kjansirnar. Hinvegin vóru skjótálopini hjá NSÍ vandamikil, og tað vóru eisini vertirnir, sum gjørdu fleiri mál. Fyrsta málið kom longu eftir einar sjey minuttir. Eitt skjótt NSÍ-álop endaði við, at Sverri Justinussen varð feldur í brotsteiginum, og tað gav runavíkingum brotsspark. Úr ellivu metrum sendi Bergur Han- sen bóltin í meskarnar. NSÍ hevði tveir góðar málmøguleikar afturat fyrra umfarið, men tað var TB, sum javnaði stutt fyri hálvleiksstegðin. Tvørámenn sendu eitt fríspark inn í brotsteigin, og har rann Zoran Mancic í bóltin og stútaði hann fram við NSÍ-málverjanum. So var støðan 1-1, og liðini fóru løtu seinni til hálv- leiksteðg. Tvey mál afturat Í seinna hálvleiki helt leik- liga yvirvágin hjá TB fram, men NSÍ’arnir vóru alla- tíðina klárir at fara í skjót mótálop, og tað var eisini eitt slíkt álop, sum gav bonus, tá okkurt um ein tími var spældur. Ein bóltur varð sendur til Fróða Jóanesarson, sum tamdi við bringuni. Hann fór fram við einum TB- verjumanni, áðrenn hann sendi bóltin flatt í netið heilt úti við nærra stólpan. Eftir hetta tóktist tað, sum TB’arnir fullu eitt sindur í fátt, og tá eitt korter var eftir at spæla, staðfesti NSÍ sigurin. Hesaferð var tað ídni og kviki miðvallarin, Jan Nónklett, sum eftir banda- spæl við Bjarka Danielsen gjørdist einsamallur við málverjanum. Jan sveik ikki og gjørdi tað til 3-1 til NSÍ. Sigurin hevði við sær, at NSÍ tók enn eitt stig fram móti oddanum í 2. deild. NSÍ-TB 3-1 (1-1) 1-0: Bergur Hansen 1-1: Zoran Mancic 2-1: Fróði Jóanesarson 3-1: Jan Nónklett ÍF – B36 5-2 (2-0) Havnarmenn avsmurdir NSÍ-TB 3-1 (1-1) Skjótálop góvu mál 21