Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 16 - 23. januar 2008 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Veruleikin er, at føroyskur fótbóltur kann missa hesa upphæddina, um vit ikki hava eina lidna ætlan í summar Óli Holm, FSF-forseti Á fundi í far­nu viku tók Fótbólts­s­am­ bandið avger­ð um, at tíðar­fr­eis­tin til fyr­ir­eikingar­nar­ til fótbólts­høll í Skálabot­ ni ikki ver­ður­ longd. FSF fer­ nú at viðger­a aðr­ar­ møguleikar­ at ný­ta tær­ 12 UEFA­ milliónir­nar­ til Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Avgerðin hjá FSF merkir, at ætlanin um fótbóltshøll í Skálabotni ikki verður gjøg­ numførd. ­ Vit hava fleiri ferðir longt freistina. Í summar varð hon hon aftur longd, og tá góvu vit púrasta greitt til kennar, at talan var um allar seinastu freist. Trupul­ leikin hjá okkum er, at grunnurin hjá UEFA, sum vit kunnu fáa 12 milliónir úr, hevur sína seinastu freist í summar. UEFA hevur lon­ gu fyri rúmari tíð síðani giv­ ið til kennar, at teir vóru bekymraðir um, at endaliga projektið ikki fyrilá, sigur Óli Holm, sum er forseti í FSF. ­ Og veruleikin er, at før­ oyskur fótbóltur kann missa hesa upphæddina, um vit ikki hava eina lidna ætlan í summar. Tí var okkara krav til samtakið handan fótbólts­ høllina púrasta greitt. Nevni­ liga at vit máttu hava eina púrasta greiða ætlan áðrenn ársskiftið. Hana hava vit ik­ ki fingið, og tí eru vit noydd at steðga nú. Finna nýggja ætlan Grunnurin, sum UEFA­stuð­ ulin verður latin úr, hevur til endamáls at stuðla íløg­ um, sum verða gjørdar í menning av fótbóltinum í limalondunum. Og tí er tal­ an sjálvandi um hópin av møguleikum, sum kunnu útloysa stuðulskrónurnar. Næsta stigið hjá FSF verður tí at finna útav, hvussu pen­ ingurin nú skal nýtast, men tann viðgerðin er enn ikki byrjað. ­ Lat meg fyrst siga, at eg haldi tað vera ómetaliga harmiligt, at ætlanin við fót­ bóltshøllini nú dettur niður­ fyri. Tá møguleikin til UEFA­stuðulin kom, gjørdu vit av, at hetta skuldi nýtast til eina fótbóltshøll. Og her gjørdist tað so ætlanin í Skálabotni, sum fekk undir­ tøku, tá endaliga støðan skuldi takast. ­ Avgerðin, sum nú er tik­ in, ber so sjálvandi við sær, at vit mugu hyggja at, hvørj­ ir aðrir møguleikar eru. Men tað er greitt, at vit mugu arbeiða skjótt, sigur Óli Holm. Hann leggur tó afturat, at talan kanska ikki er um nak­ að heilt ultimativt krav frá UEFA, at ein nýggj full­ fíggjað ætlan fyriliggur í summar. ­ Eg eri fullvísur í, at vit ikki høvdu fingið longt freistina, um vit framvegis bygdu okkara ætlan á hølli­ na í Skálabotni. Kunnu vit hinvegin vísa á, at talan nú er um nýggja ætlan, sum vit eru komnir væl ávegis við, so ber kanska til at fáa freistina hjá okkum longda. Tað eru so í øllum førum tey signalini, sum vit hava fingið frá UEFA, men tað gevur okkum sjálvandi ikki nakra trygd fyri peningin­ um, og tí mugu vit arbeiða skjótt. Líkist nýggjum stadion Ítøkiliga vil Óli Holm ikki siga, hvat pengarnir nú sku­ lu nýtast til. Men verður hugt at teimum ætlanum, sum hava verið nevndar, so eru ein fótbóltshøll á Svan­ gaskarði og eitt nýtt stadion í Havn tær mest ítøkiligu. Og Óli Holm sigur, at í verandi støðu ber illa til at hugsa sær, at talan verður um høll á Svangaskarði. ­ Har hava vit trupulleikar við argumentatiónini. Er støðan tann, at eitt breitt samtak av Kommunum í Eysturoynni ikki megna at lyfta ætlanina í Skálabotni, so er trupult at argumentera fyri, at Nes Kommuna einsa­ møll skal kunnu lyfta hes­ um. Eg skal ikki útiloka nøkrum møguleika, men í verandi støðu vildi eg sagt, at ein fótbóltshøll á Svanga­ skarði er rættiliga ósannlík. ­ Hin møguleikin, sum hevur verið frammi, er eitt nýtt stadion í Havn. Tað er nakað, sum vit áður hava nevnt fyri UEFA, og teir eru positivir mótvegis tí tankanum. So tað er sjálvan­ di ein møguleiki. ­ Og so eru sjálvandi nóg­ vir aðrir møguleikar. Einas­ ta treytin er, at talan er um íløgu, sum er fótbóltinum at frama. Men tað ræður um at arbeiða skjótt. Tað eru ikki so nógvir dagar eft­ ir, áðrenn vit skriva juni í álmanakkanum, og tá mugu vit so hava eina nýggja verk­ ætlan, sigur Óli Holm. Eingin fótbóltshøll við FSF-pengum Tað verður hvørki í Skálabotni ella á Svangaskarði, at ein nýggj fótbóltshøll verður bygd. Ístaðin skal FSF nú finna nýtt endamál til tær 12 UEFA-milliónirnar, sum Føroyar kunnu fáa úr sonevnda hattrick-grunninum