Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2008 21 tíðindi av ymiskum slagi og í ym­ iskum støddum sum sína sergrein. ­ Eg ætli mær at halda fram í fyritøkuni eina tíð aftrat, sigur Bergur, sum lærdi til skipsbyggjara á Skála Skipasmiðju fyrst í 80’unum. Næstu ferð til Spanien Bladt Industries hevur drúgvar royndir í arbeiði sínum, síðani fyritøkan sá dagsins ljós í 1965. Nevnast kann, at fyritøkan sum at byrja við kallaðist Jørgen Bladt gjørdi sínar fyrstu tangar í 1980 í Yem­ en, Jordan, Sudan, Noregi og í Føroyum. Teir hava øll hesi 43 árini lagt seg eftir høgari góðsku á arbeiðum sínum ­ og, sum teir siga, at arbeiðini verða liðug rættstundis. Teir hava ikki arbeiðsfólk á sínum lønarlista, men tá teir, við jøvnum millumbil­ um, hava brúk fyri góðum starvsfólki, venda teir sær til aðrar fyritøkur, har góð arbeiðsmegi er at fáa til ar­ beiðir heima og langt burt­ uri. Ein av hesum fyritøkunum er Team Welding, hvør ar­ beiði er at útvega dygdar­ góðar sveisarar og annað fólk til størri fyritøkur. Bergur er júst ein slíkur. ­ Vit arbeiða faktiskt runt alla verðina, sigur Bergur. Hann var heppin at sleppa til Føroyar at arbeiða hesa­ ferð. Næstu ferð sleppur hann kanska longur út í heim at arbeiða ­ møguliga til Malaga í Spanien. Heim til Føroyar Bergur hevur longu verið í nógvum ymiskum arbeiðum fyri fyritøkuna. Henda eina dagin, hann var farin eini ørindi inn á skrivstovuna, bar hann eyga við eina fráboðan um, at teimum tørvaði arbeiðs­ menn at fara til Føroyar at arbeiða. Bladt Industries hevði nevniliga fingið uppgávuna at gera hesar tríggjar olju­ tangarnar uttast á havnar­ lagnum í Fuglafirði. – Eg segði meg vera áhug­ aðan fyri hesum arbeiðinum, og nú eri eg fegin um at kunna arbeiða her, sigur hann við einum brosi. At tað er bítandi frost og nógvur vindur í Fuglafirði henda dagin, tyktist hvørki at nerva Berg ella donsku starvsfelagar hansara. Teir eru komnir higar til Fuglafjarðar at gera eitt arbeiði. Og tað skal ­ eins og øll hini ­ verða liðugt til tíðina! Til skip og virki Uttast á havnarlagnum í Fuglafirði ­ á Enninum teir kalla ­ eru teir hjá Bladt í ferð við at seta upp hesar stóru oljutangarnar. Fyri tann ókøna sær hetta út sum eitt einfalt arbeiði: Plátur verða settar upp, sveisaðar saman og so om igen. So líðandi gerst hetta til rúmsáttar oljutangar. Talan er her um tveir tang­ ar, ið skulu innihalda tað teir nevna fuelolju og ein til gassolju. Íalt er talan er um 19.000 rúmmetrar. Sum skilst er ætlanin at selja oljuna til skip og til Havsbrún, hagar ein olju­ leiðing skal leggjast. ­ Eg ætli mær at verða her, til hetta arbeiðið er lið­ ugt!, staðfestir Bergur. at sleppa til s í Føroyum Treytir og tænasta Í øllum slíkum arbeiðum krevur fyritøkan sjálvandi sítt av arbeiðsmonnunum, men ynskir samstundis at veita teimum eina góða tænastu. Skipanin við arbeiðs­ fólkunum er soleiðis, at teir eru 10 dagar úti og hava síðani frí í 4 dagar, har fleiri teirra velja at fara til hús. Hóast stutt er at ferðast millum Føroyar og Danmark, tekur tað kortini sína tíð, tá hugsað verður um at frítíðin er so stutt. Øðrvísi er hjá Berguri: ­ Eg havi valt at vera her allar teir fýra mánaðirnar, sum arbeiðið varir! Arbeitt verður allar sjey dagarnar í viku, av teirri einfaldu orsøk at Havsbrún sjálvt er opið henda dagin. ­ Og lønin – jú, hon er rímilig! ” Vit ætla, at tað skal verða liðugt til ásetta tíð - miðskeiðis í mars mánaði ” Og lønin – jú, hon er rímilig! Johnny Depp latið $ 12 mió Eitt sjúkrahús í London fekk eina stóra gávu, tá ið sjónleikarin Johnny Depp vitjaði herfyri. Familjan hjá Depp var stødd í London í samband við upptøkurnar til ein film, tá dóttir Johnny Depp brádliga gjørdist sjúk. Tað var somikið álvarsamt, at tað stóð ímillum lív og deyða. Tað eydnaðist læknunum at bjarga dóttrini, og nú vísir Depp sítt takksemi. Hann gav sjúkrahúsinum 12 milliónir dollars. Hann var enntá framvið á jólum, ílætin sum Jack Sparrow frá filminum ”Pirates of the Carribbean” og læs søgur fyri børnunum á barnadeildini Kelda: www.123.fo Kvinnan skal vera undirgivin Kvinnur eiga at líta mannin í øllum viðurskiftum, frá tí sexuella til tað økomoniska. Tað skrivsar Laura Doyle í bestseljaranum The Surrendered Wife, sum verður lisin og diskuterað kring alt USA. Hon sigur, at tann konan, sum eftirlíkar manninum skal lata alla stýring og ansvar yvir til mannin. Hon skal siga honum sín tørv og respektera avgerðirnar, sum maðurin tekur. Lata vera við at kritisera, bagatellisara ella niðurgera mannin. Og líta á mannin í øllum viðurskiftum, frá tí sexuella til tað økonomiska. Tástani gerst hjúnarbandið eydnuríkt. Bókin er væl móttikin og nógv lisin, men tað eru sanniliga eisini nógvar kritiskar røddir frammi. Kelda: www.kristeligtdagblad.dk