Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 16 - 23. januar 2008 ] Lindberg hølvaði Kroatia av Kroatia var favorittur móti Danmark, tá ið liðini møttust í fyrsta dystinum í millumspælinum í EM- endaspælinum. Fullsetta høllin í Stavanger sá hetta gerast til skammar, tá danska liðið í sonnum heimsklassa vann heili 30-20 á Kroatia, eftir at hálvleiksstøðan var 15-9 til danir. Frá byrjan av stóð verjan væl hjá Danmark, og tá ið kroatar loksins fingu skotini at sita innanfyri málrammuna, tók málverji Kasper Hvidt næstan alt. Danska verjan megnaði eisini at halda heimsstjørnuna, Ivano Balic, so mikið langt burturi, at alt gjørdist veruliga trupult hjá kroatum. Tað kom sum ein smeitur á danska liðið, tá ið kanónskjúttin, Lars Krogh Jeppesen, eftir bara 10 minuttum fekk reytt kort fyri eina óhugnaliga takkling. Avloysarin, Bo Spellerberg, spældi eins og restin av danska liðnum ein branddyst. Serliga gjørdi málverji Kasper Hvidt vart við seg við at bjarga yvir 50% av kroatisku skotunum. Við føroyskum brillum er eisini okkurt at fegnast um, tí hálvi føroyingurin, Hans Lindberg, gjørdist toppskjútti við sjey málum. Lámi høgravongurin hevði átta skotroyndir á málið. Kl.17.15 í dag spælir Danmark móti Póllandi, og vinna teir her, eru útlitini til at koma í hálvfinaluna stak góð. Soleiðis nevnir enski blaðmaðurin, Andy Mitten sína grein um Føroyar og dystin millum B36 og HB 2. juli 2006. Greinin stóð í kenda bretska fót­ bóltsblaðnum »Four­ fourtwo« í september í 2006. Vit endurgeva greinina her. Greinin hjá Andy verður við í einum greinasavni, sum kemur út á bók. Bókin kemur at eita »20 footballderbies from around The World«, og verður seld kring heimin. Andy Mitten, Manchester: (Heri Simonsen týddi) »Vit hava einki annað val, enn at stríðast víðari«, sigur miðvallaleikarin á føroyska landsliðnum, Mikkjal Thomassen. »Føroyingar mugu liva saman, tí fólk kunnu ikki flýggja til ein annan stórbý. Her er eingin stórbýur at flýggja til.« Aftaná at hava verið í Tórs- havn – heimsins minsta høvuðsstaði – heimið hjá 16.000 veðurbardum sálum, havi eg ikki hoyrt eitt fót- bóltsviðhaldsfólk siga eitt øvugt orð um mótstøðuliðið. Størsta fornermilsi eg upp- livdi frá áskoðaraplássinum í dystinum millum B36 og HB, var, tá eg hoyrdi onkran siga um Jákup á Borg – besta leikaran í Føroyum – at hann er ikki »ein góður fýrur«. Á Borg gerst eitt sindur skakkur av hesum, at hann steðgar eina løtu upp, og sendir eyguni eftir honum, ið hevur sagt hesi orð. Dovnir frásøgumenn í ensku loftmiðlunum royndu fyrr at rópa grannauppgerð- ina millum Liverpool og Everton fyri vinarliga. Men samanborið við Tórshavn- derby’ið millum B36 og HB, er dysturin á Merseysi- de ikki serliga vinarligur. »Eg skal siga tær frá einum lítlum loynidómi« sigur ein av teimum inkarneraðu B36-viðhaldsmonnunum: »Onkuntíð siga vit, at HB eru nakrir snobbar.