Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2008 Skip við fallskíggja Heimsins fyrsta farmaskip við einum ovurstórum fallskíggja sum segli er nú á veg tvørtur um Atlantshavið úr Týsklandi til Venesuela. Fyritøkan Skysails hevur gjørt fallskíggjan, sum er festur har frammi á skipinum, og sum er teldustýrdur. Skíggin er 160 fermetrar stórur, og kanningar hava víst, at »Beluga«, sum skipið eitur, brúkar 20 prosent minni olju við at brúka skíggjan sum segl. Talan er um nýggja tøkni, sum hevur vakt áhuga. (Mynd: Reuters) Kvotuskerjing svíður Í Íslandi noyðist enn eitt fiskavirki at taka avleiðingarnar av avgerðini hjá stjórnini at skerja toskakvotuna. Í gjár kunngjørdi leiðslan í felagnum Vísi, at hon hevur gjørt av at lata virkini í bygdunum Húsavík og á Þingeyri aftur í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 1. oktobur. Virkini hjá felagnum mistu 2.700 tons av toski um árið, tá kvotan bleiv skerd. Virkið hjá Vísi í Húsavík hagreiðir hýsu burturav, meðan virkið á Þingeyri arbeiðir hýsu og tosk. - Tann stóri trupul- leikin er at fáa nóg mikið av rein- skerarum. Vit skulu helst hava einar 20-24 reinskerarar, men onkran dag hava vit bert 16. Menn tíma ikki at reinskera, sigur Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Seafood í Skopun Fiskavirking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin í síðstu viku fóru tey umleið 70 fólkini aftur til arbeiðis á Sandoy Seafood í Skopun. Tá keypti virkið fyrstu lastina í nýggja árinum, og síðan hendan dag hava gólvini ikki verið turr. - Vit hava arbeitt hvønn dag, og vit hava eisini fiska til alla hesa vikuna. Tað sigur Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Sea- food í Skopun. Í dag klokkan 13 byrjaðu teir at landa ísfiskatrolaran Eysturbúgvin á Sandi. Teir hava 150.000 pund, megin- parturin upsi. - Hóast einki framleiðslu- virksemi er á virkinum á Sandi, verður fiskurin kort- ini landaður har. Fiskurin verður koyrdur inn á virkið á Sandi, har hann verður goymdur í kuldarúminum. So hvørt, sum vit arbeiða undan í Skopun, verður fiskurin koyrdur norður til virkingar. Martin sigur, at síðan salt- fiskaarbeiði á Sandi helt uppat í apríl/ mai mánaða í fjør, hevur Sandoy Seafood havt landingarvirksemið eftir. - Vit standa sjálvir fyri landingini, sum soleiðis gevur monnum nakrar tímar, tá ið skip eru inni. Eysturbúgvin landar rættiliga regluliga í Sand- oynni, men virkið keypir eisini fisk aðrastaðni úr landinum, eitt nú úr Suðuroy, haðani fiskurin er komin, sum tey hava arbeitt fyrstu dagarnar í hesi vikuni. Á Sandoy Seafood í Skopun arbeiða tey bara upsa, sum verður virkaður til portiónir. Felagið plagar eisini at keypa hvíting, tá ið tann tíðin er. - Vit keypa soleiðis ikki útróðrarfisk, og tí fer hesin av oynni til virkingar aðra- staðni. Martin sigur, at tá ið virksemið í Skopun burtur av byggir á vørur úr upsa, loysir tað seg ikki at arbeiða útróðrarfisk, tí nøgdirnar eru sum oftast smáar. - Tað loysti seg ikki hjá okkum at salta upsa á Sandi. Vit flaktu og turrsaltaðu upsa til kanadiska marknað- in, men tá ið dollarin er fallin so nógv, er hetta ikki lønandi, soleiðis sum støð- an er. Spurdur, um fiskavirkið í Skopun ikki hevur havt fleiri fólk at taka av, nú framleiðsluvirksemið á Sandi hevur ligið stilt, sigur Martin. - Nei, tað kunnu vit ikki siga. Okkum vantar sum so ikki mannfólk á virkinum í Skopun, men tað eru serliga reinskerarar, sum tørvur er á. Á Sandi høvdu vit flekj- arar - og ikki reinskerarar - og tí er tørvurin hin sami, sum hann var, áðrenn fiskaframleiðslan á Sandi helt uppat. Martin vísir á, at nú er longu so langt umliðið, síðan virksemið á Sandi helt uppat, at flestu munnu hava funnið sær annað arbeiði. - Vit høvdu soleiðis ikki Sandoy Seafood: Hóast eingin framleiðsla er á Sandi vanta fólk í Skopun Kombineraða nótaskipið og trolarin Fagraberg, sum er fyrrverandi Krúnborg, hevur nú fingið eina heimasíðu www.fagraberg.dk Á heimasíðuni er hópur av góðum og áhugaverdum myndum, sum eru tiknar umborð á skipinum. Talan er bæði um myndir, sum eru tiknar undir fiskiskapi og myndir, sum eru tiknar innanborða av monnum, sum sigla við skipinum. Myndir eru eisini tiknar í illveðri, har sjógvur skolar inn yvir skipssíðuna. Ikki er altíð so tespiligt at vera sjómaður. Ikki altíð so tespiligt at sigla Myndir av heimasíðuni hjá www.fagraberg.dk