mikudagur 23. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2008
15
viðmerkingar
Fyri tað fyrsta vil eg al
ment viðmerkja, at eg sjálv
ur ætli at gera av, hvør ið
er ”mín góði vinur”, tí vin
ir og vinir valdast (Móður
málsorðabókin undir ”vin
ur”). Vit báðir eru ongantíð
komnir á gátt hjá hvørjum
øðrum. Tí hesa viðmerking
til tín, so at tann, ið las tína
grein, ikki fær skeiva fatan
av okkum báðum.
”Man merkt die Absicht
und wird verstimmt”, tí
henda grein við tínum við
merkingum og spurningum
mundi neyvan verið skriv
að, um tú og Kári á Rógvi
ikki vóru í sama flokki, tú,
sum vart og ert eitt gamalt
umboð fyri sjálvstýrisflokk
in og við royndum at koma
upp í politikk, meðan Kári
á Rógvi er politiskur Benja
min innan tinggátt, men nú
undir tínum veingjabreiði.
Men Hans Jákup so frægan
meti eg navnan at vera, at
hann neyvan man hava tína
hjálp fyri neyðini at svara
fyri seg, sjálvt um tað er
ein snild hjá Kára at drála
við svarum, ella sum í
hesum báðum seinastu
førunum (spurningar í
bløðunum og teldupostur í
desumburmánaði) als ikki
at svara. Tín viðmerking er
eitt gott dømi um, at tað
tekur bert eina løtu at
grifla nakrar reglur við
viðmerkingum og spurn
ingum – og ikki ”ein
seinnapart”, so tí kundi
Kári lært av.
Sum tann gløggi lesarin
tú ert, so hevur tú varnast
og tulkar orðingina „á
øðrum ári” soleiðis ”ið er
meira enn eitt ár, men
styttri enn tvey.” Her verði
eg tíanverri noyddur at
koma við einum uppískoyti
til tína tulking, sum ger
støðuna hjá Orðabóka
grunninum enn veikari,
enn eg vísti á. Fyrst í jan
uar 2007 var eg á fyrsta
sinni á fundi við Orðabóka
grunnin um at leggja
lunnar undir mannagongdir
at gera orðabøkur, so at
allar komandi orðabøkur
vórðu avgreiddar eftir
sama leisti, t.v.s. t.d. longd
av tíðarskeiði, vavi á eini
orðabók og krónuupphædd
fyri avgreitt avrik, so at
eingin orðabókarithøvundir
seinni kundi siga, at hann
varð viðfarin av órættum.
Á hesum fundi var kvinnu
ligur skrivari við, men
síðan hevur skrivari verið
sum lundi á jólanátt á
okkara fundum, sum oftast
hava verið við Kára á
Rógvi sum formann fyri
Orðabókagrunnin og meg
sjálvan. Tveir aðrir fundir
hava verið alla trímanna
nevndina, og tað liggja 5
sáttmálauppskot hetta
seinasta árið frá Orðabóka
grunninum, sum Kári á
Rógvi hevur sent sum
teldupost, og sum eg havi
vrakað øll somul av yms
um orsøkum, serliga av
teirri orsøk, at eg hava havt
ta áskoðan, at allar orða
bøkur skuldu metast eins.
Tað er orsøkin til, at eg
vendi mær í høvuðsheitum
til Kára á Rógvi, og at eg
meti Kára á Rógvi sum
tann, ið eg havi havt tað
mesta samskiftið við – nú
alment (sp. 4). Á hesum
fyrsta fundi fekk eg ta
skeivu fatan, at eg hevði
við nýbyrjarar at gera, og
gjørdist hesin fyrsti fund
urin rættuliga drúgvur,
men eg fór av fundinum
við ljósum vónum um, at
gott úrslit loksins mundi
fara at spyrjast burtur úr
mínum stríði – men
tíanverri.
Men nú kemur tað, Hans
Jákup. Á politiskum fundi
undan valinum í samkomu
høllini í Hoydølum, setti
eg navnanum spurningin,
hvussu leingi hann hevði
sitið sum formaður fyri
Orðabókagrunnin, og hann
svaraði ærliga 5 – fimm –
ár, t.v.s. frá 19.08.2003, tá
nýggj reglugerð kom í
gildi fyri ta gomlu fyri
Orðabókagrunnin (sp. 3).
So Kári á Rógvi saman við
hinum báðum nevndarlim
unum man vera fullgreiður
yvir, at hetta eina elektrón
iska orðabókaavrikið er
lítið at breggja sær av. Um
tann Føroyskitalska
orðabókin verður tikin við,
so er tað enn eitt dømi um
skeivan orðabókapolitikk,
tí vit hava ongar næmingar
til hesa grein, so tann
peningurin er farin í eina
skeiva íløgu.
So til hinar tínar heldur
enn ikki løgnu spurningar,
sum tú svarar sjálvur við at
vísa á: www. Frodskapar
felag.fo/bokagrunnurin.
Tann løgnasti man vera nr
3, har tú spyrt: ”Er Orða
bókanevndin ikki eldri enn
gott eitt ár?” Tað stendur
jú í viðtøkunum m.a. ”Tórs
havn, 19.08.2003”, har vit
fáa at vita, at “Kári á
Rógvi, løgfrøðingur, valdur
av Føroya Fróðskaparfelag,
formaður, Hjalmar P. Peter
sen, málfrøðingur, valdur
av Føroysku Málnevndini,
Eivind Weyhe, lektari á
Føroyamálsdeildini, valdur
av Fróðskaparsetri Før
oya”. Men tað kann við
merkjast, at Hjalmar P.
