mikudagur 6. juni 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 6. mai 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
Føroyar einki fingu burtur-
úr.
Reseptin
Sveis hevði bóltin meiri
enn Føroyar, men føroy-
ingarnir, sum á allan hátt
vóru so nógv betri inn-
stillaðir til uppgávna, enn
teir vóru í Sveis í oktober í
fjør, áttu avgjørt sín part av
heiðrinum fyri, at tað var so
tætt.
Føroyingar kendu sín
leiklut. Hann var fyrst og
fremst so at siga at taka
luftina úr Sveis. Tað var
gjørt við at skáka teimum í
borðunum, og við at liggja
tætt í mótstøðumonnunum
á miðvøllinum. Sambandið
ímillum keturnar var gott í
verjuspælinum,
og
tað
slapst fullkomuliga undan
hóttafalli av brotsspørkum,
og sveisararnir fingu einki
fríspark dygst uttanfyri
brotsteigin.
Óli Johannesen, Hans
Fróði Hansen og Johan B.
Hansen, sum fyri fyrstu
ferð spældi landsdyst á
føroyskari
jørð,
vóru
tryggir í miðverjuni. Teir
taklaðu, so tað sang eftir í,
og tað var eyðsýnt, at teir
ikki høvdu trupulleikar í
høvuðspælinum – heldur
tvørtur ímóti.
Øssur Hansen brúkti allar
sínar royndir, og Jákup á
Borg, sum fyri einum
stórum ári síðani hekk í
klønum landsliðstráði, var
ein brandur í høgru. Hann
hevði neyðuga sjálvsálitið,
og hann var ágrýtin og
avgjørdur.
Miðvallararnir stríddust
sum hestar. Fróði Benja-
minsen, sum venjarin hevði
tikið framum Sámal Joen-
sen, hevði rættan hugburð
og styrkti um sína støðu,
John Petersen treivst væl
við stóru avbjóðingini, og í
hugburði,
áræði
og
dynamikki sást tað ikki, at
Julian Johnsson ikki hevur
havt møguleika at spælt á
hægsta støði í ein mánað.
Kostnaðurin
Allan Simonsen vil hava, at
hansara lið roynir at spæla
fótbólt,
og
spælararnir
royndu. Bara í kroystum
støðum aftarlaga á vøllin-
um varð sparkað høgt og
langt. Men verjuspælarar-
nir royndu at spæla, og
Jákup
Mikkelsen,
sum
burtursæð
frá
einum
trimum væl avgreiddum
innleggum, ikki var settur
undir trýst, var partur av
samanspælinum.
Miðvallararnir og vong-
verjarnir báðir royndu at
fáa samband við fremstu
menninar í framrættaða
spælinum, men tað var
torført. Christian Høgni
Jacobsen, sum ikki tóktist
nervaður av fyrsta heima-
dystinum á landsliðnum,
var ofta aftarlaga á vøllin-
um, og harvið gjørdist Uni
Arge, sum var afturi í
egnum brotsteigi og hjálpti
til í deyðbóltsstøðum, sera
einsamallur á toppinum.
Føroyingar høvdu ongan
upplagdan møguleika, men
onkra ferðina var tætt við.
Besta royndin var eftir
tíggju minuttir, tá Jákup á
Borg og Christian Høgni
Jacobsen
snilt
saman-
spældu í høgru, og flata
innleggið varð bent út til
horna, áðrenn Uni Arge
slapp framat. Uni stútaði
eitt hornaspark upp um, og
John Petersen var um
reppið at røkka fram, tá
Julian Johnsson stútaði
frísparksinnlegg úr høgru
tvørturum aftur.
Nýtt ættarlið
Altjóða
royndirnar
hjá
føroysku spælarunum eru
nógvar. Tað sást aftur í, at
teir vóru væl skipaðir og
skilagóðir í verjupartinum.
Teir tordu at temja og
spæla, og teir dugdu at nýta
snildir at draga ferðina
niður. Hetta líkaði mót-
støðumonnunum lítið.
Men samstundis sum
føroysku spælararnir hava
nógvar royndir, so sást eitt
føroyskt lið, sum er mitt í
ættarliðsskifti.
Tríggir
spælarar frá Landskrona-
tíðini vóru við, men Jens
Martin Knudsen, Allan
Mørkøre og Kurt Mørkøre
vóru á beinkinum alla
tíðina. Og umframt hesar
vóru fýra aðrir, sum tey
seinnu árini hava verið
ímillum stuðulsspælarar-
nar,
ikki
við.
Sámal
Joensen var á beinkinum,
og Jens Kristian Hansen,
Pól Thorsteinsson og Todi
Jónsson vóru ikki við.
