Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2008 Niels Mortensen, stjóri í SMS, sigur, at skitsurnar, sum teir hava biðið arkitektar gera, verða avgerandi fyri, hvussu handilsvirksemið hjá teimum á Borðoyarvík kemur at síggja út Handil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Tá ið vit keyptu bygning- arnar á Borðoyarvík, tryggj- aðu vit okkum, at hesir kunnu brúkast til handils- virksemi. Nú bíða vit eftir skitsum, sum kunnu siga okkum, hvørjir møguleikar eru. Tað sigur Niels Morten- sen, stjóri í SMS. Bygningarnar, sum teir eiga á Borðoyarvík, eru gamla spinnaríið og bygn- ingin beint niðanfyri, har Sosialurin hevur leigumál um eitt nú útvarpsstøð. Niels Mortensen segði í Sosialinum herfyri, at teir í fyrsta lagi fara at tryggja, at norðoyingar fáa ein nýggjan Bónus-handil, tí verandi handil er ótíðarhóskandi. - Vit hava biðið arkitekt og ráðgeva, sum vit vanliga brúka í slíkum føri, um at tekna okkum skitsur yvir, hvussu handilsøkið kann koma at síggja út. Hann væntar, at skitsurn- ar verða lidnar síðst í hesum mánaðinum, og fyrr enn hesar fyriliggja, vil hann einki siga um, hvussu saml- aða konseptið á Borðoyar- vík annars kemur at síggja út. - Fyrst mugu vit síggja, um okkara hugskot lata seg fremja í verki, men í øllum førum er greitt, at vit í hvussu er fáa ein nýggjan og nútímans Bónus-handil á Borðoyarvík. Spurdur, um aðrir handlar eru væntandi í eini møgu- ligari handilsmiðstøð, sigur stjórin í SMS, at teir í fyrsta lagi fara at hugsa um seg sjálvar, sum hann tekur til. - Í løtuni kann eg bara siga, at vit fara at hava ein matvøruhandil á Borðoyar- vík, sum er nútíðarhósk- andi. Tað er hetta, vit í fyrsta lagi arbeiða við, og okkara ynskidreymur er, at handilin stendur liðugur seinni í hesum árinum. Um hetta fer at eydnast, er ilt at siga, men vit leggja nógva orku í, at nýggi Bónus- handilin kemur skjótast gjørligt, sigur Niels Morten- sen. Stjórin í SMS: Hugsa fyrst um okkara handlar Velja formann í dag Í dag fæst at vita, hvør verður formaður í grønlendska Siumut-flokkinum. Verandi formaðurin, Hans Enoksen, stillar uppaftur, men hann hevur tvey onnur valevni at kappast við, landsstýriskvinnuna Alequ Hammond og borgarstjóran Vittus Mikaelsen. Formaðurin verður valdur við uratkvøðu millum limirnar, og tað er fyrstu ferð, at tað hendir. Fær einki valevni meiri enn 50 prosent í dag, verður umval ímillum tey bæði fremstu 30. januar. (Mynd:KNR) Tøgn um Jonathan Danski Fólkaflokkurin vil hava at vita, hví grønlendska løgreglan er so tigandi í málinum um Jonathan Motzfeldt, sum er meldaður fyri kynsligan ágang. Flokkurin undrast á, at løgreglan sýtir fyri at siga fjølmiðlunum, um talan er um eitt revsimál, og tí hevur flokkurin nú reist málið í Danmark. Søren Espersen hevur vegna flokkin spurt Lene Espersen, løgmálaráðharra, um hon heldur tað vera rímiligt, at løgreglan sýtir fyri at svara. Í dag og í morgin landa fleiri ísfiska­ trolarar kring landið. Upsafiskiskapurin er hampiliga góður, men ikki júst so góður, sum hann hevur verið Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í dag landar ísfiskatrolarin Vesturbúgvin í Vestmanna. Teir hava eini 170.000 pund. Vesturbúgvin partrolar sam- an við Eysturbúgvanum, sum helst landar í Sandynni. Í Saltangará landa ísfiska- trolararnir Bakur og Stelkur í dag. Teir hava smá 300.000 pund tilsamans. Á Faroe Seafood siga tey, at Rókur og Lerkur koma inn at landa í morgin. Teir høvdu eini 500 kør í dag, sum er út við 300.000 pund. - Veðrið hevur verið skift- andi, og fiskiskapurin heldur lakari í seinastuni. Vestur- búgvin og Eysturbúgvin vóru ikki fullir. Tað vóru Bakur og Stelkur heldur ikki. Væntandi er tó, at Rókur og Lerkur, sum landa í morgin, verða fullir, nú teir koma inn, verður sagt. Bakur og Stelkur plaga at roynast drúgvir, men á seinasta túri mistu teir ein dag, tá ið teir noyddust inn, tí okkurt smávegis var galið hjá øðrum skipinum. Ætlandi landa ísfiskatrol- ararnir Kalsevni og Grímur Kamban í morgin. Enn er tó ivist, hvar teir fara at leggja veiðina upp, og hvussu nógv teir hava inni, nú túrurin er um at verða liðugur. Meginparturin av veiðini hjá ísfiskatrolarunum er upsi. Á myndini síggjast bygningarnir, sum Niels Mortensen eigur á Borðoyarvík. Hin ovari er gamla spinnaríið og í hinum niðara, sum er nærmastur á myndini, hevur Sosialurin leigumál um eitt nú útvarpsstøð Mynd: Vilmund Jacobsen Rókur og Lerkur við nógvum upsa Tað hevur gingið rímiliga væl hjá Róki (mynd) og Lerki, síðan teir fóru til fiskiskap í fjør heyst Mynd: Vilmund Jacobsen so nógvar reinskerarar á Sandi, og tú fært ikki mannfólk at reinskera, sigur hann. Vit spurdu eisini virkis- leiðaran, um tað loysir seg at virka upsa til portiónir. - Jú, við verandi ráfiska- prísum og marknaðarprís- um er henda framleiðsla lønandi. Hann vísir á, at upsaprís- urin í dag liggur millum 5,50 kg 6 krónur fyri kilo - og smæsti fiskurin, sum er upsi 5, liggur um 4-5 krónur fyri kilo. - Jú, hetta er á einari leið í mun til tað, sum vit kunnu selja framleiðsluna fyri í løtuni, leggur hann aftrat. Martin sigur, at dygdin á upsanum hevur verið góð, nú fiskurin hevur verið feitur, men tá ið gýtingin er liðug, og komið er út í hálvan februar, plagar fisk- urin at gerast meira soltin. - Væntandi er, at upsa- prísurin fer at fella nakað, tá ið vit koma út í februar, sigur virkisleiðarin í Skopun, Martin Olsen. Tá ið fiskurin er góður, arbeiða tey eini 25-27 tons av ráfiski ein vanligan arbeiðsdag, men er fiskurin smáur, fellur framleiðslan niður á eini 20 tons í ráfiski. Andreas F. Hansen, sum áður var virkisleiðari hjá Sandoy Seafood, stendur framvegis fyri søluni av frystu fiskavørunum í Skopun. - Okkum vantar sum so ikki mannfólk á virkinum í Skopun, men tað eru serliga reinskerarar, sum tørvur er á. Á Sandi høvdu vit flekjarar - og ikki reinskerarar - og tí er tørvurin hin sami, sum hann var, áðrenn fiskaframleiðslan á Sandi helt uppat, sigur Martin Olsen, virkisleiðari