Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2008 Tann 23. januar í 1928 vóru Mourentius Viðstein og Petur Mohr Dam valdir á ting sum fyrstu løgtingsmenn Javnaðarfloksins POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í dag, 23. januar 2008 eru liðin 80 ár síðani, at Føroya Javnaðarflokkur kom á ting. Tað var á valinum hendan dagin, at Petur Mohr Dam varð valdur á ting í Suðuroyar valdømi og Mourentius Viðstein í Suðurstreymyar valdømi. Javnaðarflokkurin var annars stovanður í 1925. Í høvuðsheitinum vóru tað teir somu, sum framman­ undan høvdu skipað Social­ istisk Ungdomsforbund SUF og Thorshavn Arbejd­ erforening, ið tóku stig til at stovna flokkin. Fyrsta valfelagið hjá flokkinum var Suður­ streymoyar Javnaðarfelag, sum var stovnað á skriv­ stovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag úti í Tinganes 25. september 1925. M. S. Viðstein var fyrsti formaður felagsins. Nakrar mánaðir seinni stovnaðu fólk á Tvøroyri felagið Froðbiar Sóknar javnaðarfelag. Har var Petur Mohr Dam ein av høvuðsmonnunum. Tað vóru fakfelagsfólk, sum tóku stig til at stovna fyrstu javnaðarfeløgini. Petur Mohr Dam var lær­ ari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyi, Enigheden. Í 1926 gingu bæði javnaðarfeløgini saman um at stovna Føroya Javnaðar­ flokk við egnari politiskari skrá, sum í høvuðsheitum fylgdi hinum norðurlendsku javnaðarskráunum. Men hendan skrá varð víðkað við 11 punktum, sum vóru um serføroysk mál. Týdn­ ingarmestu av hesum 11 punktum vóru krøvini um nýggja og fólkaræðisliga útbúgvingarskipan, ein almennan fiskivinnubanka, umfatandi almannaverk, útstykking av almennari jørð til fæloysingar og almannager av stórhvala­ veiðini. Til løgtingsvalið í 1928 stillaði Javnaðarflokkurin upp fyrstu ferð. Men til fólkatingsvalið í 1926 stillaði M. S. Viðstein upp móti tí frammanundan tryggja valevni Sambands­ floksins, Andrassi Samuel­ sen. M. S. Viðstein gav Sambandsflokkinum ein skarpan gang. Sambands­ flokkurin fekk 2.462 atkvøð­ ur, meðan Javnaðarflokkurin fekk 1.046 atkøvður. Tann traditionelli mótstøðuflokk­ urin hjá Sambandsflokk­ inum annars, Sjálvstýris­ flokkurin, fekk einans 490 atkvøður. Tann 23. januar í 1928 fekk Javnaðarflokkurin 671 atkvøður um alt landið, t. e. 10,6% av atkvøðunum og tvey umboð á ting, Petur Mohr Dam av Tvøroyi og M. S. Viðstein úr Havn. Tá fingu Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ávikavist 46% og 42,4%. Teir báðir javnaðar­ menninir vórðu afturvaldir á valinum í 1932 við 10,5% av atkvøðunum. Fyrstu árini vóru merkt av tætta samstarvinum millum flokkin og fak­ felagsrørsluna, og tað eyðkendi eisini politikk floksins á tingi. Hetta sást aftur íuppskotum um tjóðartøkur, arbeiðsloysis­ stuðul, almannaskipanir, broyting í jarðarviðurskift­ unum og uppskotum um nýggja og øðrvísi skúla­ skipan. Men við tí stóru borgarligu yvirvág, sum var í tinginum, hevði flokkurin smáar møguleikar at fáa ávirkan á førda politikkin. Men fólkið tók undir við flokkinum, sum fekk stóra framgongd til valið í 1936, tá tað eydnaðist at fáa seks limir valdar, tríggjar úr Suðuroy, ein úr Sandoy, ein úr Suðurstreymoy og ein úr Eysturoy. Petur Mohr Dam, yvirlærari, Tvøroyri J. H Danbjørg, fyrstilærari, Porkeri Jacob Nielsen, vitapass­ ari, Sumba Hans Jacob Poulsen, fiskimaður, Eiði Trónd Hansen, urtagarðs­ maður, Tórshavn Jóan Petur Davidsen, Sandi. Hans Jacob Poulsen á Eiði doyði longu árið eftir, og fyri hann á ting kom J. S. Heinesen, skipari í Leirvík. Trónd Hansen doyði eisini í hesum valskeiðnum, tað var í 1939, og fyri hann á ting sum varamaður kom J. P. Henriksen, bókhaldarim í Havn. Tey fyrstu árini vóru ikki uttan innanhýsis trupul­ leikar. Flokkurin hevði ilt við at halda lív í floks­ blaðnum “Føroya Social­ Demokrat”. Hugsjónarlig ósemja fór eisini at gera um seg millum ein part við M. S. Viðstein, sum vildi