« Henda viðmerkingin er tann mest víðgongda, sum »Fourfour- two« hoyrir á Føroya-ferð- ini. Um tú leitar eftir garvill- um áskoðarum, sum spýta eftir hvørjum øðrum, eru Føroyar ikki rætta staðið at ferðast til. Vunnu á Eysturríki Síðani 1948 hava Føroyar verið ein sjálvstýrandi lands- lutur í danska kongaríkinum, við sínum egna tingi og flaggi. Men inntil 1988 var tað ikki meir enn, at Føroyar vóru at finna á radaranum hjá flestu fótbóltsfjeppar- um. Og flestu teirra, sum ikki plagdu at lurta eftir veðurtíðindunum hjá BBC 4-útvarpsstøðini, vistu ikki av, at Føroyar vóru til. Men altjóða viðurkenningin hjá FIFA og UEFA broytti het- ta. Føroyar eru saman við Skotlandi, Wales og Norð- ur-Írlandi tey einastu ikki suverenu londini, sum eru limir í UEFA. Henda altjóða viðurkenningin kollvelti før- oyskan fótbólt. Síðani 1988 hevur umtalan, sum Føroyar hava fingið úti í heimi, ver- ið sera stór, um ein saman- ber hesa umtaluna við fólka- talið í Føroyum. Altjóða viðurkenningin byrjaði sum ein dreymur, tá føroyingar enntá skelkaðu seg sjálvar við at vinna 1-0 á Eysturríki í einum EM-undankapping- ardysti. Men eftir hendan dystin gekk eftir hæli. Í næs- tu undankapping skoraði Wales 9 mál ímóti Føroyum, men við fleiri royndum byrj- aðu úrslitini aftur at betra seg. Føroyar tapa enn við einum máli, ella við trimum. Men innanfyri tey síðstu árini hava teir leikt ein min- niligan 2-2 javnleik ímóti Skottlandi í 2002. Og teir taptu bara 1-2 ímóti Týsk- landi í Hannover, í somu undankapping. Virðingin veksur »Virðingin fyri føroyskum fótbólti gerst alsamt størri og størri« sigur Jákup í Stórustovu, sum er einasti fótbóltsumboðsmaðurin á oyggjunum. »Tað kemur. Liðini síggja nú dystirnar ímóti Føroyum, sum eina avbjóðing. Tá vit spældu ímóti Kekkia høvdu teir tørv á øllum teimum trimum stigunum fyri at kvalifisera seg til HM-endaspælið. Ímóti dystarenda lá ein av teimum føroysku leikarun- um skaddur á vøllinum. Ein av hinum leikarunum tók og sparkaði bóltin út til inn- kast. Patrik Berger tók inn- kasti í skundi, meðan leikar- in enn lá skaddur á vøllin- um. Kekkar skoraðu til 1-0, men dómarin gjørdi einki við tað.« Men tann størsti broytingin fyri føroyskan fótbólt hevur ikki verið landsliðsfótbólturin. Størsta broytingin hevur verið, at føroysku feløgini hava leikt seg til evropeisku kapping- arnar, og hava harvið vunn- ið sær væl meiri pening, enn teirra heimligu kapping- arneytar. »Vit fáa 500.000 danskar kr. fyri at leika bert eitt umfar í UEFA-kapping- ini. Og vit fáa eina miljón fyri hvørt Champions Lea- gue-umfarið vit leika (í 2006 red.) – hetta er jú ein verulig virðisløn fyri feløg- ini.« Sigur Steinfinnur Mittelstein, sum er stjóri hjá HB. »Hetta er nógvur peningur, tá tú hugsar um, at vit øll arbeiða sjálvboðið í felagnum fyri einki. Sein- asta ár var tað ógvuliga nær við at vit sluppu at leika ímóti Liverpool, men tað gjørdist TNS (úr Wales), sum trektu Liverpool.« Trupuleikar So nógvir pengar hava eisi- ni givið lokalar trupulleikar. Leikarar, sum áður høvdu verið trúgvir ímóti felagi sínum, funnu nú út av, at teir kundu leggja væl aftrat vanligu inntøku sínari við at forvinna eina hálva løn aftrat fyri yrkisfótbólt. Teir kundu eisini betra fótbólts- yrkisleiðina við at leika við í teimum evropeisku kapp- ingunum. Sjálvt um hetta heldur merkir ein túr til Litava, enn ein túr til Lissa- bon. Tað er tí ikki so skak- andi, at minni lið frá oyggj- Kærleiksoyggin 1 (2) Enski tíðindamaðurin, Andy Mitten, var á sumri 2006 á Føroyavitjan. Greinin, sum kom burturúr, verður í næstum prentað í stórari bókaútgávu, har hann skrivar um 20 grannauppgerðir kring allan heimin Savnsmynd: Alvin E. Andersen