mikudagur 23. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
14
nr. 11 • 23. januar 2008
klárt. Tey vóru von at fara tíðliga
upp.
Samrøðan snúði seg um veðrið.
Tað var kanska ein uppkláring
á veg. Men tað fór so ikki at
henda fyrr enn dagin eftir var
sagt í tíðindunum í útvarpinum
í Reykjavík. Vit hoyrdu um
nógvar stormskaðar eftir øllum
suðurlandinum. Hjá okkum, sum
frammanundan ikki vóru í besta
hýri, var tað ikki hugaligt at hoyra
slíkt longu frá morgunstundini.
Vit vóru inni mestsum allan
dagin, men vit vitjaðu eins og
hinir av manningina í onnur hús,
har vit fingu kaffi.
Hesi blíðu fólkini gjørdu nógv
fyri at fáa okkum at hugsa sum
minst um tað tap, vit høvdu havt
av skipi og ognarlutum.
Við morgunborðið næsta morg
un fortaldi verturin frá vegaum
sitingi í Reykjavík, at kavarudding
av vegnum skuldu byrja longu
eftir døgurða, tá roknað var við
avtakandi norðanvindi og minni
kavaroki.
Tað var framvegis bítandi kuldi,
men í betra veðrinum nýttu vit
høvi at hyggja at vrakrestunum av
Arizonu. Síðan fóru vit í kirkjuna
at hyggja at okkara drívgóðsi.
Hetta sá út til at vera ein stór
rúgva av frystum skrambli, sum
eisini luktaði illa av petroleum.
Uttan mun hvat vit áttu her,
fóru vit úr kirkjuni í takksemi um,
at sjálvt lívið er meira vert enn
deyð ting. Einki av hesum kom
heldur við til Reykjavíkar.
Í fleiri av teimum heimum,
vit vitjaðu, heilsaðu vit uppá
seingjaliggjandi fólk. Millum hesi
vóru tvær konur, sum høvdu hoyrt
um nevndu sálmabók. Tað gjørdi
teimum ongan mun, at sálmarnir
vóru danskir úr ”Salmebog
for kirke og hjem” (1931231.
upplag). Hetta var okkara einasta
sálmabók til kirkju, til skúla og til
lestur umborð á skipum.
Vit vóru tríggir frá skipinum
sum, umframt húsfólkini, stóðu
við sjúkrasongina í hesum lágloft
aða tronga rúmi og sungu. Hetta
var ein sermerktur sálmasangur
við okkara gøtudanska, sum
íslendingarnir hildu vera føroyskt.
Knappliga fóru tey at syngja
ein sálma á íslendskum. Tá hendi
nakað merkiligt og óskiljiligt fyri
okkum øll. Vit hvørki kendu ella
skiltu sálmin. Kortini rørdi hann
sinnið, og tað ljóðaði sum hægsta
hátíð. Hetta komu vit ikki at
gloyma.
Hetta hevði verið ein strævin
dagur við øllum nýggju inntrykk
um. Móti kvøldi vóru vit sera
móðir.
Til Reykjavíkar
Næsta morgun vóru vit vaktir
longu klokkan seks. Tað var
komið boð úr Reykjavík um, at
meginparturin av vegnum frá
Reykjavík til Bjarg var farbarur.
Hetta merkti, at okkara ferð til
Reykjavíkar var treytað av minst
trimum tímun á rossabaki í sterk
um kulda og ringum føri til eitt
stað, haðani vit kundu koyra í bili
restina av teininum.
Tað kom boð frá okkara ferða
leiðara, at rossini vóru gjørd klár,
og at vit skuldu hittast mitt í bygd
ini. Eingin okkara var spurdur, um
vit settu okkum førar fyri eina
slíka langa ferð á rossabaki.
Hóast vit trivust væl í bygdini,
so skuldu vit víðari. Tað var
heldur einki val, tí rutubátar vóru
eingir til Bjarg.
Ávegis til Reykjavík
Tað var við stúran, at vit fóru
avstað í hesum vetrarliga apríl
veðrinum. Mong av fólkunum
í bygdini vóru møtt upp at siga
okkum farvæl. Tað rørdi okkum
nærum til tár. Serliga tá ið nakrar
av kvinnunum góvu okkum ullint
hálsaturriklæðir og vøttir, sum
eisini vissuliga kravdust á hesum
langa ríðitúri.
Vit fóru so avstað. Gomul fólk
og børn veittraðu til okkum frá
vindeygu og opnum hurðum.
Síðan riðu vit varisliga stig fyri
stig aftaná førarahestin. Tað vóru
tveir hestar frammanfyri okkum
at traðka kavan niður, og ein gekk
aftast, so trygd var fyri, at øll
fylgdust. Eftir hálvum øðrum tíma
vóru vit komin 1011 kilometur,
har tað vóru djúpar fannir allan
vegin. Men einki er óført fyri
íslendsku rossini.
Vit høvdu ein stuttan kaffistøðg
í einum seyðahúsi. Har var
ríkiligt av plássi bæði fyri djór
og fólk. Okkara vertsfólk í Bjarg
høvdu verið so umhugsin at geva
okkum matpakka og kaffi í eini
varmafløsku.
Seinni parturin av túrinum
tók eisini hálvan annan tíma.