Petersen, málfrøðingur,
hevur tikið seg úr nevndini,
og Jógvan í Lon Jacobsen
er komin í hansara stað. So
tú kanst rokna út, hvussu
gomul orðabókanevndin
man vera.
Síðan lat okkum taka
paragraffina §4: Har
stendur soleiðis:
§4
Eftir umsókn í hvørjum
einstøkum føri veitir Orða
bókagrunnurin fíggjarligan
stuðul til verkætlanir, íð
lúka treytirnar í hesum
viðtøkum. Stuðul úr Orða
bókagrunnin kann nýtast
til at gjalda heilt ella lut
víst lønir, ið standast av
orðabókaarbeiði, heilt ella
lutvíst arbeiðstilfar og
amboð, umframt heilt ella
lutvíst útgávu av føroysk
um orðabókum.
2. stk. Nevndin í Orða
bókagrunninum ger
endiliga av, hvør kann fáa
stuðul.
3. stk. Nevndin í Orða
bókagrunninum hevur eftir
lit við, at stuðulin verður
nýttur eftir ætlan. Staðfes
tir nevndin, at stuðulin ikki
er nýttur eftir ætlan, kann
hon krevja, at hann verður
afturgoldin grunninum.
Hetta man vera ein tann
týdningarmiklast paragraff
in í okkara orðabókahøpi,
sum Orðabókagrunnurin
hevur at arbeiða eftir.
Nú skal eg venda mær til
tín spurning 2 og mín
spurning 3 til Kára á
Rógvi. Hesi tøl, sum eg
nýti, stava frá einum fyri
spurningi, sum Jenis av
Rana, tingmaður, setti
Jógvani á Lakjuni, menta
málaráðharra, í Løgting
inum í oktobur 2007, men
sum Jógvan ikki náddi at
svara. Har verður m.a.
greitt frá frá Mentamála
ráðnum, at Donskføroysk
orðabók frá 1995, t.v.s.
tann fyrra og minna
Danskføroyska orðabókin
fekk 1,5 – 2 milljónir
(bókin væl minni enn mín),
tann Russiskføroyska
orðabókin fekk 1,89
milljónir (bókin væl minni
enn mín) og tann Føroysk
týska orðabókin hevur
higartil fingið 1,9 milljónir
(also krónur) (nógv minni
enn mín). Hvørgin av teim
báðu seinnu hevur enn sæð
dagsins ljós, tó at tær hava
verið í umbúna í eini 6 ár.
Og her er tað, at t.d. Orða
bókagrunnurin skuldi verið
so frægt at sær komin og
dittað sær at nýtt §4 3. stk.,
men so eigasørt. Tí er mín
spurningur til Kára á
Rógvi: Hví skal eg lata
mær lynda við 1,15 mill
jónir, tá ið henda Týsk
føroyska orðabókin, sum tú
og nevndin eru fullgreið
yvir, er munandi størri í
vavi enn hinar orðabøk
urnar, sum Orðabókagrunn
urin hevur latið knappar 2
– tvær milljónir í part?
Tú spyrt móti endanum
av tínum viðmerkingum
um: ”… býr annað undir,
ið tú nevnir ikki í hesum
viðfangi?” Svarið er eitt
greitt ja. Ætlanin við hes
um prikum ella brikslum
til Orðabókagrunnin og
seinni til Mentamálaráðið
er at fáa politikkararnar at
rakna við og spyrja seg
sjálvar, um teir hava fingið
nakað ella nóg mikið fyri
ta upphædd, sum Føroya
Løgting hevur játtað til
orðabókagerð hesi seinastu
10 árini (frá uml. 1998)
(sp. 2). Til orðabøkur, sum
skúlar og næmingar enn
sakna í ólukkumát, og sum
tú sum fyrrverandi lærari
mangan manst hava ynskt
tær í tínum lærarayrki.
Allar mannagongdir á
hesum øki eiga at verða
endurskoðaðar, so at bæði
Mentamálaráðið og Orða
bókagrunnurin verða
strikað av orðabókaøki
num, og t.d. ein samskipari
við kunnleika til orðabóka
gerð úr og í fremmandamál
kundi verið settur í heilt
ella møguliga hálvt starv
undir t.d Skúlabókagrunn
inum ella – enn betri
øðrum stovni við serkunn
leika og nýggjastu tøknini
á hesum øki í so nógv ár,
sum eru neyðug til at nøkta
tørvin á og koma á mál við
viðkomandi fremmanda
málaorðabókum. Tí hetta
arbeiðslagið, sum hevur
verið higartil, tvørtur um
fleiri stovnar við ymiskum
starvsfólkum, sum dáma
ella ikki dáma aðrar
persónar, er dumpað so
ruddiliga.
So Hans Jákup, nú fekst
tú øði í grindina, men
hevði eg fingið somu
krónuupphædd sum hesar
tríggjar omanfyri nevndu
orðabøkurnar à knappliga
2 milljónir krónur fyri
hvørja, so kundi eg gingið
5 ár av mínum seinastu
starvsárum við hond í
lumma við løn.
PS: Eg vil at enda gera
vart við, at tað er ikki tí
privata persóninum, Kára á
Rógvi, sum eg leggi eftir,
men tað er Kára á Rógvi
sum formanni í Orðabóka
grunninum, ið eg finnast at
nú alment, men tí nývalda
politikkaranum, Kára á
Rógvi, ynski eg til lukku
við valinum við ynskjum
um góðan byr.
Studentaskúlalærari
Kári DaviDsen
Vetrarútsølan
byrjar hósdagin
24. jan. kl. 9.00
Intermezzo ella millumspæl
Svar til viðmerking og spurningar hjá Hans Jákupi Hermansen
í bløðunum t. 21 januar 2008