mikudagur 23. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 16 - 23. januar 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Martin Heinesen, fyrrverðandi skipari, í Klaksvík
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mánadagin, 89
ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri pápi okkara
Martin Heinesen
Klaksvík
andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsið mánadagin 21. januar
89 ára gamal
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Familjunnar vegna
Asbjørn og Harry
Dagurin
24. januar. Timoteus, deyður umleið ár 68. Vinmaður
og fylgisveinur hjá Paulusi ápostli, sum skrivaði honum
tvey brøv. Eftir fornkirkjuligari frásøgu var hann eftir
deyða Páls biskupur í Efesus, men toldi blóðvitnisdeyðan
undir Nero keisara eins og ápostulin. Grikst navn ið
merkir: tann sum óttast Guð.
Fríggjadagin 11. januar andaðist Tór
álvur Stenberg, statsaut. grannskoð
ari, búsitandi í Ballerup, 75 ára
gamal.
Tórálvur var føddur og vaks upp í
Sandvík, men fór sum 12ára gamal
til Tvøroyrar at ganga í realskúla.
Eftir lokið prógv var hann tvey ár til
skips, men hóast sjólívið hóvaði hon
um væl og royndirnar sum fiski
maður seinni í lívinum komu at geva
honum eitt serligt innihald stóð
hugur hansara til at royna okkurt
annað og nema sær meira bókligan
kunnleika. Aftaná 3 ára starvstíð á
Føroya Gjaldstovu gjørdi hann í
1954 av at fara til Danmarkar á
handilsskúla.
Hann bleiv ein av tí liðnum av úti
setum, ið komu higar í árunum aft
aná kríggið, sum ongantíð kom heim
aftur at vera. Seinastu árini er hetta
liðið av útisetum vorðið alt meira
fáment.
Eg var ein teirra sum longu í ung
dómsárunum kom í samband við Tór
álv, fyrst á Niels Brock, haðani vit
tóku prógv í 1959 og síðani fylgdust
vit á 1. parti á Handilsháskúlanum.
Hugur Tórálvs stóð til at gerast stats
aut. grannskoðari og seinnapartin í
60árunum leyk hann endaligt prógv.
Hann arbeiddi og bleiv eftir stutta
tíð parthavari í einum av stóru grann
skoðaravirkjunum, men longu tíðliga
fór sjónin at bila og hann mátti gev
ast sum grannskoðari fleiri ár áðrenn
vanligan eftirlønaraldur. Hetta neit
honum hart, men við sínum lætta
sinni lærdi hann skjótt at taka við
lagnuni, sum hon hevði lagað seg og
fáa sum mest burturúr øðrum lívs
virðum.
Hann fylgdi soleiðis sera væl við í
hvat hendi víða um og kundi tosa við
um alt, sum frammi var. Ikki minst
kunnaði hann seg væl um hvat hendi
heima á landi og hann hevði ofta
forkunnug tíðindi at bera.
Tórálvur var ikki bert evnaríkur tá
um útbúgving og arbeiðslív galt.
Gløggur sum hann var, fekk hann
gjøgnum uppvøksturin í Sandvík ein
mentunarligan førning, sum bert
fáum er unt. Í hesum rótføroyska
mentaumhvørvi, sum seinastu øldina
hevur fostrað nógv kend mentafólk,
nam hann eina vitan og eini kynstur,
sum ikki bert skuldi koma honum
sjálvum men eisini teimum mingu,
sum hann seinni í lívinum kom í
samband við, tilgóðar.
Tað var serliga í føroyska útiseta
umhvørvinum í Keypmannahavn at
Tórálvur bleiv ein kendur og sera
væl umtóktur í samkomum av ymisk
um slag. Hann var í 1968 við til at
stovna Føroyskt Felag í Ballerup,
sum skuldi vísa seg at blíva eitt sera
týdningarmikið tiltak í útisetalívinum
í eini tíð har so at siga onki annað
virksemi
at
mentunarligum
og
veitslukendum var í Keypmanna
havnarøkinum. Her, og seinni í
ymiskum øðrum samanhangi, bleiv
hann serliga kendur sum kvøðari og
kvæðaskipari av Guds náði. Uttan at
ganga nøkrum øðrum ov nær var tað
neyvan nakar av teimum mongu
góðu kvøðarum sum annars vóru,
sum kom honum í nánd. Tórálvur
ikki bert dugdi ar skipa flest øll
kvæði, men við sínum neyva søgu
liga kunnleika til tær hendingar, sum
lógu aftanfyri tey kvæðini hann skip
aði, livdi hann á ein heilt serligan
hátt við í framberingini av kvæðunum
hann frambar.