Jón Rói Jacobsen og
Helgi L. Petersen komu á
vøllin síðstu løtuna, og
harvið kunnu vit staðfesta,
at breiddin kring landsliðið
hevur ongantíð verið størri
enn tað sama.
Stórtapið í Zürich varð
vaskað burtur. Tað var
harmuligt, at avrikið hesa
ferð ikki bar stig við sær.
Verjuparturin var til ug. Tað
skal arbeiðast við at leingja
um tíðina, sum okkara hava
bóltin. Føroyar vera ongan-
tíð stórar í altjóða fótbólti.
Men
leygarkvøldið
á
Svangaskarði staðfesti, at
tað er ikki uttan orsøk, at
allar tjóðir í Europa stúra
fyri at koma henda vegin.
Sveisararnir
sluppu
akkurát við skrekkinum.
Føroyar–Sveis 0– 1
(0–0)
HM undankappingardystur
Á Svangaskarði leygar-
dagin 2. juni 2001, kl.
19.15
3.800 áskoðarar
Dómarakvartett úr Skot-
landi: Douglas
McDONALD, James
DUNNE, Andrew DAVIS
og Kenneth CLARKE
FIFA umboðsmaður úr
Eysturríki: Gerhard Kapl
0–1: Alexander FREI 81.
Føroyar:
1.
Jákup
MIKKELSEN,
Herfølge
BK 20/-33 – 4. Jákup á
BORG, B36 13/0, 5. Hans
Fróði HANSEN, B68 18/1,
2. Óli JOHANNESEN, lið-
formaður, Hvidovre IF
51/1, 3. Johan B. HAN-
SEN, OB 2/0, 6. Øssur
HANSEN, B68 45/2 – 7.
Fróði
BENJAMINSEN,
B68 10/0, 11. John PET-
ERSEN, B36 32/3 (17.
Helgi L. PETERSEN, GÍ,
1/0
85.),
8.
Julian
JOHNSSON, Sogndal IL
39/1 – 9. Christian Høgni
JACOBSEN, NSÍ 4/1, 10.
Uni ARGE, HB 34/7 (18.
Jón Rói JACOBSEN, NSÍ,
1/0 77.)
Á beinkinum uttan at verða
skiftir
inn:
12. Allan
MØRKØRE, HB 53/1, 13.
Sámal JOENSEN, GÍ 21/0,
14.
Kurt
MØRKØRE,
Sogndal IL 34/3, 15. Rógvi
JACOBSEN, HB 9/0, 16.
Jens Martin KNUDSEN,
NSÍ 52/-139
Venjari: Allan SIMONSEN
Hjálparvenjari:
Jógvan
Martin OLSEN
Liðleiðari: Heðin
ASKHAM
Ognarrøkil: Birgir
HANSEN
Lækni: Torbjørn VIDERØ
Fysioterapeutar: Álvur
HANSEN og John-Reid
SKORALÍÐ
Gult kort: Óli JOHANNE-
SEN 56.
Reytt kort: einki
Sveis: 1. Marco PASCOL,
FC Zürich 52/0 – 2. Marc
ZELLWEGER,
FC
St.
Gallen 7/0, 4. Stephane
HENCHOZ, liðformaður,
FC Liverpool, 49/0, 5.
Patrick MÜLLER, Olymp-
ique Lyonnais, 22/1, 3.
Yvan
QUENTIN,
FC
Zürich, 36/0 – 8. Raphael
WICKY, Atletico Madrid,
33/0, 10. Ciriaco SFORZA,
FC Bayern München (16.
Johann LONFAT, Servette
FC, 10/1, 69.), 6. Johann
VOGEL, PSV Eindhoven,
43/1, 9. Massino LOM-
BARDO, Lausanne Sports,
10/1 – 7. David SESA, Na-
poli (18. Blaise N’KUFO,
Mainz
04,
58.),
11.
Alexander FREI, Servetta
FC, 4/4 (17. Joel MAG-
NIN, FC Lugano 1/0 85.)
Á beinkinum uttan at verða
skiftir inn: 12. Jorg STIEL,
FC St. Gallen 2/0, 13.
Marco ZWYSSIG, FC St.
Gallen 10/1, 14. Giuseppe
MAZZARELLI, AS Bari
9/0, 15. Ramon VEGA,
Celtic Glasgow FC 23/1
Venjari: Enzo TROSSERO
Gult kort: einki
Reytt kort: einki
Johan Byrial Hansen spældi
fyri fyrstu ferð landsdyst á
føroyskari jørð
23
22
Nr. 105 - 6. mai 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
Fyri føroyingarnar
var tað heldur ikki
hesa ferð nøktandi at
tapa tepurt á heima-
vølli ímóti einum av
teimum stóru
LANDSDYSTUR
orð: Jóannes Hansen
myndir: Álvur Haraldsen
Undankappingarsøgan
á
føroyskari grund er so stutt.
