mikudagur 23. januar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 16 - 23. januar 2008
tíðindi
– Vit átaka okkum
arbeiðir kring allan
heimin. Men tá eg
fekk møguleikan
at sleppa heim til
Føroyar at arbeiða,
tók eg sjálvandi av,
sigur Bergur Joensen
úr Hvalvík, men
sum hevur bústað í
Esbjerg. Hann er ein
av monnunum, sum í
hesum døgum byggir
tríggjar oljutangar í
Fuglafirði
Handverk
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Fuglafjørður: – Eg havi so
altíð arbeiði, og her er iva
leyst at gera hvønn einasta
dag, sigur Bergur.
Vit hittu hann ein kaldan
dag í farnu viku, har hann,
saman við átta øðrum døn
um arbeiddi við at seta upp
oljutangar á Enninum í
Fuglafirði.
Arbeiðið
skuldi
verið
byrjað nakað fyrri, men
fyrst í desember mánaði í
fjør fóru teir av álvara til
verka við tangunum, sum
koma at innihalda bæði fuel
olju og gassolju.
Talan er um eitt stórt ar
beiði, men tað hevur higartil
gingið eftir vild.
Veðrið var ikki serliga
lagaligt í desember mánaði.
Men vit ætla, at tað skal
verða liðugt til ásetta tíð
miðskeiðis í mars mánaði,
sigur Bergur.
Hann arbeiðir fyri donsku
fyritøkuna Team Welding,
sum útleigar arbeiðsfólk til
aðrar fyritøkur.
Í hesum døgum arbeiðir
hann hjá Bladt Industries,
sum m.a. hevur stálarbeiði
Arbeiðið við oljutangunum skal verða liðugt um hálvan mars. Um 1-2 vikur byrja teir at leggja rørleiðingarnar
Heppin
arbeiðis
- Hetta er eitt gott arbeiði,
og lønin er bara rímilig,
sigur Bergur Joensen
Ávaring á netinum
Ein ivasom ávaring, sum sigst koma frá Falck, ferðast nú á netinum.
Ávaringin sigur, at ein ung kvinna er blivin burturførd av einum
náttklubba, neyðtikin fleiri ferðir og síðani tveitt á gøtuna. Skrivið
vil vera við, at hon var dopað við Rohypnol, vanliga nevnt “date
rapedrug”, og Progesterex, sum verður sagt at vera ein
lívssøristablett. Skrivið siterar donsku løgregluna fyri at siga, at
Progesterex hevur verið alsamt meiri at sæð í seinastuni í
neyðtøkumálum, tí hetta loyvir neyðtøkumonnum bæði at neyðtaka
OG sterilisera offrið. Progesterex er eitt evnið, sum er kent innan
djóraheimin, til sterilisatión av størri djórum. Hetta verður eisini
latið í drinkin, og tryggjar, at kvinnan ikki gerst við barn.
Ávaringin er helst følsk
Men sambært Djóralæknastovuni í Havn, er hetta ikki eitt kent
djóramedisin. Tað verður ikki nýtt í Føroyum, og tað er heldur ikki at
finna á góðkenda listanum fyri djóramedisin í Danmark. Tey avsanna
tó ikki, at hetta kann vera eitt medisin í onkrum øðrum landi. Googlar
tú “Progesterex”, er forkláringin eisini, at hetta er eitt uppáfunnið
evnið, ið ikki finst í veruleikanum, men bert finst í eini ávaringarsøgu,
sum ferðast á netinum. Men hóast vandi ikki er fyri at gerast lívssørur,
so er Rohypnol tó eitt kent evni, nýtt av neyðtøkumonnum. So
ávaringin má tó vera: ansa tær eftir drinkinum!