mikudagur 23. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 16 - 23. januar 2008
tíðindi
Tað er nýtt, spennandi og stílfult.
So gott sum alt, ið ungi
havnamaðurin Heiðrikur á
Heygum letur úr sínum hondum.
Tað veri seg málningalist, grafisk
sniðgeving, myndatøka ella
tónleikur. Seinasta verkið, ið er
komið frá honum, er nýskapandi
elektroniska debut-fløgan »An
Invisible Gun«, ið varð útgivin
stutt fyri jól – fyrst sum stakfløga
og síðani sum fløga.
Í desember mánaði kom eisini
út ein onnur nýskapandi fløga.
Fjósaprojektið Orca. Men í mun
til Orca, var »An Invisible Gun«
ikki eitt eksperimenterandi
projekt, ið tilvitað skuldi gerast á
ein 100 prosent ósiðbundnan
hátt. Hinvegin var hon eitt úrslit
av elektronisku tónleika-
bylgjuni, ið hevur herjað heimin
seinastu árini, og loksins er farin
at vísa seg aftur á tónleikamark-
naðinum her heima.
Fremstu elektro fólkini
Tað er ikki bara sum at siga tað,
tá elektroniskur tónleikur skal
framleiðast her á landi. Enn eru
tey ikki mong, ið eiga kunnleik-
an til ráðs at meistra handverkið,
sum liggur í at fáa elektro ljóðið
at verða, sum tað skal. Men Heið-
rikur hevur fingið tey røttu fólk-
ini við í hesa prosessina.
Við í framleiðslu og programm-
ering av løgunum er Heiðrikur
sjálvur, systkinabarnið Bryn-
jolfur á Heygum (programmer-
ings snillingurin, ið vit eisini ken-
na sum heilan handan Side
Effect) og evnaríka framleiðslu-
duoin High-Hat, ið eru Sakaris
Joensen (Lama Sea, Guðrið Hans-
dóttir) og plátuvendarin Janus
Rasmussen, aka DJ·ÓR (Lama
Sea, Bloodgroup).
Upptøkurnar eru gjørdar av
Finnuri Hansen í JakZak studio
og Kringvarpi Føroya, Kristoffuri
Mørkøre í Krist Stuff studio, Jón
McBirnie í SkýRák og av Ólavi
Jákupssyni og Jens L. Thomsen í
Honeyman Studios í London.
Miksing og mastring hava
sviðarnir Christoffer Berg og
Hans Olsson, ið eisini hava
arbeitt fyri ávikavist The Knife
og Robyn, staðið fyri. Sviðarnir
báðir hava givið fløguni eitt rátt,
beinrakið elektronisk ljóð, ið ger
heildaúttrykkið frekari. Fyri mítt
viðkomandi sera positivt, tá fløg-
an í sínari heild er rættiliga frek
og vágilig.
Rødd og rútma
Tað er eingin ivi í, at »An Invisi-
ble Gun« er ein feit fløga á
altjóða støði. Heiðrikur skrivar
vøkur, abstrakt løg. Tey innihalda
elektronisk element og strúkara
kompositiónir, ið hann sjálvur
hevur skipað til meginpartin av
teimum. Røddin hjá honum er
altíð í fokus. Hon er í flestu løg-
unum skipað í fleiri ymsar varia-
tiónir og harmoniir, er vøkur og
full av kenslum. Men okkurt ger,
at hon ikki er heilt tip-top. Okk-
urt órógvar. Tað tók mær tíð at
finna útav, júst hvat tað var. Hví
misti eg áhugan aftaná eina løtu?
Tá eg hugsaði um eitt av løgun-
um á henni, ljóðaði tað væl í
Ummæli ★★★★★★
Sunneva H. Eysturstein
seysturstein@gmail.com
Myndir: Heiðrik á Heygum, Høgni
Heinesen og Erla Marita Askham
Óruddiligur 80ara poppur
Heimskendi filmstjórin M. Night Shyamalan (The Sixth Sence, Signs, Lady in the Water) segði, at fyri at kunna gera ein góðan film, noyðist ein
viðhvørt at taka sítt yndisbrot úr filminum, um tað kann gera heildina meira gjøgnumførda. Tað sama meti eg vera galdandi fyri tónleik. Og
hendan raðfestingin manglar á annars framúrskarandi debut-fløguni hjá Heiðriki á Heygum, »An Invisible Gun«, sigur ummælarin Sunneva H.
Eysturstein, ið gevur fløguni fýra av seks møguligum stjørnum
So gott sum alt, ið ungi havnamaðurin
Heiðrikur á Heygum letur úr sínum
hondum er nýtt, spennandi og stílfult.
Tað veri seg málningalist, grafisk
sniðgeving, myndatøka ella tónleikur