Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2008 Bestu leiðararnir tilnevndir Tað verða Christian Nagata (Nema og Sendistovan), Johannes Jensen (Hotel Føroyar) ella Johanna á Bergi (Faroe Ship), sum verða kosin sum besti leiðarin í Føroyum í 2008. Fríggjadagin skipar Synergi fyri ársins leiðaradegi, og dómsnevndin hevur nú tikið støðu til, hvørji tey trý eru, sum skulu tilnevnast til heitið, ársins leiðari. Í dómsnevndini sita Gloria Kalsø, lærari á Føroya Handilsskúla, Óli á Deild, stjóri á Vinnuvitan, og Marita Rasmussen, sum er stjóri í Vinnuhúsinum. Skriva skúlabørn inn í Havn Tórshavnar Kommuna hevur boðað frá, at innskrivingin til komandi skúlaár verður 29. og 30. januar millum klokkan 15 og 18. Her verða tey skrivað upp at sleppa í tann skúlan, sum tey ynskja ella búgva næst við. Tað kann tó henda, um tað ikki er pláss í tí skúlanum, tey helst vilja sleppa í, at tey verða flutt í annan skúla at ganga. Tá felagsinnskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð um, hvar barn teirra fer at ganga í skúla. Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð. Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í býráðssalinum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er. Formaðurin í Fólka­ flokkinum tekur ikki undir við partamann­ inum Poul Michelsen, tí í eini smalari sam­ gongu er alt ov lætt at blokera fyri tí polit­ iska arbeiðnum Samgonga Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Jørgen Niclasen vil helst hava eina so stóra sam­ gongu, sum gjørligt Tað sigur formaður Fólka­ floksins, nú hann er farin at samráðast við Javnaðar­ flokkin og Sambandsflokkin um eina nýggja samgongu. Sostatt er hann alt annað enn samdur við partamann­ in, Poul Michelsen, sum í Sosialinum mánadagin stað­ festi, at hann vil helst hava eina smala samgongu, sum helst ikki skal telja meiri enn 17 tinglimir. Ein slík samgonga hevur akkurát meiriluta og tolir sostatt ikki at missa ein tann einasta tinglim. Men júst ein slík sam­ gonga helt Poul Michelsen vera tað sterkasta, tí tað kravdi disiplin av hvørjum einasta tinglimi fyri sam­ gonguna. Hinvegin helt hann, at í eini størri samgongu, er tað altíð onkur, sum fer at spæla fríspæl og tað bara skapar órógv í samgonguni. Men hesum er floksfor­ maður hansara alt annað enn samdur í. ­ Í eini stórari samgongu, ber ikki til hjá einstøkum politikarum at blokera fyri førda politikkinum. Jørgen Niclasen sigur, at í eini 17 manna samgongu, er alt ov lætt hjá einstøkum politikarum at blokera fyri førda politikkinum og sostatt leggja samgonguna lamna. ­ Tí er tað avgjørt ein fyri­ munur við eini stórari sam­ gongu, sigur Jørgen Niclasen. Jørgen vil hava stóra samgongu Borgarstjórin í Vest­ manna heldur, at vestmenningar gjørdu eitt gott val, tá ið teir á fólkaatkvøðu leyg­ ardagin avgjørdu við stórum meiriluta at samstarva við Strey­ moy, heldur enn við Vágar og Sundalagið KommunuSam­ Starv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Eg haldi, at vestmenningar hava valt tann frægasta møguleikan. Tað heldur borgarstjórin í Vestmanna, Karl A. Olsen. Á bygdaráðsfundi í gjár­ kvøldið staðfesti bygdaráðið úrslitið av vegleiðandi fólka­ atkvøðuni leygardagin, har vestmenningar skuldu velja, hvat kommunalt samstarvs­ øki, bygdin skuldi hoyra til. Tað vóru tríggir møgu­ leikar, antin at samstarva við Vágar, við Sundalagið, ella við Streymoynna. Men úrslitið av fólkaat­ kvøðuni læt