mikudagur 23. januar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 16 - 23. januar 2008
Styrkt teknisk umsiting
Klaksvíkar kommuna hevur styrkt umsitingina á Teknisku
deild við tveimum fólkum. Einum umhvørvisleiðara og
einum landmálingsteknikaria. Hanna Dalsenni er sett í starv
sum landmálingsteknikari í kommununi, og Tórhild
Bjarkhamar er sett í starv sum umhvørvisleiðari. Tórhild
verður eisini skrivari í Heilsu- og Umhvørvisnevndini.
Spælipláss fyri 700.000 kr.
Hvalbiar kommuna hevur gjørt av, at tey nú fara at gera eitt stórt
spælipláss í bygdini. Á heimasíðuni hjá suðuroyarportalinum
verður sagt, at ætlaði kostnaðurin av spæliplássinum verður um
700.000 kr., og at økið tá – umframt spælipláss – eisini hevur eitt
øki, har foreldur og onnur kunnu sita, meðan børnini spæla á
spæliplássinum. Sigmund Signarsson og Sylvan Poulsen hava gjørt
uppskotið til spælipláss.
Tað kann vera eitt
dýrt njótilsi at vera
telefonkundi hjá
svensku telefyri
tøkuni, Telia, um tú
býr í Danmark og
ætlar tær at ringja til
næstringar og vinfólk
í Føroyum og fáa eitt
langt og hugnaligt
prát. Ella blíva
uppringdur
Telefonprísir
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Ein føroysk kona í Danmark
mundi fingið sjokk, tá hon
fekk telefonrokningina frá
Telia, sum er ein svensk
telefyritøka, ið situr á fitt-
um marknaðarparti av tele-
fonkundum í Danmark. Um
jólini tosaði hon í ein hálvan
tíma til Føroya, og hetta
kostaði henni 1000 krónur.
Hetta er ikki so løgið, tí
við at hyggja á heimasíðuna
hjá Telia, sæst, at tað kostar
ikki minni enn 16,38 krónur
um minuttin fyri ein føroy-
ing, sum er kundi hjá Telia,
at ringja til Føroya ella fáa
eina telefonuppringing úr
Føroyum. Til samanberingar
kostar tað einans tvær krón-
ur um minuttin, um telefon-
samtalan er til ella úr Svø-
ríki, Noregi ella Finlandi.
Telia hevur býtt heimin
upp í seks øki (zoner). Í øki
1 eru tey trý omanfyri
nevndu londini, har tað
kostar 2,50 krónur at ringja
til og frá. Í øki 2 finst stórur
partur av ES-londunum, har
prísurin er 3,88 krónur. Í
hesum bólkinum er eisini
Ísland..
Í øki 3 finnast finnast
millum annað nógv fyrrver-
andi sovjet-hjálond, Turka-
land og Albania og tey av
evropeisku londunum, ið
eru uttanfyri ES. Her er
prísurin 5,25 krónur. Øki 4
fevnir um Kanada og USA
og kostar 4,38 krónur, með-
an Australia og fleiri asiat-
isk lond eru í øki 5. Her er
prísurin 9,38 krónur. Síðani
er eitt rættiligt lop upp til
restina av heiminum, sum
er býttur í øki 6, har tað
kostar 16,38 krónur at
ringja ella verða ringdur
upp frá. Og har er alsto Før-
oyar eitt av hesum londu-
num.
Sosialurin hevur spurt
kunningarstjóran hjá Telia,
hví Føroyar kemur undir
»restina av heiminum« og
ikki undir til dømis »norður-
lond«
ella
»restina
av
Evropa«.
- Tað er tí, at Føroyar eru
lítlar og liggja uttanfyri
ES.
Men Ísland og Noreg,
sum ikki eru limir í ES,
liggja í prísøki 1 og eru
tískil nógv bílari? Hví?
- Har er meiri teletrafikk-
ur. Eg má tó viðganga, at
prísurin er høgur, men vit
hava havt undirskot av sam-
skiftinum millum Føroyar
og Danmark, og hetta er
orsøkin til høga prísin, sig-
ur Anders Reintoft, kunn-
ingarstjóri, Telia.
Í sama andradrátti lovar
hann, at Telia fer at kanna
málið nærri, og uttan at
lova nakað, væntar hann, at
teleprísurin millum Dan-
mark og Føroyar verður sett-
ur niður.
