Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2008 19 tíðindi við kanti mínum høvdi og var eisini feitt, tá eg tendraði júst tað lagið. Men tá eg lurtaði eftir allari fløguni út í eitt, bleiv tað perfekta heildar­ inntrykkið ivasamt. Eg skilti tað ikki at byrja við, men eg veit tað nú. Upprudding vantar Fløgan er ov fløkjut. Øll løgini byrja feitt og hava eina lekra ætlan; hugskotið til tey er gott, og ímyndin av teimum er næstan perfekt. Trupulleikin er, at tey missa fetið aftaná eina løtu. Tá ein lurtar eftir løgunum hvør sær, ger tað ikki so nógv, men lurtar ein eftir allari fløguni í senn, kemur órógvanin. Løgini – hoyrd sum ein heild – villast í kompositiónunum. Bygnaðurin er ikki nóg knívskorin, nóg fangandi. Løgini eru øll áhugaverd, men ov krevjandi fyri oyrað. Og hetta ger, at oyrað ikki orkar at lurta aftaná eina løtu. Tónleikurin er fullur av laglinjum, og eg haldi, at Heiðrikur burdi hildið sjálvan bygnaðin av løgunum meira einkultan. Meira traditionellan, tá restin er so ótraditionell. Í botn og grund burdi tað verið ruddað upp í tónleikinum. Serliga í løgum sum »2 Bored«, »Am I not too Good?«, »Pressure Island«, »Beautilful Bartender« og »Maria's Donkey«. Hetta kann vera ógvuliga torført – tað, at velja burturúr egnum tónleiki – men er alneyðugt, um ein vøra skal vera meira enn bara góð. Greiðu linjurnar Nøkur løg standa burturúr, eru kontant og væl skipað. Lagið »Jealous« varð fyrst útgivið á stakfløgu í fimm ymsum útgávum; uppruna útgávu og fýra remiksum. Allar útgávurnar hava hvør sín samleika. Upprunaútgávan er ógvuliga friðarlig og sveimandi, meðan tey fýra remiksini eru meira elektronisk og dansivinarlig. Sum heild ein væleydnað stakfløgu­verkætlan. Og upprunaútgávan av »Jealous« kemur væl til sín rætt millum restina av melodiøsu, elektroløgunum á sjálvari fløguni. »Batteries«, sum er eitt av mínum yndisløgum á »An Invisible Gun«, er eitt rættiliga væl arrangerað, abstrakt lag. Bakrøddin, sungin av Guðrið Hansdóttir, gevur eitt lekkurt huglag, og pumpandi rútmurnar halda líka til endan. »Tár Torna«, ið Heiðrikur fyri tíð síðani gjørdi videolag til saman við Jón Klæmint Hofgaard, er eisini ógvuliga væl framleitt og ljóðar væl. Hóast skeivu, fløkjutu harmoniirnar megnar hann at bera lagið fram í einum væl samansettum sniði, ið ongantíð blívur ov innviklað ella reikandi. 80ara poppur frá sálini Løgini »Juvenile«, »Hey Hey« og »In the copy Room« (ið er samplað við el­gittaran hjá Rasmus Rasmussen úr sanginum »Flashback Humor« hjá Makrel) eru meira peppað og 80ara popput við klapparíi, tómum trummum og tamburin. Fáa meg beinanvegin at hugsa um George Michael, lætt hoppandi hár og hvítar brøkur. Hesi løgini hava ein nógv greiðari bygnaða enn restin, ið ger tey lættari og meira lurtaravinarlig. Eitt stórt pluss afturat ógvusligu raddar­ samansetingunum og samplingunum. Tað hoyrist væl, hvaðani íblásturin til tónleikin stavar. Afturat George Michael hoyri eg t.d Depeche Mode og forsangaran Dave Gahan aftur. Serliga í úttrykkinum í røddini hjá Heiðriki. Hvussu røddin ferðast millum tónarnar; hvussu hann opnar seg og syngur frá sálini. Asnin, ið bar religiónir Tekstirnir snúgva seg – eins og ljóðið – um at vera øðrvísi. Um ikki at passa inn. Um lív og deyða, kærleika og øvund, ótta og væntingar. Um tey ymsu viðurskiftini, ið flest øll fáast við ígjøgnum lívið. Teir eru ikki nakað serstakt í mun til aðra tekstaskriving, men har var ein, ið fangaði meg framum hinar: »Maria's Donkey«. Heiðrikur greiddi frá til útgávukonsertina hjá sær, at hetta lagið snýr seg um asnan hjá Mariu Moy; asnan, sum bar Mariu og Jósef allan vegin til Jerusalem. At asnin gjørdi eitt størri avrik, enn nakar av okkum nakrantíð hevur hugsað um. Hann bar alla okkara religión og aðrar við. Tað, sum heimurin hevur grundað sína tilveru á nú í meira enn tveytúsund ár. »Oh Maria's donkey, our religion was then on your back. Imagine what you carried, I know my spine would definitely crack« Teksturin kann uppfatast sum skemt ella sarkasma, men eg haldi sjálv, at boðskapurin í honum er ræðuliga sterkur. Eg haldi, at Heiðrikur á ein genialan hátt hevur samanskrúvað tað stuttliga og tað álvarsliga í hesum; at asnin hálaði seg avstað við einari gigantiskari kvinnu á bakinum, men at hann jú gjørdi nakað stórsligið. Nakað, sum skuldi mynda religiónir um allan heimin í ævir. Og kjarnin í tí, sum Heiðrikur sigur, er, at hevði asnin ikki gjørt hetta, hevði heimurin ikki verið, sum hann er í dag. »One wrong step and we would all be crying now. And I know you did your very best. And I know you helped us into happiness. And all they see is your silliness.« Tað er tað, sum er! Stjørnurnar Heiðrikur hevur verið virkin tónlistarmaður í nøkur ár, men hetta er fyrstu ferð, hann hevur tikið tónleikin upp og givið hann út. Úrslitið er gott. Gott og nýtt og tískil eisini áhugavert. Tónleikastílurin er hoyrdur fyrr, men er ikki smíðaður og útgivin av einum føroyingi, fyrr enn nú. Og tað haldi eg er eitt stórt pluss í sær sjálvum. Fleiri av løgunum kundu verið ruddiligari í arrangementi, men á hinari síðuni eru nøkur av teimum eisini ógvuliga kontant og væl gjørd. Eg vildi givið onkrum lagi tríggjar stjørnur, onkrum fýra ella fimm og enntá einum lagi seks stjørnur. Alt í alt eru tað fýra stjørnur, ið fara frá mær til »An Invisible Gun«. Hetta er avgjørt ein flott debut­ fløga frá Heiðriki, sum eg vóni fer at halda áfram við at geva síni deiligu listarligu ískoyti til samfelagið. Heiðrik hevur sjálvur staðið fyri grafikkinum á fløguhúsanum Seinasta verkið, ið er komið frá Heiðriki, er nýskapandi elektroniska debut- fløgan »An Invisible Gun«, ið varð útgivin stutt fyri jól – fyrst sum stakfløga og síðani sum fløga