mikudagur 23. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Vit halda áfram við
frásøgnini, tá ið
manningin á Arizonu
bjargaði sær, eftir at
skipið var farið á ein
boða í 1932. Longu
árið eftir var Harald
aftur út fyri forlissi,
tá ið Phi-Phi varð
ásigld av Nólsoy og
sakk. Hetta spældi
eisini væl av. Síðan
gjørdist hann
trúboðari
4. partur
Vit koma til Bjarg
Tað var rættiligt seint, tá ið vit
komu til bygdina, har vit skuldu
gista. Hetta var Bjarg, ein lítil
bygd úti móti tí opna havinum,
har tað altíð var vindur.
Hóast tað var kalt við vindi
og kavaavfalli, vórðu vit møtt
av mongum menniskjum, sum
bjóðaðu okkum vælkomin. Tað
var, sum um vit hoyrdu heima
teirra millum. ”Kom við heim,”
søgdu tey, og her møttu vit einum
rættuligum blíðskapi.
Tað gekk vist ein hálvur tími,
áðrenn vit merktu hita í kropp
inum hóast innihita og kókandi
heitt kaffi.
Vit høvdu í kikaranum sæð,
at skip okkara var skolað uppá
land. Hetta vísti seg at vera
tætt við nærmastu húsini niðri
við strondina í Bjarg. Vit fóru at
hyggja at vrakinum. Har var ringt
at ganga niðri í fjøruni, har tað
var sera hált. Skipið stóð fast
á einum kletti, og tað sá nógv
verri út enn vit høvdu sæð tað frá
bóndagarðinum.
Har var bert ein tómur skrokkur
eftir við stórum holum báðu
megin. Botnurin á Arizonu var
partvíst burtur. Hetta var ein
óhugalig sjón, og vit fóru haðani,
sum um vit høvdu verið til eina
jarðarferð.
Stranda Kirkja
Á vegnum aftur gekk leiðin til
kirkjuna í bygdini, har nakað av tí,
sum varð rikið á land av skipinum
varð lagt inn á náttini. Allir vaksnir
menn í bygdini høvdu verið við
til bjargingina. Her lá alt í einum
hurlivasa. Í einum koyggjusekki
lá ein sálmabók rullað inn í eitt
hálsaturriklæði. Sálmabókin kundi
framvegis nýtast, og hetta var ein
glotti í tí ringa.
Henda kirkjuvitjan hevði verið
sera óhugalig. Kirkjan var køld
sum í einum kølirúmi. Her var
eisini sera skýmligt inni. Einasta
ljósglæma kom gjøgnum frystu
vindeyguni.
Hetta var Strandakirkja, sum
verður roknað fyri at vera ríkasta
kirkja í Íslandi vegna allar tær
olmussur, sum sjófarandi í havs
neyð hava lovað henni. Men
tað sá út sum um kirkjan ongan
góðan hevur. Hetta er kortini
broytt seinni, og er kirkjan nú
hugnalig og vøkur.
Her skal verða skoytt uppí, at
Stranda Kirkja spældi eisini ein
leiklut, tá ið Ernestina fór á land
á hesum leiðum í 1930. Níggju
mans doyðu. Líkini, sum vórðu
bjargað, vóru í fyrsta umfari løgd
inn í Stranda Kirkju. Í ár 2000 var
skipað fyri eini ferð til staðið,
har Ernestina fór á land. Tá varð
skipað fyri eini andakt í júst
Stranda Kirkju, har avvarðandi
bæði hjá teimum, sum bjargaðust
og teimum, sum umkomust, vóru
hjástødd. Hetta var ein sera
kensluborin løta.
Fingu innivist í Bjarg
Tá ið tað fór at skýma komu vit
aftur til okkara vertsfólk.
Í flestu førum búðu vit tveir
og tveir í hvørjum húsi. Eg og
kokkurin búðu hjá einum ungum
hjúnum við einum tvey ára goml
um soni. Húsið var nýbygt, har
vit enn kendu roykin av nýggjum
timbri. Vit kendu okkum sum
heima. Maðurin fiskaði við einum
trolara í Reykjavík men hevði nú
frí í nakrar dagar. Hann bíðaði
eins og vit eftir at sleppast kundi
til Reykjavíkar.
”Hetta var ein langur mána
dagur,” segði mín búfelagi, tá ið
vit løgdu okkum seint á kvøldi.
Hóast alt, vit høvdu upplivað,
svóvu vit uttan støðg til klokkan
var sjey næsta morgun.
Áðrenn vit fóru til songar,
høvdu vit hoyrt veðurforsøgnina
fyri komandi samdøgur. Boðað
var frá framhaldandi kavaroki og
frosti, so vit kundu ikki rokna við
at sleppa víðari komandi dagin. Tí
var tað freistandi at verða verandi
undir dýnuni til boð komu um
morgunkaffi.
Longu tá vit gloppaðu eyguni,
var tann lítli komin inn í okkara
kamar. Hann vildi fegin tosa við
hesar fremmandu menn. Hansara
barnamál var ringt at skilja, men
at vit skuldi koma upp, skiltu vit
væl á hansara geberdum.
”Tað hevur ongan skund,”
hoyrdu vit eina rødd siga í køki
num, men drongurin gavst kortini
ikki. Vit skundaðu okkum í klæð
ini. Foreldrini høvdu morgunkaffi
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Harald Anthoniussen:
Bjargaður av forlistum
skipi tvey ár uppí slag
Hetta er Stranda kirkja, har ognarlutirnir hjá teimum á Arizonu vóru lagdar inn
Í 2000 varð skipað fyri ferð til Íslands í samband við, at tað vóru liðin 70 ár, síðan Ernestina fekk somu lagnu sum
Arizona. Munurin var tó tann, at við Ernestinu doyðu 9 mans.
Skipað varð tá fyri andakt í kirkjuni. Fremst á myndini sita Poulina hjá Ziska saman við synum. Tað var Ziska, sum
framdi eitt tað størsta bjargingarbragd í Føroya søgu, tá ið hann svam í land við línu, sum gjørdi tað møguligt at bjarga
monnunum, sum eftir vóru