Tað eru níggju ár síðani, at
Belgia – sum fyrsta landið
yvirhøvur – var her og
spældi í HM undankapp-
ing. Tá varð sagt, at alt
undir 4–0 tap kundi brúk-
ast. Tapið í fyrsta dystinum
var 3–0, og tað var at liva
við.
Leygardagin var Sveis á
Svangaskarði. Teir fóru
avstað aftur við einum sera
teprum 1–0 sigri. Hann
taldi trý stig, og tað var væl
skiljandi, at gestirnir vóru
sera fegnir.
Føroyskur landsliðsfót-
bóltur hevur ment seg so
mikið nógv hetta níggju ára
skeiðið, at nú eru føroy-
ingar – og tað av røttum –
als ikki nøgdir við at tapa á
heimavølli. Tey seinastu
árini eru stig vunnin á
heimavølli við javnleikum
ímóti Skotlandi, Bosnia–
Hersegovina og Slovenia.
Tað hevur verið um reppið
ímóti t. d. Slovakia og
Kekkia.
Tær
ferðirnar
eydnaðist tað ikki, og tað
kendist sera harmuligt, eins
og tað so at siga kendist
órættvíst, at Estland og
Letland skuldu vinna í
Føroyum.
Fátækir
Allan Simonsen hevur fleiri
ferðir sagt, at føroyingar
fara at vinna ímóti onkrum
av teimum, sum tað í al-
tjóða høpi ikki verður rokn-
að við, at føroyingar skulu
fáa stig ímóti.
Leygardagin var møgu-
leikin kanska størri, enn
hann nakrantíð hevur verið.
Sveisiska liðið var sera
tamt. Í 4–4–2 uppstilling
við hollendska meistara-
manninum, Johann Vogel
úr PSV Eindhoven sum
bóltflytara og við ætlanini
um, at Ciriaco Sforza úr
Bayern München skuldi
standa faddur til eitt tvey
samanspæl við teir báðar
fremstu menninar, David
Sesa úr Napoli og Alexand-
er Frei úr Servette, var lagt
upp til, at spælarar úr
nøkrum av fremstu feløg-
unum í Europa skuldu
syrgja fyri, at sveisiska
liðið kom heilskapað aftur
úr Føroyum.
Men tað sá heilt leingi út
til, at tað skuldi miseydn-
ast. Sveis megnaði ikki at
skapa
málmøguleikar.
Arkitekturin á miðvøllinum
fekk so lítið burturúr, at
hann í 2. hálvleiki varð
tikin út, og í borðunum
megnaðu hvørki Atletico
Madrid maðurin í høgru,
Raphael
Wicky,
ella
Massino
Lombardo
í
vinstru, at bróta ígjøgnum,
koma til baklinjuna og
leggja nevy og harvið
vandamikil
innlegg
í
brotsteigin.
Sveisiska liðið var hug-
flogs fátækt. Eingi ein-
mansavrik vóru at síggja.
Tað er ein veruleiki, at teir
onga vandamikla hóttan
høvdu havt ímóti føroyska
málinum,
áðrenn
teir
skoraðu.
Smáir tíggju minuttir
restaðu, tá innskifti N’Kufo
sera snilt dró úr høgru og
tvørturum, áðrenn hann so
at siga sletti við fóta-
blaðnum í 90 stigs vinkul,
soleiðis at Alexander Frei –
sum ein annar strikuspælari
í hondbólti – kom leysur í
brotsteiginum. Meðan før-
oyska verjan hevði arm-
arnar á lofti í vón um, at
linjuverjin og dómarin fóru
at vísa miskunn, sendi Frei
framvið Jákupi Mikkelsen,
sum kendi seg noyddan at
leypa út.
Burtursæð frá málinum
hevði Sveis ein annan
møguleika.
Hann
kom
aftaná málið, men royndin
úr spískum í høgru fóru í
síðunetið. At Sveis hevði so
fáar møguleikar og var so
tannleyst ger, at tað kennist
serliga
harmuligt,
at
Sveisararnir sluppu við skrekkinum
Tað var torført hjá miðvall
arum og vongverjum at fáa
samband við fremstu
menninar
Samstundis sum føroysku
spælararnir hava royndir,
sæst eisini eitt nýtt ættarlið
daga undan kavi
C
M
Y
K
22