Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2008 - Tey ultimativu krøvini eru ikki komin á borðið, og einki er sett uppá spíssin enn, segði leiðarin í Fólka- flokkinum, Jørgen Niclasen, tá hann møtti til samgongu- samráðingar í løgtinginum í morgun Samráðingar Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Samráðingarnar millum ABC-flokkarnar hildu fram í morgun klokkan 10. Ting- limir komu soleiðis pø á pø um tíggjutíðina, og samráð- ingarnar fóru síðani í gongd. Flokkarnir sita í tveimum ymsum bólkum í løtuni. Annar bólkurin viðgerð útbúgving, mentan og gransking, meðan hin bólkurin viðgerð tey ríkis- rættarligu viðurskiftini umframt búskapar- og fíggj- armál. Sambært formanni Fólka- floksins, Jørgeni Niclasen, eru tey ultimativu krøvini ikki komin á borðið enn. Hann upplýsti, at flokkarnir enn ikki høvdu viðgjørt tær stóru ósemjurnar, sum eyð- vitað eru millum partarnar. - Einki er sett uppá spíss- in, og vendingin »eg finni meg ikki í« er ikki brúkt enn, segði Jørgen Niclasen í tinginum í morgun. Hann legði afturat, at slík- ar samráðingar taka nógvar dagar, og at teir veruligu snávingarsteinarnir ikki eru viðgjørdir til fulnar enn. Jørgen Niclasen hevur hel- dur ikki meldað út, hvussu Fólkaflokkurin prioriterar undir samráðingunum, og hvørji vallyftir viga tyngst. Samráðingarsnild krevst Jóannes Eidesgaard, løg- maður, kundi í dag hátíðar- halda 80-ára dagin fyri umboðanini hjá Javnaðar- flokkinum í løgtinginum, men tíð er ikki til nakra stóra veitslu í hesum døg- um. - Vit halda fram við sam- ráðingunum í dag, og eg vænti ikki harðar samráð- ingar í dag, segði løgmaður í morgun. Hetta merkir tó ikki, at tey tungu málini við teimum stóru ósemjunum ikki eru til viðgerðar. - Vit sita mitt í teimum tungu málunum, segði løg- maður, sum sambært stýris- skipanarlógini hevur tólv yrkadagar at skipa eina nýggja samgongu. Løgmaður fær seg veru- liga royndan í hesum døg- um. Nógv mótstríðandi sjónarmið í trimum ymisk- um flokkum skulu saman- sjóðast, og eitt felags grund- arlag skal orðast. Umframt at kabalin millum ABC- flokkarnar skal ganga upp, hava flokkarnir eisini stórar innanhýsis ósemjur, sum skulu takast við í rokni- stykkið hjá teimum trimum samráðingarleiðarunum. Jógvani Mørkøre, sam- felagsfrøðingur, skýrir í Sosialinum í gjár samgongu- skjalið frá 2004 at vera eitt útvatnað skjal, sum parkerar fleiri stórmál fyri at halda saman uppá eina fjølbroytta samgongu. Spurningurin er, um flokkarnir kunnu loyva sær at gera eitt líkn- andi samgonguskjal, sum ikki ítøkiliga ger greitt, hvørjar ætlanir samgongan hevur. Kaj Leo bjartskygdur Kaj Leo Johannesen, for- maður í Sambandsflokkin- um, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at yvirtøka av málsøkjum frá danska stat- inum høvdu verið til við- gerðar í gjár, og partarnir høvdu tosað um, hvørjir møguleikar vóru á hesum økinum. Fólkaflokkurin fór til val uppá tað, at øll 21 málsøkini, sum framvegis kunnu yvir- takast sambært heimastýr- islógini, skulu yvirtakast áðrenn 2015. Spurningurin er so, hvussu nógvar yvir- tøkur Fólkaflokkurin ætlar at kroysta ígjøgnum, og hvussu nógvar yvirtøkur Sambandsflokkurin kann ganga við til. Kostnaðurin av yvirtøk- unum er eisini sera avger- andi. Tað kann hugsast, at Sambandsflokkurin fer at góðtaka yvirtøkur av máls- økjum, ið ikki tyngja lands- kassan, men at flokkurin ikki fer at góðtaka kostnað- armiklar yvirtøkur í kom- andi valskeiði. Kaj Leo Johannesen vísti eisini á onnur stórmál, sum flokkarnir skulu koma ásamt um. Hesi eru spurn- ingurin um ES og tilfeingi í havinum. Sambandsflokkurin meld- aði undir valstríðnum kraft- iga út, at hann ynskti eitt tættari tilknýti til ES, og at hetta skuldi vera ígjøgnum danska limaskapin. Hesum vilja hvørki Fólkaflokkurin ella Javnaðarflokkurin hoyra talan um, og her stendur Sambandsflokkurin rættiliga einsamallur. - Tað sær rættiliga lovandi út, segði Kaj Leo Johanne- sen hóast alt, og tað er ein greið ábending um, at sam- bandsmenn eru bjartskygdir um samráðingarnar. Ultimativu krøvini ikki komin á borðið enn Jóannes Eidesgaard er framvegis bjartskygdur um samráðingarnar. Tingfundur verður næsta leygardag, og løgmaður fer væntandi at leggja nógv fyri fyri at hava eina samgongu klára til ta tíð Mynd: Jens Kr. Vang Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, var í góðum hýri í morgun. Hann upplýsti, at tey ultimativu krøvini ikki vórðu komin á borðið enn. Hetta merkir, at vit eru tíðliga í prosessini, og at tær stóru ósemjurnar enn ikki eru settar á spíssin Mynd: Jens Kr. Vang Strongd tekur lív Ein nýggj bretsk kanning vísir, at strongd er munandi meira hættislig, enn granskarar higar til hava hildið. Í 12 ár hava granskarar fylgt fleiri enn 10.000 fólkum við atliti til at kanna, hvussu strongd ávirkar tey likamliga og sálarliga. – Niðurstøðan er, at strongd elvir til biologiska órógv, og at hetta hevur ein nógv størri leiklut, enn vit higartil hava hildið, sigur Tarani Chandola, ið er ein av teimum, sum hevur staðið fyri kanningini. Millum annað sýndi kanningin, at persónar, sum ofta eru strongdir, hava veikari hjartafunktiónir og eitt økt innihald av stress-hormoninum, cortisol. Hetta hevur fleiri skaðilig árin á hjartað og blóðrensl.