Tórálvur var eisini stigtakari til og
formaður fyri Dansiringinum í Balle
rup, har fólk í vetrarhálvuni javnan
møttust at kvøða og læra seg nýggj
kvæði. Sum soleiðis var hann hin
fremsti tá tað galt strembanina fyri at
halda lív í hesum okkara týdningar
mikla mentaarvi millum útisetar. Til
skilast skal, at dansiringurin gjøgnum
nógv ár sera ofta luttók á stevnum
v.m víða um og harvið umboðaði
Føroyar og føroyskt mentalív.
Í privata vinaskaranum setti hann
altíð sín serliga dám á. Hann var ikki
bert ein vanligur luttakari, men
kveikti hýr, tá hann helt at nú skuldi
tað vera meira lívligt. Tað vóru ikki
bert kvæðir og tættir hann kundi
tríva í. Ikki minst EVERT TAUBE
átti eitt stórt pláss í hansara huga
heimi og tað var ein frægd at líða á
tá hann við síni sermerktu , sterku
rødd, t.d skipaði og tulkaði „Møte i
Monsunen“ og ikki at gloyma tá
hann fyri nú nógvum árum síðani
saman við systkinabarni mínum Tor
bjørn Joensen, sála, setti serligan
dám á, har Torbjørn við síni harmon
iku gav serliga svensku vísunum eitt
serligt innihald.
Við sínum ljósa og lætta lyndi,
opinleika og altfevnandi máta at
umgangast fólk uppá, hevði Tórálvur
fólkatekki sum fáur. Hann tosaði við
øll, kend sum ókend, høg sum lág,
ung sum gomul. Tað í donskum
samanhangi stóra fylgið, tá hann
seinasta leygardag varð borin út frá
Holmens Kirke, bar prógv um at
hann var nógv avhildin.
Eg hevði ta gleði at vera ein av
mongu vinmonnum Tórálvs. Hann
var altíð loyalur og stuðlaði tá
ágangur var. Vit hittust javnan, bæði
heima hjá tættastu vinfólkunum og
sum luttakarar í Ballerup og øðrum
støðum, har føroyingar komu. Ser
liga minnist eg eina av teimum
mongu ferðunum vit saman við øðr
um vinfólkum, vóru boðin niðan í
prýðiligu summarhús Rigmor og
Tórálvs við Sejrøvíkina. Har møttu
vit einum heilt serligum gestablídni
og vælveru. Men eisini skal nevnast
Nátaklubburin, har vit 10 mans
einaferð um árið møttust og fingu
lírar úr Skúvoy og nú seinastu árini
Seniorklubburin, har vit saman við
fleiri øðrum einaferð um mánaðin
hittust til eitthvørt mentatiltak og
samstundis kundu tosa um viðurskifti
heima, sum vóru frammi í tíðini.
Hóast heilsan týðiliga var farin at
vikna seinasta árið, møtti hann reglu
liga upp til so at siga allar fundir.
Tað var tungt at siga farvæl við
hetta lívsjáttandi og positiva menn
iskja, fáar dagar áðrenn hann slóknaði.
Hann vildi lívið, men tað merktist at
hann nú hevði gjørt upp við seg
sjálvan, at fjørðurin var rógvin
Tórálvur giftist í 1961 við Rigmor,
f. Dahl, úr Vági, og fingu tey í
hjúnarlagnum børnini Regin, Elin og
Jan. Vit vinir tykkara vóna at tit fáa
styrki at koma yvir sorgina og saknin.
At hann var ein góður hjúnarfelagi og
pápi, vita øll sum kendu hann.
Men her í sorgini og sakninum
kann tað kanska vera ein troyst at
minnast, at Tórálvur var fullgreiður
yvir at lívið var farið at nærka seg
endanum, ongantíð fall hann í fátt
men náddi at fáa sum mest burturúr tí
sum lívið enn hevði at bjóða. Sum
hann ofta plagdi at taka til, tá hann
saman vin vinfólkunum sat í góðum
hýri.
„LEIKUM FAGURT Á FOLDUM
EINGIN TREGUR DANSIN
UNDIR MOLDUM...“
Takk fyri vinarlag og góð minn
ir. Ærað veri minnið um Tórálv Sig
urd Stenberg.
Tryggvi Johansen
Minningarorð um
Tórálv Sigurd Stenberg