Dýrt at ringja
úr Danmark
ZONE 2
Andorra, Belgien, Bulgarien, Cypern, Estland, Finland, Frankrig, Fransk Guyana, Gibraltar, Grækenland, Guadeloupe,
Holland, Island, Irland, Italien, Letland, Liechtenstein, Litauen, Luxembourg, Malta, Martinique, Monaco, Norge, Polen, Portugal, Reunion, Rumænien,
San Marino, Slovakiet, Slovenien, Spanien og Kanariske Øer, Schweiz, Storbritannien, Sverige, Tjekkiet, Tyskland, Ungarn, Østrig
ZONE 1
Norge, Sverige, Finland
ZONE 3
Albanien, Armenien, Azerbaijan, Bosnien-Herzegovina, Georgien, Guernsey - Isle of Man - Jersey/Storbritannien, Hviderusland, Kirgistan,
Kosovo, Kroatien, Makedonien, Moldavien, Rusland, Serbien-Montenegro, Tadsjikistan, Turkmenistan, Tyrkiet, Ukraine, Uzbekistan
ZONE 4
Canada, USA
ZONE 5
Australien, Hong Kong, Indien, Japan, Kina, Macau, Malaysia, New Zealand, Singapore, Sydkorea, Taiwan.
ZONE 6
Resten af verden
Udlandszoner:
ZONE 1
2,50 kr.
ZONE 2
3,88 kr.
ZONE 3
5,25 kr.
ZONE 4
4,38 kr.
ZONE 5
9,38 kr.
ZONE 6
16,38 kr.
Opkald
til udlandet
Opkald
mobil / fastnet
Soleiðis býtir Telia, ið nógvir føroyingar í Danmark eru kundar hjá, heimin upp í. Føroyar hoyrir
undir zone 6 »resten af verden«
Prísir á heimasíðuni hjá Telia. Føroyar eru í Zone 6, har tað
altso kostar 16,38 krónur um minuttin at tosa fyri ein Telia-
kunda
Fullveldishugað vilja
hava ABCflokkarnar
at vitða ynski um
størri sjálvbjargni. Ein
demokratiskur rættur,
sigur løgmaður, sum
tó eisini vil hava sín
demokratiska rætt at
samráðast
poliTikkur
Jákup Mørk
Klokkan 15.30 í dag verður
skipað fyri tiltakið, har víst
verður á ónøgdina um, at
ABC-flokkarnir ikki tykjast
geva ynskinum um fullveldi
nóg stóran ans.
Sunnvá Háberg Eystur-
stein, sum er ein av stigtaka-
runum, segði á døgurða við
Rás2, at talan sum ikki er
um eitt mótmæli móti teim-
um samráðingum, sum í løt-
uni ganga fyri seg.
- Talan er um eina áminn-
ing um, at fullveldisflokk-
arnir (Tjóðveldi, Fólka-
flokkurin, Sjálvstýrisflokk-
urin
og
Miðflokkurin,
blðm.) eisini vunnu sær ein
greiðan meiriluta á valinum.
Og tí meta vit, at tað er eitt
ynski frá Føroya fólki, at
talan verður um økt sjálv-
bjargni, segði hon.
Tey, sum verða við í gong-
uni, hittast við Sjónleikara-
húsið í Havn, og haðani verð-
ur gingið oman á Vaglið, har
sjálvt tiltakið verður hildið.
Ambivalent
Løgmaður, Jóannes Eides-
gaard, var eisini gestur á
Rás2, og hann var púrasta
samdur í, at talan er um ein
demokratiskan rætt at gera
vart við sína ónøgd.
- Tað hava tey sjálvandi
rætt til, og tí hvørki ætli ella
fái eg forðað fyri. Sjálvandi
siti eg við mandatinum til
tær samráðingar, sum nú
fara fram, men eg ætli ikki
at forðað øðrum.
- Og onkursvegna tykist
mær hetta eisini eitt sindur
ambivalent. Tí hetta hevur
onkrar undirtónar av einum
mótmæli móti, at onnur
brúka sín demokratiska rætt
at skipa eina samgongu.
Vit, sum nú samráðast, hava
eisini undirtøku frá 60% av
Føroya fólki, so vit kenna
okkum hava fullan uppbakn-
ing til okkara samráðingar.
Løgmaður legði afturat,
at samráðingarnar enn ikki
eru komnar so langt, at
hann fær sagt nakað ítøkiligt
um, hvørji stig møguliga
verða tikin á fullveldisleið.
Men hann sigur seg heilt
týðiliga kenna ein vilja til
at fremja framstig – eisini á
tí økinum.
Demokratisk ónøgd um demokrati
Tað er eitt sindur
ambivalent, tá fólk nýta
sín demokratiska rætt til
at gera vart við ónøgd
um, at onnur nýta sama
demokratiska rætt, helt
løgmaður, sum á døgurða
var í studio hjá Rás2
Mynd: Jens Kr. Vang