halla seg til 3. Internationala, og ein annan við P. M. Dam á odda, sum vildi fylgja sjónarmiðunum hjá norðurlendsku arbeið­ ararørsluni. Hetta innan­ hýsisstríð hevði við sær, at M. S. Viðstein í 1936 fór úr flokkinum og úr politikki. Hann livdi restina av lívi sínum sum typografur og skald. Síðandi leiddi P. M. Dam flokkin til deyða sín 8. november 1968. Javnaðarflokkurin hevði sín lut í fyrireikingunum, sum førdu til heima­ stýrislógina í 1948 – og hann var partur í fyrsta landsstýrinum, sum varð skipað millum Sambands­ flokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Í 1950 fór Javnaðarflokk­ urin úr landsstýrinum, og ein borgarlig samgonga varð skipað millum Sam­ bandsflokkin og Fólka­ flokkin. Men eftir valið í 1958, tá Javnaðarflokkurin vann stórsigur og á fyrsta sinni var størsti flokkur, skipaði flokkurin landsstýri við Petur Mohr Dam sum løgmanni. Flokkurin fekk við hetta valið átta tingmenn valdar. 1958 er eitt søguligt ár fyri Javnaðarflokkin, og síðani tá hevur flokkurin verið í níggju samgonum og havt leiðsluna í teimum átta. Longu eftir valið í 1962 fór Javnaðarflokkurin úr aftur landsstýrinum, tá Sjálvstýrislandsstýrið varð skipað – men eftir valið í 1966 vóru boð eftir flokkinum aftur. Gamla landsstýrið frá 1958 varð aftur skipað millum Javn­ aðarflokkin, Sambands­ flokkin og Sjálvstýris­ flokkin. Petur Mohr Dam, løgmaður, doyði tá val­ skeiðið varð hálvrunnið, og tá var landsstýrið umskipað við Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum sum løgmanni. Hetta landsstýrið varð aftur skipað eftir valið í 1970 við Atla Dam sum løgmanni. Eftir valið í 1974 skipaði Javnaðarflokkurin nýtt landsstýrið saman við Fólakflokkinum og Tjóð­ veldisflokkinum. Hetta landsstýrið helt fram aftir valið í 1978, men sam­ gongan slitanði í 1980, tá stríð tók seg upp um uttanlandssiglingina hjá Strandferðsluni – tað tá so nógv umrødda Lasse II málið, og Javnaðarflokkurin fór í andstøðu. Síðani hevur Javnaðar­ flokkurin verið í samgongu valskeiðini frá 1984­88, 1990­94 og helvtina av valskeiðnum frá 1994­98, tá flokkurin fyri fyrstu verð síðani 1950 var í samgongu uttan at hava løgmann. Eftir átta ár í andstøðu slapp flokkurin aftur inn í hitan eftir valið í 2004 – og fekk løgmann. Hvussu leikur fer á áttatiáradegnum og komandi dagarnar, fáa vit at síggja. Men okkurt bendir á, at Javnaðar­ flokkurin sum fjórðstørsti – ella triðminsti – flokkur á tingi fær leiðsluna av landsins stýri og varðveitir Jóannes Eidesgaard sum løgmann. M. S. Viðstein var fyrsti formaður Javnaðarfloksins: 1926-1936 P. M. Dam var drúgvastur í formanssessinum, hann sat frá 1936 til hann doyði í 1968 Einar Waag, bryggjari í Klaksvík gjørdist formaður, tá Petur Mohr Dam doyði 1968-1969 J. Fr. Øregaard var formaður í skiftistíðini, til Atli P. Dam tók við eftir tvey ár í landsstýrinum. Øregaard var formaður frá 1969-1972 Atli P. Dam hevur serliga sett dám á Javnaðarflokkin í nýggjari tíð. Hann var formaður frá 1972 til 1993 Marita Petersen tók við sum forkvinna í Javnaðar- flokkinum tveir mánaðir eftir, at hon gjørdist Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður. Hon sat sum forkvinna frá 1993-1996 Jóannes Eidesgaard varð valdur til formann, tá Marita Petersen legði frá sær í 1996 Tríggir nýggir læknar Tað er neyvan komið fyri áður, at tríggir nýggir læknar – allir við ættarbondum úr Klaksvík, hava lokið prógv sama dag á sama universiteti. Men hetta var støðan í gjár, á Syddansk Universitet í Odense, tá tær tríggjar Ása Petersen, dóttir Andrias Petersen, lækna í Gøtu, Jóhanna Petersen, dóttir Jaspur Petersen, kommunulækna, og Martha Haahr, dóttir Karin Haahr, lækna, fingu prógv á Syddansk Universitet í Odense. Tríggjar kvinnur, allar við ættarbondum úr Klaksvík og døtrar til tríggjar læknar, allir úr Klaksvík. Hetta skrivar Norðlýsið. Javnaðarflokkurin 80 ár á tingi