Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 6. mai 2001 25 gult25 cyan25 magenta25 svart25 Skála stríddist fyri sigrinum við tíggju monnum helmingin av dystinum, men máttu at enda geva seg fyri GÍ 2. DEILD Jákup Mørk At tilveran er torfør hjá einum uppflytara, er so ikki nakað, sum tey á Skála tykjast vera serliga samd í. Liðið hevur nú seks umfør á baki í næstbestu deildini, og enn hevur eingin megn- að at knógvað teimum. Stríddust við 10 Mánadagin noyddust skála- menn tó at geva stig frá sær, men tað var tó um reppið, at teir sótu eftir við øllum. Eisini hóast teir størra helmingin av dystinum leiktu við tíggju monnum móti 11. Seint í fyrra hálvleiki noyddist rumenski venjarin og málverjin nevnliga at fara av vøllinum, eftir at hann uttan fyri brotsteigin hevði nýtt hendurnar at steðga einum GÍ álopi. Beint undan hesum hevði Pauli Hansen lagt heima- liðið framum, tá hann átti seinasta fótin á, eftir at Skála hevði spælt seg upp í høgru síðu. GÍ trýsti Tí man tað neyvan koma óvart á, at tað vóru gøtu- menn sum trýstu, tað sum eftir var av dystinum. Við einum manni fleiri eydn- aðist teimum eisini flyta spælið væl oman á hálvuna hjá mótstøðumonnunum, men hóast onkrar vanda- miklar støður íkomu, so gjørdist sjáldan talan um veruligar málmøguleikar. Ikki fyrr enn bert fáar minuttir fyri leiklok eydn- aðist gøtumonnum at javna, og tá málið kom, vóru skálamenn alt annað enn nøgdir um leiklutin hjá dómarunum. Ein gøtuma- ður lá eftir í brotsteiginum, tá bólturin varð spældur niðan á vøllin, men dóm- arin metti hann ikki hava ávirkan á spælið, tá bólturin varð sendir innfyri aftur skálamálið. Nú var maðurin tó komin upp, men ístaðin fyri at skjóta, leyp hann upp um bóltin, og snýtti har við fullkomuliga málverjan hjá Skála. Skálamenn vóru í øðini, men til onga nyttu. Dómurin stóð við, og við hesum fekk GÍ enn eitt stig í kappingini. At byja við tóktist hendan bert at snúgva seg um niðurflyt- ingarvandan, men sum úrtøkan hevur verið seinnu tíðina, fer helst ikki at ganga long tíð, fyrr enn gøtumenn fara at líta longu niðan á talvuna. Tað kunnu Skálamenn neyvan, men nú skulu teir vara sær fyri kappingar- neytunum. Teir eru ikki longur einsamallir á fremsta sessinum, so fram- yvir mugu tað verða sigrar, heldur enn javnleikir, sum teir leggja seg eftir, um oddastøðan ikki skal miss- ast. Skála-GÍ 1-1 (1-0) 1-0: Pauli Hansen 1-1: Meinhard Joensen Skála GÍ 1-1 (1-0) Oddaliðið misti eitt fet Talvið hesa vikuna Kasparov,G (2835) - Kramnik,V (2797) Astana 2001 Astana (10), 01.06.2001 1.e4 e5 2.Nf3 Nc6 3.Bb5 Nf6 4.0-0 Nxe4 5.d4 Nd6 6.Bxc6 dxc6 7.dxe5 Nf5 8.Qxd8+ Kxd8 9.Nc3 h6 10.h3 Bd7 11.b3 Ke8 (Nýggjur leikur. Vanligt er Kc8 við planini b6, Kb7. Nýggi leikurin gevur pláss fyri Rd8) 12.Bb2 Rd8 13.Rad1 Ne7 14.Rfe1 Ng6 15.Ne4 Nf4 16.e6! (sera flott finnuoffur) 16...Nxe6 [16...Bxe6 17.Nf6+ gxf6 (17...Ke7 18.Ba3+) 18.Rxd8+ Kxd8 19.Bxf6+; 16...fxe6 17.Be5] 17.Nd4 c5 [17...Nxd4 18.Nd6#] 18.Nf5 Rh7 19.Bf6 Rc8 20.Bxg7 Bxg7 21.Nxg7+ Rxg7 22.Nf6+ Ke7 23.Nxd7 Rd8 24.Ne5 Rxd1 25.Rxd1 Nf4 26.Kh1 Rg5 (g-finnan kann ikki takast: 26...Rxg2 27.Nd3;) 26...Nxg2 27.Rg1 Rg5 28.Nf3] 27.Ng4 Rd5 28.Re1+ (Kasparov vil kompisera støðuna. Kramnik er nevnliga í tíðarneyð) 28...Kf8 29.Nxh6 Rd2? (betri hevði verið