Tá søgdu vit farvæl við okkara
førarar og góvu hvørjum øðrum
eitt klemm. Rossini fingu eisini
eitt klapp. Vit vóru komnir í øllum
góðum til avtalaða staðið, har
fimm persónbilar bíðaðu eftir
okkum. Hetta var sjálvsagt nakað
heilt annað enn ríðingin.
Ríkið rindar
Bæði hjá bóndanum í Herdalsvík
og í bygdini Bjarg høvdu vit spurt,
hvat vit skuldu gjalda fyri gesta
blídnið. ”Ríkið borgar,” var svarið
hvørja ferð. Tað var ikki talan um
at vit skuldu gjalda. Vit høvdu
heldur ongar pengar, men máttu
tó spyrja fyri at vera fólkaligir.
Ríkið var í hesum førinum
sjálvandi danski staturin, sum
rindaði fyri allar útreiðslur, eisini
fyri ferðina heim til Føroyar.
Ávegis til Reykjavík støðgaðu
vit við ein kostskúla, har vit
fingu døgurða, og var hetta
fyriskipað av myndugleikunum
í Reykjavík. Vit fingu heita og
sterka oksakjøtsuppu. Hetta var
ein ófør máltíð. Tástani fingu
vit hitan aftur í kroppin aftaná
kuldan frá ríðitúrinum og síðan
koyringina í einum køldum bili, og
hevði kuldin trongt gjøgnum merg
og bein.
Vit vóru nú væl tilpassar og
kundu halda áfram teir seinastu
40 kilometrarnar til Reykjavíkar.
Tað var ringt føri og nógv hol í
vegnum orsakað av frostskaðum
á vetrinum. Vit komu tískil ikki til
Reykjavíkar fyrr enn við hálvgum
trý tíðina seinnapartin.
Fáa klæði
Tað vóru bíløgd hotellrúm til
okkum í Reykjavík. Har lógu boð
frá eini klædnaforrætning um, at
vit voru vælkomnir hagar at fáa
nýggj klæði.
Vit fingu vanlig gerandisklæði,
sum eisini vóru hóskandi at
ferðast heim í. Hetta svaraði
eisini til tey klæði, ein vanliga
nýtir, tá ið farast skal í land av
skipi. Hetta var mynstrut troyggja,
myrkar buksur, svartaskógvar,
kaskett og hálsaturriklæði.
Okkara læntu klæði vórðu
savnað saman í eina rúgvu, sum
forrætningin tók sær av at reinsa
og at senda aftur til bóndagarðin
í Herdisarvík.
Longu tá ið vit komu til Reykja
víkar fingu vit boð um, at vit
kundu fáa ferðaseðil heim dagin
eftir.
Á veg heim
Tað var norska ferðamanna og
farmaskipið Lyra, sum sigldi
í fastari rutu millum Bergen,
Havnina og Reykjavík, vit skuldu
fara heim við. Vit vóru tí bert eina
nátt á hotellinum, hóast vit einki
høvdu havt ímóti at veri einar
tveir dagar meira. Men vit long
dust eisini eftir at sleppa heim til
familjuna.
Vit skuldu sigla klokkan seks á
kvøldi, og fingu boð um at møta
klokkan fimm. Hetta var ein
langur dagur at koma ígjøgnum.
Bert at eta og at ganga og mala
í býnum, tað var alt vit kundu
gera. Vit høvdu ikki so frægt sum
áhuga fyri handilsgluggunum og
kundu ikki so mikið sum hugsa
um at keypa nakað tinganest
heim við okkum. Vit høvdu einki
viðføri og ongar pengar. Hetta var
ein eitt sindur løgin kensla.
Klokkan fimm vóru vit á keiuni
og blivu veittraðir umborð, har ein
stýrimaður tók væl ímóti okkum.
Hann tók í hondini á okkum og
ynskti ”vælkomin”. Síðan fingu
vit ávíst kahúttspláss á 3. klassa
afturi í skipinum. Í mun til lugarið
á einum fiskiskipi var her sera
rúmligt. Hvussu tað sá út á 2. og
1. plássi fingu vit ikki at vita, tí
hesir klassar vóru bert ætlaðir tí
meira fína slagnum.
Tað var eitt sindur av frálands
vindi, tá ið vit fóru. Veðrið hevði
broytt seg frá degnum fyri,
og tá tað varð myrkt gjørdist
stjørnuklárt og kalt. Íslendska
veðurforsøgnin lovaði gott veður
eitt samdøgur fram, sum ikki var
so ofta at hoyra í apríl á hesum
leiðum. Ein tíma eftir fráferð
fingu vit heitan mat. Hetta var
so aðru ferð hendan dagin, tí vit
høvdu eisini etið á hotellinum.
Maturin umborð var góður og
tað sama var við matarlystinum.
Vit vóru í góðum lag, tí sum
orðatakið sigur: ”Frótt er høvur av
fullum maga.”
Dagin eftir sigldu vit fram
við Vestmannaoyggjum í
framhaldandi frálandsvindi og
økjani kuldastigum.
Í Stranda kirkju hevði Petur Nolsøe, sum arbeiddi á sjómansheiminum Ørkin
minningarorð
Her verður kransur blakaður á sjógv, har Ernestina fórst. Vinstrumegin er
Jákup Ziskason, og høgrumegin er Manne Høgnesen, abbasonur Jóan
Magnus Høgnensen, sum var ein teirra, sum ikki bar boð í bý
Phi-Phi varð niðursigld í 1933