Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 16 - 23. januar 2008 Egyptiski herurin gjørdi einki fyri at steðga fleiri hundrað palestinum, sum flýddu úr Gaza um markið til Egyptalands Hamas sendi hermenn at forða fólki at flýggja inn um egyptiska markið, og hinumegin vóru egyptiskir hermenn, sum høvdu somu uppgávu. Men eygnavitni siga við AP-tíðindastovuna, at teir egyptisku hermenn- inir gjørdu einki fyri at forða palestinunum at koma inn um markið. Fleiri vendu kortini aftur eftir at hava keypt mjólk, aðrar neyðsynjarvørur og benzin. Marknaliðini millum Gaza og Ísrael hava verið stongd síðani seinasta hósdag. Rafah-liðið er einasta marknaliðið millum Gaza og Egyptaland, men tað hevur verið stongt, síðani Hamas fekk eftirlit við økinum seinasta summar. ST sigur, at viðurskiftini í Gaza-geiranum kunnu enda sum ein vanlukka, verða marknaliðini ikki latin uppaftur. Stutt Sagt Funnu beinagrindir Nakrir menn, sum gróvu út fyri einum húsum í týska býnum Kassel, eru komnir fram á beinagrindirnar av 20 fólkum, skrivar blaðið Express. Fyrst komu menn- inir fram á nakrar beina- grindir, sum lógu saman, men seinni komu fleiri afturat undan kavi. Serfrøð- ingar, sum hava kannað beinagrindirnar, vita ikki enn, hvussu tær eru komnar hagar. Ein fyribilsmeting sigur, at beinagrindirnar eru millum 50 og 100 ára gamlar, men onkur heldur, at tær kunnu stava frá tíðini hjá Napoleon keisara. Kavarok í Kina Tað hevur kavað illa miðskeiðis í Kina í seinastuni. Serliga lands- partarnir Hubei og Anhui eru meint raktir av kavaveðrinum, og har hava myndugleikarnir sett fleiri neyðtiltøk í verk. Sambært myndugleikunum hava minst 17 fólk latið lív í kuldanum og kavanum. Kinesiska nýggjárið er í hondum. Tá plaga nógvar milliónir kinesarar at vitja skylfdólk ymsastaðni í landinum, og tí kemur kavaveðrið sera illa við, skrivar Reuters úr Beijing. Nógvastaðni er ikki koyrandi fyri kava, og fleiri tok hava eisini staðið still. Kinesiska veðurtæn- astan sigur, at kavaveðrið er tað ringasta í 16 ár. Átti Fischer børn? Fyrrverandi amerikanski heimsmeistarin í talvi Bobby Fischer er jarðaður í Reykjavík, og nú verður kannað, hvør hevur rætt til at arva hann. Ein mágur hanssra, Russel Targ, er komin til Íslands at kanna viðurskiftini. Hann sigur við Morgunblaðið, at sjálvur hevur hann ongan áhuga í tí, sum Bobby Fischer kanska átti, men at synir hansara hava rætt til at arva mammubeiggjan. Ein annar spurningur er, um gamli talvmeistarin átti nakað barn. Russel Targ hevur nú fingið sær ein íslendskan sakførara at kanna viðurskiftini fyri seg, tí hann er sum vera man ikki so kønur í íslendsku arvalógini. Russel Targ var giftur við systir Bobby Fischer. Hon doyði í 1998. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Stundum ivist eg í, um tað er Hillary Clinton ella Bill Clinton, sum eg kappist við um uppstillingina (Barrack Obama) útlond Kríggj, sjúkur og hungur krevja hvønn mánað 45.000 manna­ lív í Demokratiska Lýðveldinum Kongo Demokratiska Lýðveldið Kongo hevur verið herjað av kríggi og øðrum kreppum í skjótt tíggju ár, og tær neyvastu metingarnar siga, at hesi árini hava umleið 5,4 milliónir fólk latið lív av krígsávum, hungri ella sjúkum. Altjóða Bjargingarnevnd- in IRC hevur kannað viðurskiftini í miðafrikanska landinum saman við avstralska stovninum Burnet Institute. Niðurstøða teirra er, at kríggið í Demokratiska Lýðveldinum Kongo frá 1998 til 2003 og avleið- ingarnar av tí hava kostað fleiri mannalív enn nøkur onnur kreppa síðani seinna heimsbardaga. -Hugsið tykkum. Hetta svarar til, at alt fólkið í Danmark hvarv eftir fimm tíggju árum, sigur neyð- hjálparleiðarin George Rupp við danska útvarpið. Í seinastuni hava umboð fyri stjórnina í DLK og uppreistrarfelagsskapir tingast um ein varandi friðarsáttmála, sum skal fáa enda á ófriðinum, sum hevur hildið fram, hóast kríggið formliga endaði í 2003. Partarnir eru nú vorðnir samdir, og ætlandi skuldu teir skriva undir friðarsáttmálan í gjár. Eitt er at fáa enda á krígnum, men líðingarnar eru nógvar, sigur George Rupp og vísir á, at sjúkur sum malaria, lungnabruni, leyst lív og skeivur matur krevja fleiri mannalív enn vápnini. Her doyggja 45.000 um mánaðin Tey seinastu tíggju árini hava kríggj, hungur og sjúkur kravt 5,4 mió. mannalív í Demokratiska Lýðveldinum Kongo (Mynd: Reuters) Palestinar flýggja úr Gaza Fleiri hundrað fólk tustu úr Gaza um markið til Egyptalands, og eingin forðaði teimum (Mynd: AP) Síðani fleiri lond í Eysturevropa komu upp í Schengen-samstarvið beint fyri jól, eru kekenar í hópatali flýddir til Vest- urevropa, skrivar Jyll- ands-Posturin. Sambært blaðnum flýggja fólk fyrst úr Kekenia til Ukraina ella Póllands, men nógv tey flestu halda leiðina fram til Týsklands, Danmarkar ella til Noregs, skrivar blaðið. Síðani Schengen-sam- starvið bleiv víðkað tann 21. desembur, hava donsku myndugleikarnir fingið umsóknir frá 42 kekenum um friðskjól. Kekenar flýggja vestureftir