Kg7) 30.Re5! Rxf2? (eisini her er Kg7 betri ella Rxc2, men allarhelst er støðan tapt hóast alt. Kramnik roynir at vinna sær finnur fyri riddaran, men_ 31.Rf5 Kg7 32.Ng4 Rxg2 33.Rxf4 Rxc2 34.Rf2 Rc3 35.Kg2 b5 36.h4 c4 37.h5 cxb3 38.axb3 Rc5 39.h6+ Kf8 40.Nf6 Rg5+ 41.Kh1 (Ein flottur endi á einari flottari kapping í Kasaksthan, sum ætlanin er skal vera afturvendandi) 1-0 Tað bleiv júst sum fólk flest vónaðu undan seinasta umfari í SuperGM- kappingini í Kasaksthan. Kasparov var hálvt stig aftan fyri Kramnik, sum varð mótstøðumaður Kasparovs í hesum seinasta talvið. Lagt varð tí upp til sannan stríðsbardaga á teimum 64 puntunum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Kramnik hevði í roynd og veru telvað nakað betur enn Kasparov. Hann hevði lætt- ari við at vinna síni talv og var hann eisini á odda at kalla alla kappingina. Men Kasparov lat ongantíð Kramnik renna undan hon- um, og hevði allar møgu- leikarnar at avgera tað sjálvur í síðsta og tíggjunda talvinum. Seville 1987 HM dysturin hetta árið stóð millum Kasparov og Kar- pov. Karpov hevði 12-11 leiðslu undan seinasta talvinum, og mátti Kaspa- rov tí vinna um hann vildi endurtaka HM-heitið. Javn- leikur 12-12 var nóg mikið hjá verandi heimsmeistar- anum. Eins og í Seville megnaði Kasparov eisini í Astana, Kasaksthan at vinna av- gerandi talvið. Kasparov hevur ein øgiligan vilja, og tosa vit samstundis um nervar av stál í avgerandi løtum. Einki kann flyta hann, ei heldur Kramnik. Talvið teirra millum verður valla gloymt í bræði, og tað er ikki uttan orsøk. Kramnik leikti tí kendu Berlin-verjuna í sponsku byrjanini, eitt frábrigd sum Kramnik leikti fleiri ferðir í HM dysti teirra í oktober. Tá megnaði Kasparov als ikki at bróta múrin. Kaspa- rov hevði framanundan hesa kapping vunnið átta tílíkar SuperGM á rað, og eftir hendan kappingarsigur hevur hann nú níggju sigrar undir beltinum, sum er met tá talan er um heimselituna. Talvið er við í blaðnum í dag. Endaliga støðan: Kasparov 7,0/10 Kramnik 6,5 Gelfand 5,5 Shirov 4,5 Morozevich 4,5 Sadvakasov 2 Umframt tey stóru K´ini, vóru tríggir aðrir super- stórmeistarar við og fremsti telvari í Kasaksthan, Sadvakasov. Hesini seinasti hevði sínar góðu løtur við at leika bæði talvini javnt ímóti Kasparov. Men varð hendan kapping ein ov stórur bitið hjá honum. Gelfand hevði eina frá- líka kapping. Vann tvey, tapti eitt og sjey javnleikir varð nóg mikið til triðja pláss. Morozevich og Shirov skuffaðu hesaferð, men undirhaldið frá teim- um báðum var ikki skuff- andi. Teir leika nevnliga altíð sera fantasiríkt, oftani við offrum og marghátt- ligum byrjanarspælið. Tað verða fýra fjøllbroyttir og spennandi dagar heimsins besti telvari vitjar í Føroyum Fríggjadagur 8. juni kl. 16.00 Lendur í Vágunum, prát við pressuna kl. 18.00 Útferð til Tórshavn við Silju Kvøld Móttøka hjá Tórshavnar Býráð í móttøkuhúsinum Leygardagur 9. juni kl. 10.00 Fundur í Mentamálastýrinum. Mentamálaráðharrin telvar móti Kasparov kl. 11.00 Fráferð úr Tórshavn til Klaksvíkar við Alpha Pilot um Leirvíksfjørð kl. 14.00 Simultan í Klaksvík, 25 borð, øll niðanfyri rating 1990 kl. 16.00 Útferð í Norðoyggjum. kl. 18.00 Døgurði í Klaksvík, Klaksvíkar Býráð vertur Kvøld Fráferð til Tórshavn við Alpha Pilot um Leirvíksfjørð Sunnudagur 