ongan iva vera um úrslitið, tí 481 fólk, ella 60,1% atkvøddu fyri at sam­ starva við Streymoy, 169 fólk, ella 21% atkvøddu fyri at samstarva við Vágar og 123 fólk, ella 15,4% atkvøddu fyri at samstarva við Sundalagið. So vóru nakrar atkvøður blankar og ógyldugar. Hóvar borgarstjór­ anum væl Sostatt hevur ein stórur meiriluti gjørt av at sam­ starva við Streymoy og tað hóvar borgarstjóranum væl. ­ Vit hava bestu møguleik­ arnar í Streymoynni, serliga tá ið hugsað verður um arbeiðspláss og tænastur av ymsum slagi í høvuðs­ staðnum. ­ Í høvuðsstaðnum er kapasiteturin nógv størstur á nógvum økjum og møgu­ leikarnir at finna arbeiði eru fjølbroyttari. Talan er eisini um tað mest praktiska samstarvið, tí hetta er tann mest samanhangandi eindin. Hinvegin hevur alt sín­ ar vansar og tað hevur sam­ starv við Streymoy eisini. ­ Spurningurin er, um vit skuldu vera ein stórur part­ ur í einum lítlum, kommun­ alum samstarvi, ella um vit skulu vera ein lítil partur í eini stórari eind. ­ Í einum samstarvi við Streymoynna og serliga Havnina, kann tað vera ein spurningur um, hvørja ávirk­ an ein fær og tað skerst ikki burtur, at í einum størri sam­ starvseind, er avgerðin eitt sindur longur burturi frá borg­ arunum, enn hon er í eisini minni eind. Tí er hetta eisini ein spurningur um nærdemo­ krati, sigur Karl A. Olsen. Staðfestu fólksins vilja Men hann leggur eisini dent á, at hóast talan var um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, var ongin ivi í bygdaráðnum á fundinum í gjár um at staðfesta fólksins vilja. ­ Fólkið vil samstarva við Streymoy og tað hava vit staðfest. Seks bygdaráðslimir vóru fyri og ein var ímóti. Sostatt fer bygdaráðið í Vestmanna nú at skriva Inn­ lendismálaráðnum skriv, har boðað verður frá, at Vest­ manna hevur valt Streymoy at samstarva við og biðið verður um, at Innlendismála­ ráðið staðfestir avgerðina. Hendan avgerðin hjá Vest­ manna Kommunu, fær onga ávirkan á tey kommunalu samstørv, sum eru ímillum Vestmanna og aðrar komm­ unur, eitt nú við kommunur í Vágum og Sundalagnum um barnavernd, líkvogn og onnur mál og Vestmanna og Vágar eru eisini í sama øki í sambandi við Nærverkið, hóast tað onki hevur við kommunurnar at gera. ­ Hendan samstarvsavtal­ an snýr seg bara um nýggj kommunal samstørv, skuldi tað hent, at fleiri málsøki verða løgd undir kommun­ urnar at umsita. Onki um samanlegging Hinvegin leggur hann dent á, at í Vestmanna Bygdaráði hava tey ikki tosa um sam­ anlegging við Streymoy yvirhøvur. ­ Hetta snýr seg eina og aleina um at samstarva. Tað einasta, sum tey í Vest­ manna hava tosa um saman­ legging, er at leggja saman við Kvívík, tí fólkaatkvøðan leygardagin vísti eisini, at yvir 90% av vestmenningum halda, at Kvívík og Vest­ manna skulu leggja saman í eina kommunu. ­ Bygdaráðið í Vestmanna fer nú at boðað Kvívíkar Bygdaráðið frá úrslitinum og at taka støðu til málið. So stendur tað til kvívíking­ ar sjálvar, um teir vilja hava samráðingar um at leggja saman ella ikki. Løgtingið hevur ásett, at Vestmanna og Kvívík skulu í sama sam starvsøki og at avgerðin skal verða tikin í seinasta lagi 1. oktober í 2009. Vestmenningar valdu besta møguleikan Jørgen Niclasen er ikki samdur við partamannin, Poul Michelsen, um, hvørjar samgongur eru tær bestu Ein stórur partur av vestmenningum vil helst samstarva við Streymoynna og borgarsjórin heldur, at tað hevur avgjørt sínar fyrimunir, men tað hevur eisini sínar vansar