10. juni kl. 11.00 Tveir tímar saman við talvunglingum úr øllum Føroyum kl. 16.00 Landsdystur í Norðurlandahúsinum, Kasparov móti landsliðinum, seks borð. Kasparov svarar spurningum eftir dystin kvøld Døgurði í Kirkjubø, mentamálaráðharrin er vertur Mánadagur 11. juni kl. 11.00 Tíðindafundur í Føroya Sparikassa, Yviri við Strond kl. 14.00 Útferð allan dagin Týsdagur 12. juni kl. 11.15 Fráferð Kasparov gjørdi tað enn einaferð Garry Kasparov í Føroyum 8-12. juni 25 24 Nr. 105 - 6. mai 2001 gult24 cyan24 magenta24 svart24 Allan Simonsen harmaðist um, at ein møguleiki skuldi hava við sær, at hansara menn einki fingu burturúr LANDSLIÐSPRÁT Jóannes Hansen Undan leygardegnum tókt- ist Allan Simonsen sann- førdur um, at tað fór at ganga hansara monnum væl betri, enn tað gjørdi í Sveis í oktober í fjør. Avtalurnar ímillum venj- aran og spælararnar vóru fleiri. Ein var, at tað skuldi tippast í borðunum. Tað gekk upp á stás. Ein onnur var, at tað skuldi ansast eftir, at miðverjarnir ikki vórðu drignir frá sínum økjum. Fyrstu løtuna varð Hans Fróði Hansen onkra ferðina drigin út í høgra borð, og so royndi mót- støðumaðurin at snara hann av sær, men tað kom einki burturúr tí, og sum dysturin leið varð verjan alt betri skipað. Ein onnur avtala var, at miðverjarnir skuldu ansa sær sera væl fyri takling- um, sum kundu hava brots- spørk og fríspørk dygst uttanvert brotsteigin við sær. Tað eydnaðist til fulnar. – Eg kann ikki seta fingurin á nakað í verju- partinum. Sveisararnir høvdu bara ein málmøgu- leika. Eg haldi ikki, at spælararnir kunnu sleppa undan, at mótstøðumenn- inir fáa ein møguleika. At teir so fingu mál burturúr hesum eina møguleikanum er sera harmuligt. Tað høvdu spælararnir hjá okkum ikki uppiborið eftir frálíka avrikið, helt Allan Simonsen. Men tað kostaði í fram- rættaða spælinum? – Tað vóru fáir møgu- leikar. Teir høvdu ein, og vit høvdu ongan upplagd- an. Vit høvdu ilt við at flyta spælið fram á teirra hálvu, og tað gjørdist ongantíð skipað frammarlaga á vøllinum. Men fyrstu løt- una høvdu vit okkurt inn- legg, sum næstan bar opnan møguleika við sær. Hugsaði tú um, at tað kanska var møguleiki fyri at fáa øll stigini? – Eg hevði verið sera væl nøgdur, um vit høvdu megnað javnleikin, sum eg haldi, at vit høvdu uppi- borið. Vit høvdu trupul- leikar við at eksplodera frammi á vøllinum. Tí setti eg Jón Róa Jacobsen inn. Fremstu menninir hjá okk- um høvdu gjørt eitt stórt arbeiði, og Jón Rói er skjótur. Tá teir høvdu skor- að, settu vit eisini Helga L. Petersen inn. Hann er eisini skjótur. Tað var hugaligt at síggja, at teir báðir vóru óimponeraðir. Men tíverri megnaðu vit ikki at venda gongdini. Tú heldur ikki, at tú vart ov seinur at skifta út? – Tað er altíð ein meting- arspurningur. Liðið tóktist vera í javnvág, og eg haldi ikki, at málið, sum teir fingu, hevði nakað við útskiftingar ella ikki út- skiftingar at gera. Vit mugu enn eina ferð staðfesta, at marginalirnir, sum vóru sera smáir, vóru ikki á okkara síðu, tíverri. Men avrikið eigur at geva mót og dirvi til at halda fram. Allar avtalur vórðu hildnar – Eg kann ikki seta fingurin á nakað í verjupartinum. Sveisararnir høvdu bara ein málmøguleika, sigur Allan Simonsen Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 24